Vit lesa í Gal.1.13-16. (brotstykkir): Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at…eg livdi…eg søkti…oyddi…Eg fór longur…eg var enn ídnari… Paulus er ikki ræddur fyri at taka rívan til og greiða frá, hvussu tað gamla lívið var, og hvussu syndin hevði fult kontrol á honum. Alt tað gamla lívið varð definerað útfrá hansara vilja, sum var undirlagdur Satan. Men so kemur eitt Men. Og vit lesa: Men táið Gudi líkaði… Gud er suverenur og Gud hevði frá ævini av útvalt Paulus. Hoyr hvat Paulus sjálvur sigur: Sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli( øll religiøs menniskju siga umvent og orða tað soleiðis: sum kallaði okkum og frelsti okkum. Men frelsan varð útvega frá ævini av og síðani kom tað effektiva kallið og staðfesti tað ævigu frelsu.) Tí sigur Paulus víðari: ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ÆVIGUM TÍÐUM, men nú er opinber… 2.Tim.1.9-10. Og táið Guds timing var inni, og tann æviga klokkan sló slagið fyri Paulusar vegna, so sigur Paulus í Gal.1.15-16: Gud kallaði meg við náði Síni – at opinbera Son sín í mær,…Harrin sigur eisini við Ánanias um Paulus: Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur…Ápostl.9.15.
Paulus sigur: eg fór, eg var, eg segði o.s.fr. Men so kemur Gud og tekur yvir og tað munnar út í hesi orð: Spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs. Gal.1.16. Tann guddómliga endurfødda sálin kemur at uppliva hesa kollvelting í sínum lívið. At alt sítt verður viskað út og nullstillað, so Harrin kann taka yvir. Paulus var gjøgnum mong ár innskúlaður og innpotaður av theologi frá Gamaliel. Men Paulus mátti avskúlast, og táið hann so endurgevur hetta og sær hesa gomlu theologiska einkis sigandi doktrin í ljósinum frá opinberilsis kunnskapinum, so sigur hann: Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap, ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus…Filip.3.7-8. Tonk at siga, at hann roknar tað fyri skarn, skrell, gjødning. Fyri ein umbroytan.
So sigur hann, at hann spurdi ikki, sum hann áður hevði gjørt, og sum var vanligt fyri ein miðal trúgvandi, mitt á trænum trúgvandi, ja, eins og religiøs menniskju eisini gera ídag í Føroyum. Paulus hevaði seg 100% yvir hetta á fór á ein heilt annan veg, heilt annað andaligt niveau, sum tað guddómliga kallið førdi hann inní. Es.55.8-9 sigur: Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur Harrin. Nei, sum himmalin er hægri
enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara! Hann spurdi ikki eingongd sítt egna hold og fór í diskussión við tað. Hann spurdi Harran. Hann spurdi ikki blóð – blóðsins linju og ætt, síni foreldur, beiggjar og systrar. Ikki vinir og skúlakammeratar frá Gamaliels tíð. Men bara Harran. Fyri ein umbroytan!
Tú, ið lesur hetta, burdi eins og Paulus slitið tínar fortøjningar til hold og blóð og byrja at spurt Harran, um tað, sum Hann vil fyri títt lív. Spurt Hann, um tað, ið hold og blóð hevur fortalt tær, stemmar við skriftina, um hvør Hann er. Hold og blóð sigur, at hann er ein trieindargud, tí tað hava holdsins menn frá ymisku kirkjumøtum sagt. Men spyr Harran og svarið verður krystalklárt: Harrin er Ein, og Hansara navn er Jesus. Hoyr, Ísrael! (Ert tú av Ísrael? So fert tú at hoyra við tínum andaligu oyrum) HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein. Ert tú ikki av nýtestamentliga Ísrael, so trýrt tú eins og heidningarnir. Hoyr eisini hvat Paulus sigur við Rómverjar í kap.3.29: Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna! Jú, eisini heidninganna – so satt sum Gud er ein… í Hesum liggur, at Gud er bert Gud heidninganna, um teir trúgva á Gud Ísraels, sum Jødar trúgva. Og Jødar trúgva bert á ein Gud. Um heidningar hava minsta ivan um hetta, so er Gud Jødanna ikki Gud hjá nøkrum heidningi. Táið vit koma til himmals, so koma vit at síggja Ein á trónuni!
Hvussu ert tú doyptur? Varð tú doyptur í trimum titlum,tí tað søgdu hold og blóð? Hvat sigur skriftin? Tú má vera ílætin Jesu Navn. Eg havi hoyrt teir sum doypa í trimum titlum siga: tú ert nú doyptur í trimum og uppstaðin í Kristusi!? Hvar er logikkurin? Í uppreisnini, hvar blivu so hinir báðir av? Druknaðu teir? Spyr Harran, um tín dópur er ein gyldigur dópur, og er ein dópur, sum tú kanst møta Harranum við á trónuni uttan at senka títt andlit. Pætur sigur á hvítussunu, maðurin við lyklunum: Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gáva Heilaga Andans. Ápostl.2.38. Eg eri doyptur í Jesu Kristi navn eins og Pætur og hinur heilagu Guds og lambsins ápostlar. Ert tú eisini?
Hallur Sørensen