Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær,…
Eg vil við hesum sterku útsøgnum Dávids uppmuntra teg. Sig við tey myrku, døpru útlit, sum tú ert í: ”Harrin er við mær!” Lat ”dalin” hoyra títt róp: ”Harrin er við mær!” lat Jerikos múrar hoyra, at tú sker ”í hart herróp…Harrin er við mær!”
Tað er gott at kenna Harrans navn og kunna kalla á Hann. Men óansæð hvussu herliga frelst vit blíva, so eru stundir og tímar, sum vit vildu verið fyri uttan – eisini Dávid. Enntá Jesus segði inni í Getsemane: ”Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær!” Dávid, Jesus, tú og onnur hava upplivað, og kanska nú meðan tú lesur hetta ert í deyðaskuggans dali og rópar: ”Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat meg sleppa undan!”
Hesin dalur, sum Dávid tosar um er so ræðandi, at tað er bara ein, ið klárar at fylgja við Dávid gjøgnum hesa leið og periodu – Harrin! Myrkrið er so myrkt og útlitini so svørt, at eingin annar kann fylgja við uttan Hirðin Jesus. Tað er nógv, sum møtir okkum á okkara lívsleið, og í flestu førum kunnu vit hava vinir okkara við gjøgnum slíka leið. Aðrir tilburðir, har makin kann vera við, uppaftur aðrir, har arbeiðsgevarin kann uppíblandast. Ella bankin og tryggingin.
Men tað koma tíðir, har eingin av omanfyri standandi dømunum kunnu vera við. Tey standa maktarleys. Hevði tú sagt teimum tað ”myrkrið” tú befinnur teg í, so høvdu tey kolldømt teg fyri bæði eitt og annað. Kanska sperra teg inni. Høvdu tey sæð tínar myrku tankar og følilsir, so høvdu tey hildi teg verið svakan. Men í hesum myrka dali torir og hevur Jesus makt at fylgja við. Tað er einki, absolutt einki myrkur, ið Jesus ræðist, men Hann hevur makt. Og eitt afturat, ikki bjóða øllum við í henda dal. Tey tola tað ikki og kunnu líða skipbrot viðvíkjandi trúnni.
Tað eru sjúkudalar, ið kunnu blíva so svartir, at allir yvirlæknar við øllum specialitetið og erfaringum standa uppgevandi og siga: ”Vit kunnu ikki hjálpa tær meiri.” Við øðrum orðum sagt: ”Vit hjálptu tær, meðan tað enn sá út til at vera ein glotti fyri framman, men nú sær svart út. Harrin veri við tær!” Og tað er nemliga tað ein og hvør lækni innast inni veit, at nú klára og kunnu vit ikki fylgja sjúklinginum meiri. Og her er tað Harrin traðkar í styrki og karakter. Hann ræðist ongar deyðiligar sjúkur, óansæð hvussu tær eita. Hann tók á seg hetta myrkur og hesar sjúkur og bar tær á Golgata. Í tríggjar tímar á alljósum degi, so kom myrkur yvir alt landið. Hann kennir til myrkur og at vera einsamallur, men sigrandi kom Hann út og rópti ”Fullgjørt!”
Myrkur, kann man lýsa myrkrið, seta orð á detaljir, forklára øðrum hvat ein sær og hvussu tað er? Nei! Kunnu onnur seta seg inní tað? Ógjørligt! Men Jesus, ”menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt!
Hann veit at hjálpa tær gjøgnum dalin og tú kemur sigrandi út saman við Honum!
Gud vælsigni teg í Jesu Kristi navni!
Hallur Sørensen