Vit lesa í 1.Sám.15.27: ”So vendi Sámuel sær á og skuldi fara. Men Saul tók í hornið á kappa hansara, og tað varð skrætt av.”

Hesin tekstur, og allur kapittulin er álvarsamur, dramatiskur og talandi. Hesin kapittulin er endin á kongadømi Sauls.

Profeturin Sámuel innsetti kong Saul eftir boði Harrans, og hann fekk eisini til uppgávu at avseta hann aftur. Gleðin var stór, tann dagin Sámuel hitti Saul fyri fyrstu ferð og sá har salvaða Harrans. Sámuel sá styrkina, móti, dristigheitina og eitt hjarta, sum broyttist, táið andi Harrans kom yvir Saul. Men nú er gleðin vend til sorg, tí profeturin sær ein kaldan, kyniskan, arrogantan, stoltan og hugmóðigan kong, sum er ólýðin móti Harranum, sum útvaldi hann, og respektleysur móti Harrans profeti, sum tók hann inn undir sínar veingir og upplærdi hann í orðinum, og sum fekk lut í oljufløskuni, har salvan rann.

Hvussu mangan eg havi upplivað hetta sjálvur, at menn, sum Harrin útvaldi og gav embæti til tænastu, men sum vegna ólýdni brutu sáttmála Harrans, havi eg ikki tal á. Og sorgin, sum Sámuel, at tey, sum man tók inn undir sínar egnu veingir og lærdi tey veruliga Guds veg og bíbilskar sannleikar, men sum ikki virdu tað meiri enn svínini virða eina perlu, havi eg eisini upplivað.

Náðitíðin er ikki altíð líka lang, sum livitíðin. Og tað kom eisini fyri dagin hjá Saul. Saul hevði toygt streingin so langt, at nú brast og eingin vegur var aftur. Kongaembæti var gloppið honum úr hondum. Salvilsi var burtur. Hetta navnið SAUL ræddist eingin fíggindi longur. Hann sum hevði verið kvikur, var nú seinur. Hann sum hevði verið sterkur, var nú veikur. Hann sum hevði havt eitt hvast svørð, hevði nú eina sløva svørðs-egg. Andaliga spenstigheitin var burtur. Sorgfult, men satt.

Hvat skal man so gera? Jú, mong gera sum Saul. Vit lósu: ” Men Saul tók í hornið á kappa hansara,…” Hann tók í salvaða kappa profetsins. Hann gjørdi akkurát, sum flest øll gera: Liva uppá vælsignilsi, sum onnur føra til teirra. Liva uppá opinberilsi, sum onnur føra til teirra. Liva uppá lifliga Andan, sum onnur føra til teirra. Liva uppá kappa Sámuels, har profetandin, salvilsi, kraftin, styrkin og eitt So Sigur Harrin er tilstaðar, akkurát sum kappi Eliasar og Elisa.

Bið til Harran, at tú ikki ert ella skal gerast ein slíkur Saul, sum vegna títt ólýdni móti orðinum og útvalda ápostli, profeti, evangelisti, hirða og lærara, sum Harrin gav tær at føra teg víðari á leið, við gávum í andanum, vælsignilsi í talu og vitnisburði, at tú so missur tað. Hetta er álvarsamt!

Ikki skræð nakað til tín, tað heldur eina stutta løtu, og so situr tú eftir við lítla kappaminninum, meðan profeturin og klædningur hansara er í fullum arbeiði fyri Harran og forkynnilsi heldur fram og orðið heldur fram og salvar onnur – Dávid!

 

Hallur Sørensen