Sálmur 37.25: ”Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.” Amplified bible sigur: ” Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð tey rættvísu (tey, sum standa rætt innfyri Gud, sum hava Guds tokka) vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.”

”Og eri vorðin gamal;” Hesin høgt elskaði skribenturin, sangarin, stríðsmaðurin, kongurin, hirðin er vorðin gamal. Dávid skrivar og lítur afturá mong ár í ymiskum viðurskiftum og eygleiðir tíðarinnar gongd; frá ungum árum við einum sleingibandi í hond til at sita á Jehovas trónu í Jerúsalem. Frá at vera misskiltur millum síni egnu, so elskaður av øllum, síðani at vera hataður av mongum, og samstundis øll hesi persónligu ups and downs, so var hann rættvísur og hevði Guds tokka inn yvir sítt lív.

Nú er hann tvungin til at siga: ”eri vorðin gamal” Lívið er næstan liðugt. Gleðin, vónin, ungdómsins kraft og saft er næstan burtur. Mansmeginar styrki er ikki tann sama longur. Lívsins mark er næstan rokkið. Næsta stigið er inn í annan heim, heim til Harran, og tann stundin er nær. Tað er ein heiður og ein hátíðarlig løta at trakka inn í ævinleikans strendur og síggja út á tað óavmarkaða hav, og kong Jesus at síggja. Merkja at jørðin, og alt sum var kært á jørðini skjótt vil vera lagt afturum fyri tíð og ævir. Og tey, sum vera hinumegin Jordan eru tey, sum eru reinsaði í Jesu dýrabara blóði og kunnu siga: Ren og rettferdig. Himmelen verdig. Tey sum fara at sita við borð Ábrahams, Ísaks og Jákups eru «avkom».

Hesi sum Dávid gevur gætur, eru tey rættvísu. Sum gamal og mong ár á baki, so vitsti hann, hvørji vóru rættvís og sum høvdu Guds tokka inn yvir sítt lív, og hvørji sum ikki høvdu. Hann hevði ov nógva erfaring og ikki minst salvilsi at avsløra slíkt. Høvdu eg og tú torað at stigið fram fyri henda gamla Guds høvding? Gamal var hann, men eygu og andin var fúsur.

Tey rættvísu, sum talan er um, eru ikki mong. Mong, hvussu nógv tey eru stendur upp til Harran. Men tey «rættvísu» má standa í kontekst við «avkom». Avkom Dávids, ikki eftir holdinum, men eftir andanum. Hesi eru tey, sum upplivdu resultatið av tí andaliga sáðnum, sum hann sáddi. Og venda vit eygu okkara fram til Jesu virki, so vóru tað 120 sálir, sum vóru «avkom» aftaná 3 og ½ ára virki her á jørð, og tey vóru rættvís og høvdu Guds tokka.

Og hetta «avkom» Dávids Jesusar hava ikki havt tørv at leita eftir breyðið. Guds manna er komið til teirra av Guds náði. Innballað í feskastu vætu við nýggjastu opinberilsins morgundøggi. Ravnarnir eru sendir til «avkomið» Elias Tisbit og teimum eru givnir «boð um at fáa tær føði hagar.» « Avkomið» Dávid og menn hansara komu til Mahanajim og vóru útlúgvaðir av ferðini, tá komu menn sum Barzillai, Sobi, og Makir til teirra og góvu teimum alskyns føði.

Eg havi ikki orð fyri tað takksemi, at vera lutaður henda arv, at vera avkom Kristusar. Og gjøgnum øll míni ár, so havi eg ikki leita eftir breyði. Breyðið er komið til mín. Frelsan kom til mín. Útveljingin kom til mín. Dópurin kom til mín. Andans gnistur og eldur kom til mín. Náðigávurnar komu til mín. Gjørdi tú Hallur einki? Nei egentliga ikki. Hví? Tí eg eri avkom! Um tú ivast um tú ert avkom, hygg so eftir øllum, sum er komið til tín, so hvørvur ivanin og trúgvin tekur til!

Hallur Sørensen