Er presturin Ann Dahl Hansen heilt skørp í skriftini?
Spurningurin er sera einfaldur at svara: Nei!
Tór Arni Samuelsen og Preben Hansen gjørdi mong interview á Lindini, táið Lindin seinasta leygardag hevði 20 – ára jubeleum. Veitslan var hildin niðri á Østrøm. So hoyrdi eg av tilvild, at Preben Hansen, ið heldur ikki er skarpur í skriftini, gera eitt interview við prestin, Ann Dahl Hansen. Eg vil líka byrja við einum orðataki, ið Friederich Schiller skal hava sagt, og sum lýsir hesa støðu hjá Ann Dahl Hansen og Preben og Lindini sum heild: “Mod dumhed kæmper selv guderne forgæves“.
Preben og Ann tosaðu um týdningin, sum Lindin hevði havt hesi 20 árini. Tað fari eg ikki at viðmerkja í detaljum. Men mín holningur er sera einfaldur: Stóran skaða! Har hevur verið logið nógv um sannleikar í skriftini gjøgnum hesi 20 árini. Har hevur verið nógv profeterað í navni Harrans, sjálvt um Harrin aldrin hevur sagt nakað av tí, sum profeterað hevur verið um hesi 20 árini. Lindin hevur verið ein sterkur undangongumaður fyri læru-neutralitetið í hesi 20 árini. Har hevur bæði rátt og rotið verið samanblandað og serverað hesi 20 árini, og tað verður væl fagnað. Eingin setur spurningar við nakað sum helst. Prestar, bispur, brøðramenn, Immanuel fólk, Gleðiboð og mong, mong onnur sleppa til mikrofonirnar. Øll við síni læru. Stakkals fólk, sum skula lurta eftir øllum hesum forvirringinum. Milt sagt ein religiøs kloakk!
Men interviewið við Ann var skelkandi. Hon segði, um ikki orðarætt, men ikki langt burtur frá, at “vit mugu bara síggja at læran má koma í aðru rekkju…” Og hetta tók Preben fult undir við. Og so segði Ann, at Lindin, sum hon sá tað, var eitt uppfyllilsi av Jesu høvuðsprestaligu bøn, “at tey øll skulu verða eitt,…” Fyri tað fyrsta vil eg siga: “Ann, hvat billar tú tær inn? Sikken ein frekheit av grovasta slag!”
Nr.1: Bíblian er ein læribók! Alt skynsemi sigur tað. Táið ein gongur í skúla, so fært tú handað bøkir, sum eita “Læren om matematik, læren om filosofi, læren om psykologi” o.s.fr. Tá kann ein ikki siga, at hetta “kemur í aðru rekkju”. Nr.2: Og við at siga slíkt, so skjýtur Ann seg sjálvan í fótin og vanvirðir tað Theologi, sum hon sjálv hevur nýtt mong ár uppá, enntá við studningi frá Landskassanum! Nr.3: Vita, um Ann hevði klára at staðið við tað, ið hon sigur, táið tað galt barnadóp, konfirmatión, altargongd, heiløg sakramentir og alt annað religiøst humbuk, sum kirkjan við síni læru umboðar. Eg vænti ikki. Ann, tú hevur eisini eina læru, bíbilsk er hon ikki, men tú lærir tað, ið kirkjan hevur álagt tær at læra.
