Hesir tríggir verða kallaðir vinmenn Dániels. Tað er ikki ein smávegis tittul at verða kallaður. Í Esaias kap.41.8. stendur: “Og tú, Ísrael, tænari Mín, Jákup, sum Eg útvaldi, tú, ið ert ættaður frá Ábrahami, vini Mínum.” Mangan verður tikið til, at sig mær tínar vinir, so skal eg siga tær, hvør tú ert! Og hevur man hetta í huga, táið tað viðvíkur hesar menn, so kemur eisini til sjóndar, hvat fyri andans karakterur býr í hesum monnum.

Í Dán.kap.3.14 lesa vit: “ Nebukadnesar tók til orða og segði við teir:” Eru tað uppløgd ráð, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, at tit dýrka ikki Gud mín og tilbiðja ikki gullmyndina, ið eg havi latið reisa?”” Slíkar menn, hevði Nebukdnesar nok ongantíð sæð fyrr. Nebukadnesar var kongur og hevði reist nógv og sæð mangt, sum ikki er øðrum tillutað. Og við slíkum embæti, so vóru tað mong menniskju, ið hann hevði møtt, og øll, uttan undantak høvdu boygt knø og víst hávirðing. Nebukadnesar er eisini ein mynd uppá Anti-krist og hann fylgir væl við, hvør bukkar og nikkar og kyssir Anti-kristiliga systemið á tærnar. Men her eru tríggir menn, ið ikki lata seg ríva við av systeminum og gerast eitt offur fyri teimum sterku kreftunum. Men teir eru sum Rock all mitt úti á Atlantarhavinum. Um tað brýtur frá øllum síðum, so stendur tað. Tað ræðist ikki flóð ella fjørðu. Ræðist ikki orkan. Lágar ella høgar bylgjur. Ein sterkur klettur í brúsandi havi.

Í vers 5 stendur:” Táið tit hoyra ljóðið av hornum, floytum, sitarum, hørpum, saltarum, sekkjapípum og alskyns øðrum ljóðførum, skulu tit falla niður og tilbiðja gullmyndina, ið Nebukadnesar kongur hevur latið reisa.” 6 ljóðføri verða nevnd spesifikt + alskyns ljóðføri. Her eru mong tilsamans. Men hesi ljóðførini finnur tú aftur aðrastaðnis í skriftini, og enntá millum Guds fólk. í hesi tíðini eru Guds fólk burturflutt til Bábel. Og sjálvt um tað ikki stendur nágreiniliga, hvørji tey eru, sum bera og nýta hesi ljóðførini, so kann tað gott vera, at tað eru Guds fólk, eins og væl, sum tað skuldi verði Kaldearar. Og um so er, so sær man, hvussu sterk kraftin er tá, eins og ídag, at tey amboð, Gud ætlaði, at Hansara fólk skuldi nýta til Hansara æru, blivu makt-tikin av Satan og brúkt ístaðin til at æra Satan. Hetta kundi eg nevnt mong dømir um, hvussu songrøddir, musikalsk evnir, leiðara evnir blivu rænd av okkara tíðarinnar Nebukadnesar. Í Ezekiel kap.28 stendur um Lucifer(Satan). Í v.13 lesa vit: “trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur, stóðu tær tilreiðar. Tú vart salvaður kerúbur…” Her sæst, at Satan var framum allar kerúbar og einglar og serafar í sangi og musikki. Táið hann segði “Halleluja”, so var tað nakað væl meiri, enn táið presturin messar eitt forkølað “Halleluja”. Tað var sum eitt mektigt og kraftigt orkestur við øllum instrumentum í bakgrundini. Men hesin varð tveittur út úr Gudasætinum og instrumentini fylgdu við. Tí veit Satan akkurát, hvussu hann skal nýta musik og ljóðføri til at æra seg – eisini í samkomum, har Nebukadnesar ræður.

Allir musikararnir blivu tvungnir at nýta síni ljóðføri til æru fyri Nebukadnesar. Hesi ljóðførini kendu sjálvsagt Sadrak, Mesak og Abed-Nego til. Teir vóru uppvaksnir við slíkt. Og áður, táið slík ljóðføri ljóðaðu, og teir kendu tað himmalska salvilsi, ið lá aftanfyri, so høvdu teir í allari gudsótta boygt seg. Men nú var einki salvilsi frá Jehova tilstaðar. Teir kendu, at nakað skurraði í ondsverðini. Tí boygdu teir seg ikki. Eg vil siga við teg: boygg teg, táið tú kennir salvilsi í vitnisburðinum, prædikuni, læruni og songinum. Men statt sum Rock all, táið salvilsi er vikið. Boygg teg ikki ein millimetur. Tí Gud hyggur!

Tað sum eisini er sera tragiskt, er at søgan fortelur, at tað vóru eini 70.000 av Guds fólki, ið vóru við henda dag. Og av teimum 70.000, vóru tað einans tríggir menn, ið ikki boygdu seg. Einans tríggir, ið høvdu sítt andaliga lív frískt og inntakt. Hini vóru smittaði og dømikraftin var burtur.

Men eg kann hugsa mær atlíkavæl, at har vóru nøkur, ið hugsaðu aftaná eftir at tey høvdu boygt seg fyri Anti-kristiliga systeminum: “ Á, um eg hevði torað og havt dirvi eins og Sadrak, Mesak og Abed-Nego. Á, at eg gav eftir fyri ljóðinum frá heiminum. Á, at eg gav eftir fyri pressinum frá teimum, sum gjørdu, at eg siti her ídag, uttan kraft og uttan salvilsi til at vera eitt reiðskap í hond Harrans.”

Harrin lønar trúfastar og góðar vinmenn, ið eru ættaðir frá Ábrahami vini Guds. Og tað stendur í v.30: “ Eftir hetta lyfti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego upp til miklan heiður og stórt vald í landspartinum Bábel.”

De tre som ble kastet i en ildovn. Bevartes på lydighetens sti. Og derfor var Gudesønnen med dem. Så de ble fri, fri, fri.

 

Hallur Sørensen