Offur til Harran!
“Í Móselóg er jú skrivað: “Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.” – Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta, ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er fyri okkara skuld!”
Paulus far opinberilsi um hetta skriftstað, ið er eini 1400 ára gamalt. Nú knappliga far hann innlit í, hví og til hvønn tað er ætlað. Eingin nakrantíð av undangongumonnum Paulusar høvdu skilt týdningin av hesum skriftstaðið. Tey, ið áður høvdu lisið hetta vers úr G.T. høvdu øll hugsað um tað, ið Paulus nevnir: Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta? Øll høvdu hugsa um oksar, táið tey lósu og øll høvdu – ið tóku Móselóg fyri orð Guds – praktiserað henda sannleik. Men nú verður skriftin opinberað og avklødd og veruliga innihaldið kemur fram í versinum, at tað eru ikki oksar, ið fyrst liggja Gudi á hjarta, men tað eru hansara sonnu boðberar! Tolir tú, at opinberilsi fortelur, at oksarnir ikki eru í sentrum, men at tú skalt hugsa heilt annarleiðis? Tú hugsaði saman við hinum gjøgnum eitt tíðarskeið uppá 1400 ár, at hetta galt oksar, men opinberilsi sigur nú, at tað eru sonnu evangelistarnir. Tolir tú slíka drastiska vending og slíkt opinberilsi?
Fyri at nýta slíkt vers og at tað ljóðar AMEN úr himmalinum, so mást tú vera sum ein “oksi”. Nógvir “evangelistar” og aðrir menn av “høgari” rang blivu evangelistar, tí teir vóru so dovnir. Teir tímdi ikki at arbeiða og skulkaðu seg aftanfyri tað at skula sita heima og “studera” Guds orð og “vitja” faðirleys og einkir. Aðrir og onnur – tí nú eru konufólk eisini í leikinum, sjálvt um Bíblian tosar klárt ímóti tí – blivu av hesari rang, tí kontakirnar vóru ílagi. Man var dóttir ella sonur til ein pastor, og tí var heilt upp í dagin at hetta gekk í arv. Men Paulus sigur um seg sjálvan, at hann hevur arbeitt meir enn teir allir. Hann var ikki nakar slappur og dvaskugt týpa, men hann helt á nátt og dag og stíddi góða stríð trúarinnar. Paulus var ein sannur “oksi”, ið treskti. Hann pløgdi og hann setti plógjarnið djúpt. Fekk illgras burtur og reinsaði fyri alla óhumsku. Markirnar, ið hann kom til, bóru eitt merki eftir sær, ið vísti, at her hevði Paulus verið. Spurningurin reisist eisini: er Paulusar rødd og fingramerkir í tínari samkomu?
Oksarnir, ið tú skalt leggja merki til ídag skulu fyrst ganga í Paulusar fótasporum – “ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er fyri okkara skuld!” Okkara, so er tað nakað, ið kallast okkara evangeliium og arbeiðið, sum vit mugu identifiserast við. Kasta ikki tínar gávur og pengar til hesar superforførarnar í okkara landið. Hesi, sum ikki praktisera ein sannleika, ið Paulus kom við. Ikki hansara guddómslæru, at Jesus Kristus er hin ævigi Gud opinberaður í holdi, og ikki 2.pers í Guddóminum. At dópurin sum Paulus útførdi var bert í Jesus Kristi navn og ikki trimum titlum – titlar eru ikki navn! At samkoman hins livandi Guds er út og atskild frá heiminum og skal ikki samantvinnast við vertsligheit. At í teimum lokalu samkomunum skulu vera elstar og ikki nakar pastorur yvir teimum elstu. At kvinnan skal ikki vera undangonguspíssurin fyri læru og evangelii Jesusar og ikki vera elsti. Hygg eftir, um Paulus hevði kent seg aftur í nakrari samkomu ídag í Føroyum.
Oksar, ið tú skalt elska og hava á hjarta eins og Gud, eru teir, ið veruliga treska, so at tú fær nering av skriftini. Og tann nering tú hevur tørv á, er tann rætti kosturin í endatíðini. Hygg gjølla eftir og lurta, um tín sokallaði oksi nakrantíð tosar um endatíðina sum eina super forføraratíð og at Satan sleppur framat sum ongantíð fyrr. Endatíðin er ein villunartíð og ikki ein vekingartíð. Er tín oksi, ein slíkur sum ávarar og letur slíkar tónar ljóða frá talarastólinum ella lutar hann út sovitablettir, so at øll halda, at nú kemur vekingin sum hatta konufólkið Sólbjørg í Lindini profeterar hvørja viku í Lindini? Ikki kasta tínar gávur og kreftir til slíkar oksar, sum ikki hava gjørt annað enn at roynt at pløga Ápostlasøguna kap.2 upp og niður og aftur og fram, og sum atlíkavæl ikki hava fingið sannleikans anda til at fáa nering úr tí heilaga kapittilinum. Hesi tala í tungum í 5.gervi, men táið tey skulu tala á móðurmálinum um Jesus, skalt tú lurta leingi, áðrenn nakað við skili hoyrist.
“Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.” Oksin var eitt sterkt dýr og mangan vælvaksi. Tí tørvaði honum mat/økonomi og tær ressourcir sum skuldu til fyri at kunna arbeiða. Legg til merkis, hvørjir oksar arbeiða í Guds akurlendi ídag. Legg til merkis hvørjir pløga, treska, grava, leita, reinsa, byggja upp og ríva niður og ver við at føða teir við mati, økonomi, bøn, signing og orðum sum byggja upp. Men hygg eisini eftir, hvørjir sum aldrin pløga nakað, men sum liva í yvirflóð. Gevist við at senda ressourcir tykkara til TV.Visjon Norge. Henda “oksa” sum ikki pløgir eitt vers við sannleika, men livir í marglæti. Tað sama við Lindini. Ein super forførarakanal við menniskjum, ið ikki vilja taka ímói sannleikanum, men sum servera lygnir um at veking kemur til Føroyar. Tit mugu vælsaktans hava lagt merki til, at øll hesi profetiir ikki hava gingið í uppfyllilsi?!
Í G.T. vóru 12 ættir. Av teimum var Levi útvaldur til at gera prestatænastu og at hava við tabernaklið at gera. Hinar 11 ættirnar høvdu ikki lut í tí. Men Levi oksin livdi av hesum arbeiði. Tær 11 vitstu at lív okkara við Harran gongur ígjøgnum Levi, tí hann pløgir. Og tær 11 ættirnar vóru 100% avhengigar av, at Levi bar rætta boðskapin út til Ísraels fólk. Men hinvegin var Levi avhengigur av, at tær 11 ættirnar vóru gávumildar og høvdu sans fyri, hvar gávur o.a. skuldi fara til. Eg vóni, at tú spyrst Harran, hvør ið er ein sannur nýtestamentligur Levit, sum tú skalt hjálpa, og sum títt andaliga lív skal vera knýtt at.
Eg eri takksamur til Harran, at í Nardus eru oksar, ið treska akrar, sum onnur ikki vildi torað og havt mót til at pløgt. Og fólkið eru sera takksom og eru við til at framelska slíkar, tí tey vita innast inni, at hesir eru við til at halda okkum andaliga sterk og ajour, so at man ikki fellur í andaligt fátækradømi og gerst eitt rov fyri Satans sterku kreftir í endatíðini. Eg bjóði tær at koma á okkara møtir og kenna, at Paulusar evangeliið enn finst í Føroyum!
Hallur Sørensen