Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: “ Tað er fullgjørt!” So boygdi Hann høvdið og gav upp andan. Jóh.evang. 19.30.
Tað eru nógv kend útsagn søgd upp gjøgnum tíðirnar av kendum verðins monnum. S.s. Veni, Vidi, Vici. Hetta varð sagt av Julius Cæsar í ár 47.f.kr. táið hann rapporteraði til rómverska senatið og segði frá, at hann hevði vunnið yvir Pharnaces av Pontos. Slagið stóð við Zela. Veni, vidi vici: Eg kom, eg sá, eg sigraði!
Winston Churhill segði við sínar hermenn, táið teir vóru áveg í kríggj undir 2.veraldarbardaga, at tað einasta, ið hann kundi lova teimum, var: blóð, sveitta og tár. Slík orð sum hesi og tey hjá Cæsar viga nógv. Menninir aftanfyri orðini vóru ikki sunnudagsskúladreingir, men hart kókaðir og trykkroyndir undir lívsins harða skúla. Líkaleiðis var við Jesus! Hann var eisini verðins kendur og varð tað enn meiri fyri eftirtíðina, og hansara orð eru enn sterk og hava kraft enn tann dag ídag og vinna sigrar fyri tey útvaldu, sum enn eru bundin av Satan.
Útsagnirnar hjá Cæsar, Churchill og øðrum er kend, og viga nógv og hava ein vissan nostalgi yvir sær, og ikki minst eina kenda søgu. Men orð Jesusar hava nakað nógv meiri afturat. Tey eru livandi og hava skapandi kraft við sær, sjálvt aftaná 2000-ára aldur. Ljóðbylgjurnar frá Golgata kunnu ikki steðgast, men tey fara inn í hvønn loynikrók har útvaldir alkoholikarar sita. Inní hvørt dansistað og hvørt diskotek, har útvaldir ungdómar eru. Inní bordellir, har ungar kvinnur og ungir menn selja seg. Inní hvørt hús og heim, har foreldur sita bundin av traditiónum. Inní hvørja kirkju og samkomu, har fólk hansara bert bíðar eftir útfríðandi gleðiboðskapinum. Kraftin frá Golgata og orðini harfrá standa ikki maktarleys. Orðið Stendur ikki við skegginum í postkassanum, biður ikki um loyvi ella olmussu. Men tann sterki fer inní hús hins sterka og rænir alt frá honum. Tað er kraft í Jesu orðum. Tað sá í útgangspunktinum út, at Golgata var ein fiasko, men tað var tann totali sigurin. Sigursharrin frá Golgata!
Tað sá ikki út til, at Dávid kundi gera nakað við kempuna Goliat frá Gat. Men eftir at slagið var liðugt, kom sonur Ísai við høvdinum hjá Goliat í hondini, meðan fuglar himmalsins og tey villu dýrini fingu eina stóra Filistara máltíð! Og eftir bardagan, varð enn einaferð spurt um Dávid og hvaðani hann var frá. Og spurningurin reisist eisini líkaleiðis um Jesus. Men vit lata skriftina svara: Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen. Róm.9.5.
Táið Jesus rópti, og tað varð yvirsett til tey ymisku málini, so ljóðar tað: Tað er fullgjørt!”Men á Jesusar frummáli, so rópti og segði hann eitt orð. Hann rópti: Telio! Kraftin og týdningurin koma vit ongantíð at skilja. Men hetta hevur loyst milliónum av menniskjum frá Satans fangagrepi upp gjøgnum tíðirnar. Frá babylonismu, katolisismu, fasismu, sosialismu, kapitalismu, darwinismu og egyptalands jarngrepi. Frá alkoholi, rúsevnum, harðskapi, neyð, sorg og elendigheit. Falskari tríeindarlæru, barnadóp, konfirmatión, altargongd. Falskari úthelling av H.A. Økumeniskum doktrinum og karismatiskum villleiðingum. Menniskjum við sterkum psykiskum og fysiskum líðingum. Tað er einki, ið kann standa seg móti TELIO frá Golgata! Skriftin sigur: Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum. Kol.2.15.
Telio, eitt orð við miklari kraft og kolosalari styrki. Í Matt.8 lesa vit um høvuðsmannin, ið átti sjúkan son. Hann segði við Jesus: “…sig bert orð, so verður drongur mín frískur!”Hesin høvuðsmaður hevði ikki tørv á longum bønum og reglum, men orð. Ymisku yvirsetingarnar siga: si bare et befalingsord…Gi bare ordren….Si ordet…et ord av deg er nok. Og tað er púra satt. Eitt – Telio – er nok! Úr myrkrinum inní ljósið. Frá Satans makt og til Gud!
Hallur Sørensen