SÁLMUR 1.

Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita, men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt! Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við. Sálmur 1.1-3.

Tíanverri er evangeliið nógvastaðnis vorðið so útvatnað, at markaskjølini eru burtur, ið profetarnir settu, og sum síðani varð prædikað av ápostlunum. Setir tú eitt mark við andans autoriteti og vældokumenterað frá skriftarinnar síðu, verður tú skýrdur at vera fanatikari og fundamentalistiskur. Fyrst er at siga, at ert tú sera, sera aktivur innan politikk, ítrótt ella annan felagskap og gevur teg heilhjartaðan til hetta, so hoyrir man ongantíð orðið, at viðkomandi er fanatiskur, men at viðkomandi verður lýstur sum eitt megnarfólk. Næst er at siga, at orðið “fundamentalist” hevur fingið eina sera negativa týðing, hóast hetta ikki eigur at vera so. For guds skyld ynskja øll, at tað tey gera og byggja á, skal vera á hollari grund og ikki rapla eftir stutta tíð!

Einaferð segði Victor Danielsen, at talarastólurin er ikki fyri ein og hvønn. Hann rakti seymin beint á høvdi við at siga hetta! Hann hevði lívserfaring í, at stó onkur lunka vatnnissa á talarastólinum, so gjørdist rúm fyri, at teir smáu revarnir forkomu víngørðunum. Og teir, ið stilla seg fram ídag elska at tala um tað positivu síðuna. Sjálvdan verður tann negativa síðan tikin fram. Men hetta er júst tað Sálmur 1 byrjar við. Hann sigur frá, hvat tann rættvísi IKKI ger og hvat hann eisini ger.

Skriftin – innblást, innanda av Gudi sigur, at tann sæli maðurin ikki gongur í

ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita. Hesin heldur føtur sínar frá øllum tí, ið kann ljóðað so attraktivt og lokkandi, og sum til seinast kann geva honum mønistingin, við at permanenta plássið verður at sita millum spottarar. Hesin, ið skrivað hevur Sálm 1. hevur allarhelst verið vitnið til, hvussu gongst teimum, ið tóku frástøðu og lurtaðu eftir vitnunum, ið høvdu andans rødd og eisini sæð avleiðingarnar hjá teimum, sum lurtaðu eftir teimum, ið ongantíð ávaraðu.

Vit lesa í Dániel 3.18: “Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!“ Hesir tríggir vinmenn og brøður í andanum siga: at vit dýrka ikki gudar tínar… ei heldur gullmyndina! Fyri ein karakterur og ryggrad at vísa innfyri brennandi eldovnin. Teir noktaðu at boyggja knø og fylgja gudloysis vegnum og til seinast at sita millum teir religiøsu uttan kraft andans og tannleysir í talu, um Gud Ísraels. Men teir upplivdu nærveruna frá gudasoninum!

1.Kor.14.24-25 stendur: “Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum,

loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum.” Táið eg hoyri um profetiini, ið verða slongd út á Lindini, so er vert at leggja merkið til, at ongantíð verður nakað revsað um endatíðina, fráfallið frá trúnni, um falskar prædikumenn og lærarar í hópatali, villeiðing o.s.fr. Ongantíð ein krystallklárur tóni um IKKI at blanda seg við heimin. Um IKKI at vera undir ójøvnum okið. Um IKKI at samantvinna sannleika við lygn. Alt er bert ein ússalig svada og onkrar grøðingar á likaminum um onkur knø og ryggskaðar. Ongantíð um eina grøðing í innvortis menniskja og reinsan í sálardýpinum frá víninum, ið skøkjan borðreiðir við.

Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao. Hebr.11.24. Við trúgv noktaði… Móses noktaði. Fyri eitt uppgerð hann mátti taka. Men trúgvin førdi og skumpaði tað fram í hansara innara, og tí mátti hann til seinast nokta. Hann kundi ikki liva við hjarta í himli og beinunum í Egyptalandi. Hann noktaði hetta kompromiið og valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.v.25.

Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara til at minnast orðini, ið

frammanundan eru talað av hinum heiløgu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt. 2.Pæt.3.1.

Pætur sigur ikki, at hetta er bræv nr.2. men tað liggur í formuleringini, at seinna brævið kom beint eftir 1.brævið. og í báðum hevur hann ámint. Vit mugu áminna og siga frá, hvat Gudi líkar og ikki líkar. Eygu hansara eru vend móti teimum, ið ikki gang í ráði hinna gudleysu, ikki standa á vegi syndara og ikki sita, har spottarar sita, men hava gleði sína í lóg HARRANS og grunda á lóg Hansara bæði dag og nátt! Og Tí eygu HARRANS skoða um

alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. 2.Krøn.16.9.

Hallur Sørensen