Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum. 1.Jóh.3.14.

Hesi álvarsomu vers skrivar kærleiks ápostulin Jóhannes, drivin av H.A. til okkara.

Jóhannes skrivar sera nógv um endatíðina. Hann skrivar í kap.2.18: Børn míni! Tað er síðsti tími. Síðani viðgerð hann Antikristus og fylgisveinar hansara, ið fóru út úr samkomuni, tí kraftin og salvilsi og opinberilsi var so sterkt, at tey blivu avsløraði. Síðani skrivar hann í kap.2.28: Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara! Hann skrivar til okkum, sum eftir eru, og sum liva, táið Jesus skal koma í skýnum og heinta brúður sína heim. Hann biður tey verða verandi í honum. Í kap.3.7 sigur hann: Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Var tað nakar, ið hevði innlit í villleiðing í endatíðini, so var tað Jóhannes. Hann ávarar okkum um hetta!

Hvørjir vóru so hesir brøður, ið Jóhannes skrivar um, og sum hann kendi seg eitt við, og sum høvdu sama boðskap sum Jóhannes, táið tað viðvíkti endatíðina, komu Jesusar í skýnum, og villleiðingina beint áðrenn Hansara komu? Hesar biður hann okkum elska. Var tað Joensen, Hansen, sørensen o.s.fr.? Nei! Tað vóru ápostla brøðurnir. Teir 12 vóru representativir fyri lívið í orðsins røttu meining, og tað vóru teir, ið Jesus hevði útvalt til at prædika evangeliið. Og Jóhannes slær fast, at tey, ið elska tað, ið teir stóðu fyri í lívið og læru, høvdu upplivað at fara frá deyða til lív! Evangeliið, ið hesir prædikaðu var hvast sum eitt tvíeggja svørð, heitt sum brennandi eldur og klárt sum krystall, at eingin, og absolutt eingin, ið representeraði deyðan gjøgnum religiøsitet, gamla Ádam ella lóg og royk fra Sinai kláraðu hetta, ið hesir 12 vóru umboðsmenn fyri. Tað var ein kolosalur distansur og ein ævinleiki millum teirra evangeliið og religiøst menniskjaverk. Eingin gamli Ádam kláraði meiri enn eitt møti av hesum slagnum, hann flippaði út, eins og trøll frá ævintýrbókum, at í tí løtu tey sóu ljós, so flippaðu tey út. Tey toldu ikki ljósglæmuna frá himmalinum. Ádam varð avslørður beinanveg.

Eingin, ið helt, at man kundi hava fullar bókreolur av mystiskum bókum um gand orkaðu hetta slag av møtum. Tað var simpulthen for nógv at tveita 50.000 silvurpengar á báli í Efesus.

Tey, ið áframt vildu lúgva fyri Pætur um at geva til guds sak máttu bara forláta samkomuna. Tað var alt for nógv at krevja, at man mátti vera við til at bera byrðarnar, og tann livandi Jesus, ið búði við sínum Heilaga Anda í hesum monnum, gav teimum alt for stóra og presisa dømikraft, so at Ánanias og Saffira doyðu. Hetta eru teir, ið vit skulu elska. Gert tú tað?

Í okkara tíð henda ikki slík ting. Men evangeliið er hitt sama og læran er hin sama. Elskar tú tað ella ikki? Um ikki, so hevur tú ikki hitt æviga lív. Jóhannes sigur, at lívið kennist og kemur til sjóndar í og við, at tú elskar, yndar, hevur tokka til, og í einum samfeldum rópi rópar og gevur til kennar, at hetta eru mínir brøður eisini.

Elskar tú læruna, ið hesir brøður hava um ein Gud? Ikki ein lærdi og praktiseraði tríeinigheitslæruna, men teir lærdu og prædikaðu frá tí skrift teir høvdu tá, og tað var G.T. Alt G.T. er eitt samlað dokument uppá, at ein Gud er í Ísrael og hansara navn er Jehova. Og hetta navn: Jehova frelsarin, er Jesus Kristus. Hann er Gud komin í hold.