Læran er grundbasis í skriftini! Tí er Lindin lívsvandamikil fyri ófestar sálir, tí hon lærir stikkmótsatt tí, ið Bíblian lærir um læru ápostlanna og profetanna. Lindin lærir “læru-neutralitet”. Tað er eitt fremmant hugtak fyri skriftina! Bíblian sigur: “Hina fyrru bókina skrivaði eg, Teofilus, um alt tað, sum Jesus fór undir at gera og læra,…”Ápostl.1.1. “Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.” Ápostl.2.42. “Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu.” Ápostl.4.2. “So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar.” Ápostl.4.18. “Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir í lýsingini inn í templið og lærdu.” Ápostl.5.21. “Tá kom ein og bar teimum hesi boð: “Menninir, ið tit settu í fangahús, standa í templinum og læra fólkið.”” Ápostl.5.25. “Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus.”Ápostl.5.42. Eg kundi hildið áfram og víst lærunar ekstrema týdning og lagt út skriftina. Men hesi omanfyri nevndu skriftstøð vísa klárt, at Jesus lærdi teir, meðan Hann var her á fold, og hvussu Hann intensiveraði læru Sína í Sínum dýrdarlikamið teir 40 dagarnar, áðrenn hann varð tikin upp til himmals, Ápostl.1.2-3. Ann, tú verður noydd at eta orðini í teg aftur!
So nevndi Ann Jesu høvuðsprestaligu bøn. Kann Ann ikki lesa, ella er hon so blind, vegna at hon lesur Jesu úttalilsir gjøgnum religiøsu – traditiónsbrillurnar, sum hon er smittað við frá universitetstíðini? Er Jesu bøn umfatandi alt og øll? Lat meg byrja við konklusiónini: Nei!
Lat okkum hyggja at Jesu bøn! Har stendur: “Hetta talaði Jesus;…”Jóh.evang.kap.17.1. So mugu vit fyrihalda okkum til, at “hetta talaði Jesus”. So biður Hann. Hvørjum biður Hann fyri? Øllum heiminum? Allar trúarbólkar, óansæð læru og trúgv og forkynnilsi? Sjálvsagt ikki! Hoyr hvat skriftin sigur: “Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.” V.6 Hesi menniskju eru forútvald til at halda orðið, og tey kenna navnið á hinum einasta sanna Gudi, ið er opinberaður “Jesus Kristus”.v.3 Kristus var ikki annar persónurin í Guddóminum! Spyr ein Jøda hvør Kristus/Messias er: Hann er Gud, komin í hold. Og hesin Jesus sigur skriftin: “er hin sanni Gud og ævigt lív.”1.Jóh.Bræv.5.20
So Jesus biður fyri Sínum útvaldu, sum kenna Gud, navnið og halda Hansara orð, sum í hesum føri eru ápostlarnir! So sigur Jesus víðari, og lyftir Síni bøn longur út í vídd og í tíð í v.20: “Eg biði ikki bert fyri hesum(ápostlum), men eisini fyri teimum(útvaldu menniskjum),…” – tí Jesus sigur nemmliga í v.9: “Eg biði fyri teimum(útvaldu); Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey vóru Tíni.” So lesa vit víðari í v.20: …sum við orðum teirra(ápostlanna) koma til trúgvá Meg – at tey øll(og eingin onnur)skulu verða eitt,…” Hvørji eru tey, ið skulu verða eitt í likaminum, trúnni, læruni, navninum, dópinum? Ápostlarnir, og tey, og bara tey, ið taka við forkynnilsinum frá ápostlunum. Hini, ið Jesus ikki biður fyri, og sum eru av heiminum(kap.17.9) fara at taka móti alskyns lærum og forkynnilsi og religiøsiteti, men tey útvaldu taka við ápostlanna læru! Tí var fyrsta úrslit eftir hvítusunnudag, og sum framhaldandi er basis í lív og læru hetta: “Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.” Ápostl.2.42. Grundarsteinurin varð lagdur tá, og er enn galdandi. Tí er Jesu bøn um einleika ikki íroknandi læru-neutralitetin hjá Lindini, og Jesus stendur ikki sum garantur aftanfyri Ann Dahl Hansens útlegging av hesum orðum!
Eg vil enda við hesum álvarsomu orðum frá sama rithøvunda sum Jóh.evang, har hann sigur hetta í 1.Jóh.bræv.kap.2.24: “Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara!” V.28.
Hallur Sørensen