fíggindin, ið sáaði tað, er Djevulin. Matt.13.
Heilt ótrúliga álvarsom orð, sum vit eru lesandi her!
Hesin mánaður kallaður desembur, hevur verið ein heitur mánaður. Lítið av kulda og kava. Eini 7-10 hitastig, sum í roynd og veru ikki er hóskandi fyri ein slíkan mánað. Og av somu orsøk, so grør runt um míni hús. Klædningurin, terrassubrettini og herregårdsflísarnir eru grønir. Blomstrini spíra. Ikki er hetta rætt. Hetta er ikki passandi fyri vetrartíð – ei heldur tað andaliga.
Ongantíð hevur illgrasið blomstrað so nógv, og við so nógvari fer og fest so sterkar røtur, sum í hesi tíð, sum er ópassandi. Hetta er vetrartíð sigur Paulus. Hoyr hansara egnu orð: “Royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt!…Royn , alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur!” 2.Tim. 4.9,21. Og millum hesi bæði versini er fráfalsillgrasið spírandi við Demas, Aleksander, og mong onnur, sum ikki komu Paulusi til hjálpar. Tey sviku hann.
So kom Djevulin. Hann sáddi, meðan fólkið svav. Eingin sáar um veturin. Eingin sáar um náttina, í myrkrið. Tað er ikki passandi. Hóskar ikki saman. Eg havi mangan sáað og altíð gjørt hetta arbeiðið um dagin, í dagsljósi. Men Djevulin spyr ikki um tíð og tíma. Spyr ikki um árstíð. Men um fólkið svevur ella er vakið.
Djevulin er ein demon, ein óndur andi, og Djevulin kemur av tí griska orðinum diabolos og merkir: Skaðafuglur. Orðarætt: skapar split, ósemju, klandur, seta ilt ímillum. Henda demonin kemur nær og hvar hon vil, uttan at hon tekur fyrivarni um tað er vetur ella summar. Uttan fyrivarni fyri um man er intellegentur ella ei. Høga útbúgving ella ei. Henda demonin ræðist ikki Dr.Theolog, orðatoriskt dugnaskap. Einasta henda demonin ræðist, er um tú og eg eru vakin í endatíðini. Ikki sova, ikki eru sløv, ikki berjast við at hava andaligu eyguni opin. Ikki geispa so síðumaðurin sær langt niður úlvin. Ikki snorkar. Ikki hevur latið teg í andaligt pyjamas og vísir demonini, at nú ert tú áveg í sovikamarið.
Esaias kap.21.11 sigur soleiðis: Spádómur um Duma. Teir rópa til mín úr Se´ir: “Vaktari, hvat líður náttini? Vaktari, hvat líður náttini?” Henda vaktara ræðist Djevulin. Hesin vaktarin er vakin og granskar og rannsakar náttina og hennara tíma. Hann kennir á sær tað kall og ábyrgd, sum er lagdur á hann.
Í Matteus 24 lesa vit: “Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin…” Í endatíðini eru tænarir sum sova og tænarir sum vakja. Hvørjum tænara ert tú og títt lív knýtt at og hvør tænari er tað, sum vakir yvir tíni sál? Er hesin tænarin hondplukkaður av Gudi ella sjálvinnsettur ella organisatións valdur og innsettur? Spyr teg henda ekstremt álvarsama spurning! Úrslitið av hesum tænarum sæst aftur í kap.25.: “Við tað at nú brúðgómurin drálaði kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt hoyrdist róp: Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum.” Tær moyggjar, sum sovnaðu, vóru eitt úrslit av tí ringa tænaranum í kap.24. Meðan tær, sum ongantíð sovnaðu, men róptu, vóru eitt úrslit av tí trúgva og skilagóða tænaranum.
Lat ikki hesa demonina, henda skaðafuglin, taka teg av fótum. Lat ikki hesa demonina skapa ilt millum teg og Guds orð og Guds tænara. Ver vakin, eins og tænarin í endatíðini. Í hesi myrku tíð, vetur, er demonin sloppin framat. Gjørt kolosalan skaða á alt, sum eitur kristinheit. Fólkið svevur og illgrasið við sínari syndarligheit hevur tikið ræðið á øllum kristnum plattformum. Demonin hevur skapt split so at Guds orð ikki hoyrist í talu, bíbliutímum og sangi.
Lat ikki hetta koma inn yvir meg og teg. Hold deg våken Zions datter, fyll ditt tomme kar. Snart løftes vi og møter kongen, glemt er den sorg vi bar.
Hallur Sørensen