Elskar tú hesar brøður, ið lærdi og praktiseraðu dópin í Jesu Kristi navni? Hetta vóru teir brøður, ið Jesus, Konganna kongur og Harranna harri nýtti trý ár at leggja Guds orð út so klárt og týðiligt og sum Hann eksamineraði í Ápstl.1.3. ” …við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til.” Jesus tók ikki eina skeiva avgerð, táið Hann valdi hesar ólærdu og leik menn, ið Hann fylti við Sínum salvilsi. Og ikki ein av teimum lærdi skeivt, eftir at hava sitið undir slíkum lærara sum Jesus. Tí var dópurin, ið Pætur útførdi á hvítusunnudegi, Jesu egnu orð til tað religiøsa fólkið! Elskar tú hetta?

Hesir brøður høvdu ikki reikað og runnið frá eini samkomu í eina aðra. Teir høvdu leitað eftir tí, sum hevði mynstrið og grundvøllin frá Ápostlasøguni og brøvum Paulusar. Teir høvdu ikki góðtikið tað vána, broddaleysa og tannleysa evangeliið, ið verður serverað á plattforminum ídag. Teir høvdu kent seg fremmandar. Teir høvdu ikki góðtikið læruna um tríeindargud, men revsað hana. Teir høvdu ikki kent seg aftur frá upprunanum á hvitusunnudegi um Andans fylling og dóp. Tann dópurin, sannleikans Andi, ið varð útheltur, lærarin í rættvísi, førdi teir inní Guds orð. Teir blivu eitt við orðið. Skriftin hevði alt at siga og var avgerandi fyri samkomuna. Teir fóru ikki uppá kompromi og niðurprioriteraðu Guds orð. Brennandi og ivrigir vóru teir fyri læruna og evangeliið. Andaligir stríðskappar. Onkur vildi skýrt teir sum fanatikarar. Elskar tú hesar brøður? Um Pætur, Jákup og Jóhannes, aftaná hálvan tíma, høvdu reist seg frá stólinum og rist støvið av fótum sínum og rópt Ikabod í tí samkomu, sum tú representerar, so reisist spurningurin: Hvat gert tú har? Vurdera inn fyri Gudi, um tað, sum tíni oyru hoyra, stemmar við skriftina.

Andin, ið verður útheltur ídag, førkar fólkið frá orðinum. Fólk gerast minni áhugaði í: hvat sigur skriftin? Hetta at søkja Gud í orðinum og á boygdum knøum frammanfyri songarstokkin, er eitt liðugt kapittul. Fólk lesa minni og minni í Bíbliuni, tí tað er óinteresant, tað er ikki “in” longur. Andin, ið fólk hava, opnar heldur ikki loyndarmálini í skriftini, men lukkar innsiglini meir enn nakrantíð. Nú handlar tað um nýggjar tíðir og at Andin arbeiðir annarleiðis. Men hvar er hald fyri slíkum møsni? Ápostlarnir høvdu ikki gingið har, sum hetta gongur fyri seg. Gert tú?

Hesir brøður profeteraðu um endatíðina sum eina heilt ekstremt fráfalna tíð frá tí ekta Jesus, Anda og evangelii. Teir dokumenteraðu hetta í øllum sínum brøvum, við sterkum útsøgnum og myndarligum hendingum frá G.T. Um tú elskar hesar brøður, so burdi tú elskað og hildið teg til tað fólk og ta samkomu, sum praktisera og læra hetta í endatíðini, og slitið teg leysa frá tí religiøsa leirinum og stólinum tú enn situr í.

 

Sangurin ljóðar soleiðis: 

En af dem, jeg er en af dem. Jeg er glad, at jeg kan si: jeg er en af dem.

De var samlet der på øvre sal og bad i Jesu navn.

De ble døpt i Åndens kraft og ild til menighetens gavn.

Det Gud gjorde denne dagen, se, det gjør han nu igjen.

Og jeg er glad, at jeg kan si, at jeg er en af dem

Om end dette folk af gods og guld intet har i favn.

Har de alle fått af pinsekraft og de er døpt i Jesu navn.

Og de holder frem den sannheten, at Herren Gud er én.

Og jeg er glad, at jeg kan si, at jeg er en af dem

 

Kom og søk velsignelsen, som kan fylde dette savn.

Som vil gi deg gledens olje, til du står i himlens havn.

Og jeg kjenner hjertet brenner, all ære til hans navn.

Og jeg er glad, at jeg kan si, at jeg er en af dem

 

Hallur Sørensen