Matt.13.28 sigur: «Tað hevur ein fíggindi gjørt.»
Her er ikki talan um, at Jesus undirvísir í landbrúki, men her eru andaligir sannleikar, sum skulu fram. Og hevur tað nakrantíð verið aktuelt at apokalypto/avdekka henda tekst og seta sjøtil á, so er tað innfyri tíð endans, sum vit liva í – «heystið er endi tíðarinnar;…so skal eisini verða, táið henda tíð er á enda.»v.39,40. Vit liva í teimum síðstu døgunum, áðrenn Jesu afturkomu.
Henda undirvísing hevur verið av slíkum sterkum karakteri, og skapt eitt kolosalt álvarsemi í brøðrum okkara. Jesus undirvísir um hetta loyndarmál frá v.24-30, og so byrjar Hann uppá eitt nýtt líknilsi. Men hetta specifikka líknilsi kundu teir ikki leggja frá sær. Og meðan Jesus undirvísir víðari, so forfylgja hesir tankar teimum. Og hetta visti Jesus, sum er allvitandi, tí stendur tað víðari: «So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!» Teir bíðaðu bara eftir einum: Jesus, koyr fólkið til hús, so vit fáa verið saman við Tær einsæris og hoyra Teg útleggja hetta ekstremt týdningarmikla loyndarmál viðvíkjandi veltuni. Tala til okkara Jesus!
Illgrasið var ókent fyri ápostlarnar. Teir livdu í teimum fyrstu døgunum. Vit harafturímóti, vit liva við «táið henda tíð er á enda». Og var hetta átrokandi týdningarmikið hjá teimum at fáa lært, so burdi tað verið fyri okkum eisini sum Jesu lærisveinar.
Teir vildu, um teir ikki skiltu alt – tað geri eg ei heldur, so fáa Jesus at seta orð á tingini. Og Jesus hevði eitt atskiljingar forkynnilsi, og tað høvdu profetarnir eisini. Við Jeramias sigur Harrin soleiðis: «Og skilir tú hitt dýrabara frá tí, ið einki virði hevur, skalt tú vera sum muður Mín!»Jer.15. At vera gartnari í Guds akurlendi er ikki bara at planta. Men tað er sanniliga at rykkja upp, slíta upp og ríva niður, leggja í oyði og bróta niður, byggja og planta. Hví eru ikki so mikið sum ein hondfull av slíkum forkynnarum í Føroyum ídag? Eingin hevur kall og mót at vera Guds tænari. Teir sum eru, eru flest allir innsettir av menniskjum og hava tískil ikki andaligt góðs at forkynna evangeliið!
Illgras-sáðið varð sátt ganska tíðiliga eftir at Samkoman varð fødd á hvítusunnudegi. Paulus og aðrir Guds menn ávaraðu sterkt ímóti tí. Og Paulus sigur tað eisini soleiðis: «Kemur onkur og prædikar annan Jesus – sum vit ikki prædikaðu – ella fáa tit annan anda – sum tit ikki fingu – ella annað evangelium – sum tit ikki tóku við – so umbera tit tað sera væl.» 2.Kor.11.4. Jesus sigur tað soleiðis ísamb.við endatíðina: Jesus svaraði teimum: «Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!» Matt.24.4. Jú villleiðingin er stór, og ein annar Jesus er framkomin og hevur við sær sín anda og sítt evangelium. Og tað, sum er so kolosalt ræðandi er, at illgrasið og hveitin líkjast akkurát. Sí Lolium Temulentum/rajgræs. Fult í gifti.
Eitt annað, sum er ræðandi, er at táið sólin skein, so søgdu bæði hveitin og illgrasið: «Halleluja!» Og táið regnaði, so søgdu bæði hveitin og illgrasið: «Prísaður verið Jesus!» Og táið vindurin kastaði seg inn yvir veltuna, so talaðu bæði hveitin og illgrasi í tungum.
Men læt ongan iva vera í, at tann stóri fíggindin, Djevulin, sum tað stendur í v.39 er dýrið og kvinnan sum reið á dýrinum. Hetta sá Jóhannes á oynni Patmos. Og hoyr hvussu hann reageraði, táið hann sá hesa ræðuligu sjón: «Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana» Opinb.17.6. Henda kvinnan er katólska stýrið og dýrið er tað politiska stýrið. Hesi hava gingið hond í hond og villleitt milliónavís av menniskjum við gandi, okkulttismu, spiritismu og rangsnúgvaðum evangelii. Hon hevur tikið lívið av brøðrum og systrum okkara í milliónavís. Teimum, sum trúu á Ein Gud og vóru doypt í Jesu Kristi navnið – «Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar.» Tey vóru vitnir Jesusar og ikki vitnir fyri aðra fremmanda læru.
Hetta illgras livir enn – líka til endans. Og tað livir eisini í Føroyum – líka «til henda tíð er á enda».
Økomeniska læran(almennan kirkjuligan einleika), tók seg eisini fram í Føroyum. Hetta er ein fremmand læra uppá tvørs av Guds orði, og hevur sítt útspring frá katólsku læruni, at allur einleiki er baseraður útfrá teirra system. Og slagorðið er: paven er vor alles far.
