«Tí eg havi fingið frá Harranum…» 1.Kor.11.23. So er tað eitt breyð og ein kalikur, sum er frá Harranum, Harrans kvøldmáltíð. Og tað eru øll samd um. Men samstundis eru fólk ikki viljug og hava dirvi til at siga, at tað er ein kvøldmáltíð, sum ikki er frá Harranum, eitt borð, eitt samfelag, sum ikki er samanbundið og samanknýtt við bondum, sum Hann gevur. Agapemáltíðin, kærleiksmáltíðin er einans fyri tey, ið hava lut í «kalikur signingarinnar, sum vit signa – er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta – er tað ikki samfelag við likam Kristusar! Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði.
Hvør hevur lut í blóðið Kristusar? Tey sum eru limir á likamið Hansara, sum er samkoman. Hygg Efesus.5.23,25,26,30: «Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er frelsari likams síns…Kristus elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana, fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum…Tí vit eru limir likams Hansara.» Ápostl.20.28: «Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann sær við Sínum egna blóði!»
Hendan samkoman, og hetta fólk, sum Hann doyði fyri, og sum kunnu taka lut í kvøldmáltíð Harrans eru millum annað nevnd í Opinb.13.8: «Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað(dýrið), hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.» Tey, ið hava lambsins lív íbúgvandi, og sum hava sítt navn skrivað í hesi bók eru gjørd verdig at luttaka í minnismáltíðini. Hini ikki! Í Opinb.kap.5 er lambið verdigt at lata upp innsiglið á bókrulluni. Nøvnini á teimum, sum lambið doyði fyri eru í tí bókrulluni, og lambið Jesus er tann einasti, ið kann vísa, hvønn Hann doyði fyri. «Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum.»
Pætur sigur tað soleiðis: «Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambið – Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld.» Efesus sigur tað soleiðis: «Eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni.»
Likamið: «Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði.» og Kol.2.17 sigur: «men likamið er Kristusar.» Her er talan um tvey likam: samkoman og Kristus. Merkisverdigt er, at øll ynskja part í likamið Kristusar, men ikki part í samkomu likaminum, sum er eitt og tað sama. Man vil gjarna hoyra til Kristus, men ikki likam Hansara, sum er havi pointerað omanfyri er likam Hansara. Man vil gjarna hoyra til høvdið «Kristus er høvur samkomunnar», men man vil ikki hoyra til likamið/samkomuna. Hetta er ein totalt óbíbilskur tanki, og er ein spottan móti Guds ordan og tanka – Kristus elskaði samkomuna! Elskar tú ikki samkomuna, so hevur tú ikki Guds kærleika! Og ei heldur part í borðið Harrans!
Nógv siga: eg elski Kristus Jesus. Men tey vilja ikki vera í tí samfelagnum, sum Jesus er høvur samkomunnar. Slíkur kærleiki fyllir ikki meir, enn tú kanst leggja á tað eina eygnaloki.
Eitt breyð: ein samkoma, sum Hann bleiv brotin fyri. Ikki et breyð saman við teimum, ið ikki hoyra til Guds samkomu, sum Hann vann sær við dýra blóði Sínum á Golgata. Ikki havi tvey breyð, har tú sigur: «Eg eti hetta breyð(likamið/samkomuna), og so kanst tú eta annað breyð, men vit kunnu sita við sama borð.» Antin etur og hevur man lut í breyðið Harrans ella ikki. Tað eru nemmliga ikki tvey Golgata og tveir Jesus. Eitt Golgata og ein Jesus, sum bleiv borin fram, sum syndaoffur fyri sína samkomu.
