Vit skulu lesa nøkur skriftorð saman, sum lýsa tænara HARRANS sjónarhorn og tað følilsi, sum kann grípa hann, og sum Satan kann gagnnýta. Lærið av hesum!
Í Dómarabókini lesa vit: ”Filistarar komu nú og tóku støðu í Juda, og teir breiddu seg út í Lehi. Tá søgdu Judamenn: ”Hví eru tit komnir ímóti okkum?” Teir svaraðu: ”Vit eu komnir higar at binda Samson og gera við hann, sum hann hevur gjørt við okkum!” Nú fóru 3000 mans úr Juda til gjónna við Etam og søgdu við Samson: ”Veitst tú ikki, at Filistarar eru harrar okkara! Hví hevur tú tá gjørt okkum hetta?” Hann svaraði teimum: ”Eg havi gjørt við teir, sum teir hava gjørt við meg!” Men teir søgdu við hann: ”Vit eru komnir higar at binda teg og geva teg í hendur Filistara.” Tá segði Samson við teir: ”Gerið mær eið uppá, at tit drepa meg ikki!” Teir svaraðu honum: ”Nei, vit skulu bert binda teg og geva teg í hendur teirra – drepa teg skulu vit ikki!” Dóm.15.9-13.
Í Lukas 17.7-18 stendur: ”Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: ”Far alt fyri eitt og set teg til borðs!” Man hann ikki heldur siga við hann: ”Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki – so kanst tú eta og drekka!” Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki. Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: ”Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.”” (nú verður poengið realisera!) Á ferðini til Jerusalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea. Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur. Teir róptu hart: ”Jesus, meistari, miskunna okkum!” Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: ”Farið og latið prestarnar sýna tykkum!” Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir. Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd; hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum – og hesin var Samverji. Tá svaraði Jesus: ”Hvar eru hinir níggju? Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?””
Í Markus kap.6.4 stendur: ”Tá segði Jesus við tey:” Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!”
Hesi vers lýsa tað súru, beisku og torføru síðuna av at vera Harrans tænari. Og felags fyri tey øll eru, at tænarin er ikki fremmandur millum sítt fólk. Dávid sigur tað so rámandi í Sálma.55: ”Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógva meg fyri; nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín,…”
Men kann eg vænta annað? Nei! Er man tænari Harrans og skal skoytast uppí rekkjufylgina í Bíbliuni, so sær hetta út til at vera tann beiski veruleikin. Men Móses fekk eini boð frá Harranum í 2. Mós.12.8 ”Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eldi og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað.” Tað er eitt faktum, at tænastan hevur eina beiska síðu, men fyri at klára hesa síðuna av tænastuni, so eri eg noyddur at eta nógv av Lambinum, sum er steikt í eldinum.
Samson: hesin tænari HARRANS, aleinaður at berjast. Forlátin av sínum egnu á ein illoyalan hátt. Eingin uppmuntran og einki ”Takk fyri títt ídni. Takk fyri boðskapin. Takk fyri matin, ið tú serverar, sum er so søtur, og sum ein lívsinnsatsur liggur aftanfyri, fyri at fáa hendur á. Takk at tú ert óræddur, fanatiskur, dristigur, eldhugaður. Aleinaður! Er tað tí, at fólk eru rædd, at tey ikki vístu Samson, hvønn tey stuðlaðu. Kostaði tað ov nógv fyri tey av vinum, familju, arbeiðspláss at vísa: ”Vit standa heilhjarta við Samson og hansara kalli, tænastu og úttalilsum og bardaga.”? Tí við at vísa slíkan kulør, so brendi man per automatik allar brýr við onnur! Ella vóru tey so veik í skriftini, at um onkur Filistari spurdi Judamenn: ”Hví talar Samson soleiðis og hví nýtir hann esilskjálkabein”, so vóru Judamenn ikki førir fyri sjálvir at leggja út orðið, og tí góvu teir ikki tilkennar, at teir stóðu við lið Samsons?
Eg fylgi ótrúliga væl við á teimum ymsu miðlunum. Og tað, ið verður serverað á tí religiøsa gedermarkedinum, eru reinar sunnudagsskúlaforteljingar. Og fólk vísa sínar enormu ”deilingar” og ”likes” og ”kommentarer” við setningum sum: ”Heilt fantastiskt, so gott, Gud signi tykkum, so vakurt, flott, waw, túsund takk, takk fyri boðskapin” og annað. Eg standi ikki við húgvu í hond og biði um olmussu frá nøkrum. Men merkisvert er og tað er eitt tankakors, hvussu fá, sum stuðla einum gudgivnum genuinum kalli og tað samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóðið, og sum tú ert ein partur av! Kostar tað ov nógv? Ert tú bangin fyri at brenna brýr?
Jesus: Hann vísti teimum hetta dømi, um at takka, sjálvt um tænarin ikki hevði gjørt annað, enn tað, ið honum var álagt. Nú upplivir Jesus tað sama. Hann gjørdi bara tað, ið Honum var álagt av Faðirinum, men Hann spyr atlíkavæl: ”Hvar eru hinir níggju?
Profeturin: eg vil hugsavna meg um úttrykki: ”í sínum egna húsi” Vit hava eitt hús, samkomu, ið vit kalla Nardus. Hetta hús er ikki uppbygt av nakrari religiøsari nissu og fantasiið frá 1000 og 1 nátt. Hetta er uppbygt av himmalskum tekningum og í hesum húsi eru eisini tekningar av teimum, sum Gud gav sum gávu til hetta hús/samkomu. Hetta er ein gáva til tín, fyri at tú kann hava eina ósmittaða sál og ein ódálkaðan anda, táið Jesus heintar Sína reinu orðbrúður við Sín seinasta lúður. Goym teg ikki og skammast ikki við hetta. Eg vil minna tykkum á hesi orð frá bróður Paulus til Timoteus: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis. Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliiunum í kraft Guds, sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli,…” 2.Tim.1.7-9.
Til seinast vil eg enda við hesum: ”Ein av tænarunum tók til orða og segði: ”Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður maður, og HARRIN er við honum.” 1.Sám.16.18. Tað hevur nok kostað hesum unga tænara at fortelja um Dávid. Men hoyr fagra melodiin og vakra orðaljóðið, sum angar av guddómmligum stoltleika: Eg havi sæð!
Hallur Sørensen