Pávinsa hoffmaður her í Skandinavnia er eingin minni enn Ulf Ekmann. Mangir ungdómar í Føroyum hava verið á hansara bíbilsk skúla og verið undirvístir av honum og hansara tanka gjøgnum mong ár. Ulf Ekmann hevur verið ein fuldblods katólskur heidningur í mong mong ár, áðrenn hann sprakk út úr skápinum. Tonk tær til, hvussu mangar túsundavís handaáleggingar hann hevur gjørt, og samstundis tala í tungum og profetera við einum katólskum anda í bakgrundini. Hann hevur gjørt andaligt yvirgrep á menniskju.
Hesin Ulf fekk eisini heiðurs invitatión at koma til Jesus Church í Oslo at tala. Jú víst er illgrasið sátt og tað veksur.
Stefan Christiansen, leiðari fyri Jesus Church í Oslo og eisini internasjonali leiðari fyri Jesus Revolution fór til Róm og segði hesi orð: «Eg vil hava alt frá Róm og suga tað til mín og so koma aftur til Noreg.»
Todd white segði, at tey Kristnu og tey katólsku skulu koma meiri saman og etablera seg sum eina eind. Óhugnaligt, at man gevur seg til at ríða á dýrinum saman við kvinnuni og verða partur í «Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar.»
Keldan inni á Skálafjørðinum er sterkur viðspælari saman við Uppsala, har Ulf Ekmann byrjaði sítt enorma virksemi. Hesin maður hevur gjøgnum eitt langt virkið verið undangongumaður fyri tað, ið eitur pinsar og karismatikarar, og mong hava havt hann sum sítt fyridømi í læru og praksis – eisini føroyingar. Hetta er ikki nakar ”grønur óviti”, men ein av kanónunum innan pinsa og karismatisku vekingina. Hann hevur verið víða um og talað á stórum konferansum s.s. á THE EUROPE CONFERENCE, sum er tann stórsta stevnan hjá Word of Life. Henda stevnan samlar eini 10 -12.000 vitjandi frá allari verðini hvørt ár. Eisini hevur hann talað á kultursentrinum í KBH. Eisini tala á árligu stevnuni hjá pinsa og karismatisku rørsluni hjá Åge Ålekjær. Staðið á sama plattformi saman við Aril Edvardsen og eisini saman við Enevald Flåten. Í verðins høpi hevur hann talað í Russlandi, spania, Singapore, USA og nógvastaðnis í Evropa. Missionerar sum hann hevur upplært, og sum hava sitið við hansara føtur, hevur hann sent til eitt nú Bangladesh, Russland, Ukraina, Armenia, Azerbajan, Afghanistan og Ísrael. Sjálvur studeraði hann í eitt ár í Rhema Bible Training Center in Tulsa, Oklakoma í Usa og kom so heimaftur og byrjaði Livets Ord í Uppsala. Alt hetta og nógv afturat í einum katólskum anda. Illgrasið er ikki at spæla við.
Bill johnson, sum eisini er ein páva vinur og praktiserar katólskar ordningar, og sum drívur Bethel Redding Church og fast við New Age læruna hevur sítt «sæti» her heima. Hesin Bill fast við kundalini kreftir, sum stavar frá eysturlendskum okkultum kreftum. Tey fáast eisini við kristin kort, Firetunnels, Grave soaking, Delphin Terapi, Holy Yoga, gullstøv og einglafjaðrar. Hevur Bill sítt sæti her heima? Absolutt! Pastorparið ella fyribils pastorparið í City Church Tórshavn, vóru í Bill’sa skúla, Bethel Redding Church í 2 ár. Gud viti hvat hevur fyrigingið seg har og hvat fyri illgras anda og ávirkan tey hava fingið. Og tonk so einaferð, hvussu nógv tey so aftur hava lagt sínar hendur á her í Føroyum og biðið fyri!
Er tað nakar harúti á hesari stóru veltu, sum sær galskapin, sum ræður millum tey trúgvandi? Í mong ár, so hava hesi økomenisku møtini 3.páskadag verið. Har samlast hesin sokallaði einleikin. Har eru allir trúarrætningar við øllum sínum giftigu lærum og køvandi evangelii. Ætlar tú at bróta út og samlast við okkum, sum bera fram eitt reint evangelium, atskilt frá øllum religiøsum samanblandingi. Total frí frá katólsku og økomenisku læruni?
Jørn Strand er einki minni vandamikil. Í einum video brotið, sum eg sá fyri einari tíð síðani, lógu Donnie Baez, Veronica(Visjon Norge) Astrid Gellein Laurenz(kvinner i nettverk) á gólvinum og venaðu seg undir sterkum kundalini kreftum. Púrasta úti av kontroll. Og hesum fólki samarbeðir eisini Jørn Strand við. Og fyri nøkrum árum síðani var Jørn Strand og helt møtir í fiskivinnu skúlanum í Vestmanna. Eg veit væl, hvørjir teir vóru, sum arrangeraðu tey møtini. Jú fráfallið er mega stórt og illgrasið hevur sterkar røtir. Tað er ikki bara bara at ríva hetta upp.
Sit ikki heima longur og jamra yvir fráfallið í endatíðini. Reis teg og gev til kennar, at tú ert eitt hveiti og skal vera saman við teimum, sum eru av somu andaligu náttúrðu sum tú! Gev teg til kennar, áðrenn Jesus skal skilja hveitina frá illgrasinum.
Utenfor leiren må, hele brudeskaren stå!
Hallur Sørensen