Er tað ikki merkisverdigt, at man vil hoyra til Kristus, men ikki til Hansara likamsins navn í dópinum. Høvdið hevur ikki annað navn er likamið. Likamið og høvdið bera sama navn og navnið fært tú ikki í bøn, lovsang, tilbiðjan, klappa, hoppa, men í dópinum – «Vendið við, og ein og hvør(Boð frá Harranum)tykkara latið seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.» Ápostl.2.38. Ert tú ikki doyptur í Jesu Kristi navn, so ert tú als ikki doyptur eftir orðinum! Og gongur tú í eini sokallaðari samkomu, sum ikki praktiserar dópin í ápostlasøguni, so ert tú ikki í Orð-samkomuni sum er likam Hansara. «Í upphavi var orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud» og samkoman lá í Kristusi, og Kristus lá í Gudi -orðinum. Samkoman er ein orð samkoma.
Kvøldmáltíð og dópur: Vit hava ikki barnadóp og barnakvøldmáltíð. Hetta tí, at tað stemmar ikki við orðið. Tey, sum kunnu luttaka í hesari máltíð, eru tey, ið eru komin til Bíbilska, skriftiliga trúgv á Jesus. Somuleiðis er við dópinum. Bert tey, ið eru komin til Bíbilska, skriftiliga trúgv á Jesus, kunnu lata seg doypa. Tí er barnadópur og vaksin dópur í trimum titlum rangvørgur 1.Kor.10.15 sigur: «Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna – dømið sjálv tað, sum eg sigi.» Paulus skrivar at henda máltíð og hetta samfelag er fyri tey, ið duga á at skyna. Grundteksturin sigur: hava intellegens, hava gott skil. Guds orð gevur skil og tí veit ein, at ikki ber til at «drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda… – dømið sjálv tað, sum eg sigi.» Tvørkirkjuliga møtið 3.páskadag er eitt borð, samfelag, læra, dópur í trimum titlum, barnadópur, konfirmatión, óbíbilskir titlar, s.s.Hr.pastor og frú pastor, ungdómsleiðarar, lovsangsleiðarar, leiðslubólkar o.s.fr. Fremmant fyri Orðinum.
Ímorgin, 3.páskadag verður aftur tvørkirkjuligt møtið millum nógvar «samkomur» í Tórshavn. Hetta fyri at minnast páskini og Jesu deyða og uppreisn. Allar hava sítt breyð(samkomu) og allar hava sína tríeind, har tað var annar persónurin í Guddóminum, sum hekk á Golgata og fór her niður at taka synd á seg fyri mannaættina, tí at «so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín…»
Um henda frelsiskraftin, sum fólk pástanda at hava fingið, ikki hevur havt H.A. við sær og aftaná mong, mong ár víst, at Gud er ikki ein tríeindargud, men Ein, so vil eg ikki hoyra til hesi likam og hendan peruvelling av læru. Vil ikki vera ein partur av slíkum økumeniskum felagsskapi, sum ikki vil vita av læru Harrans og Hansara borð og servering av mati. Tað var Gud sjálvur, í menniskja Jesus Kristus, sum gav seg sjálvan. Orðið sigur: «Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.» Jóh.15.13. Hvussu kann Gud pástanda at hava so stóran kærleika, um Hann letur sonin taka alt á seg og líða krossdeyðan? Sjálvsagt er tað ikki so! Lat meg sitera ápostl.20.28 aftur: «Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann sær við Sínum egna blóði!» Tað var Guds blóð, sum rann á Golgata!
Jehova frá Himli: «Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskja er av Himli.» 1.Kor.15.47. Grundteksturin sigur: hitt annað menniskja er Jehova av Himli.» Hetta likamið var Jehova av Himli – Jesus. Paulus sigur: «Hvør ert Tú, Jehova?» Tí Paulus rópti á Hebraiskum. Tað stendur í kap.22 í Ápostl. Og svarað varð: Eg eri Jesus.» og eins og Hann er av Himli, so er likam Hansara eisini av Himli – Samkoman. Hvør hevur rætt til kvøldmáltíð Harrans? Tey, ið eru av Himli og hava navn sítt skrivað í Himli og hoyra til tann himmalska skaran. Tey himmalsku luttaka ikki við mong borð og eta ikki eina máltíð, ið er designa av menniskjum. Tey eta við Harrans borð og teimum, ið hoyra til Guds likam á jørð!
Hallur Sørensen