Í Jóh.opinb.kap. 5.2-4. stendur: ”Eg sá veldigan eingil, sum rópti við harðari rødd: „Hvør er verdur at lata upp bókrulluna og bróta innsigli hennara?“ Hvørki í Himlinum, á jørðini ella undir jørðini var nakar, sum kundi lata upp bókrulluna ella hyggja í hana. Tá græt eg sárliga, tí eingin varð funnin verdur at lata upp bókrulluna ella hyggja í hana.”
Jóhannes grætur sárliga, tá ið hann skrivar niður hesa hending, tí hann sá, at eingin var funnin verdigur til at bróta innsiglini á bókrulluni.
Vit hava hoyrt um ymisk stór rán, ið eru framd upp gjøgnum tíðirnar. Mangir av hesum tilburðum eru síðani filmatiseraðir. Táið filmurin nær sítt klimaks í og við at tjóvurin er komin framat pengaboksini og hann snarar hesum lítla hjuli sindur fram og sindur aftur, og til hvørja rundu skal hann við sínum oyratóli hoyra eitt ”klikk”, so sær man at boksin opnast og skatturin kemur til sjóndar. Soleiðis er eisini við Guds orðið. Ikki ein og hvør er ístandsettur ella verdur at opna ella snara skriftina til ”klikkið” ljóðar í Andans verð og eitt Amen hoyrist frá himli av. Nei, bert tann, sum av Gudi er útvaldur til tað, og sum hevur fingið Anda Guds og lyklar himmiríkis frá Jesusi.
Í hesi hending trínur knappliga lambið fram og opnar innsiglini.
Hesi vers burdi fyri okkum, ið enn fylgja lambinum hagar tað fer, verið við til enn einaferð at vakt okkum upp fyri alvorinum í evangeliunum og verið eitt róp og ávaringarljóð, til at vit ikki koma í hesa andaligu vanlukku, at lambið Jesus Kristus dregur burtur frá samkomuni. Í 3.kap í somu bók, stendur Jesus uttanfyri samkomuna og bankar uppá. Og táið Jesus stendur uttanfyri finst ikki verdigheit og nakar sum kann bróta innsiglini. Jú heilt sikkurt er tað ein rúgva av øllum, ið samkomurnar kunnu vísa fram. Góðir musikarar, dýr ljóðføri, góðir solosangarar og stór kór, enormar kollekt upphæddir, men er Jesus uttanfyri, hvat er tá? Man kann hava nógvar Bíbliur, enntá greek og hebrew lexicon og lesa í tað óendaliga. Men er Jesus uttanfyri, so verða eingin innsigli brotin og teksturin í bókrulluni gerst bara svart blekk á hvítt pappír.
Allar hvítusunnusamkomur, ið eg síggi via T.V. ella hoyri á kristnu útvarpstøðini hava fyri langari tíð síðani mist verdigheitina til at bróta innsiglini í orðinum, so tað verður matur til fólkið. Hetta tí at Harrin stendur uttanfyri. Tað verður serverað nógvur matur, men matur í rættari tið er fyri langari tíð síðani ”gått ut på dato”.
Harrin lat tað norska fólkið – og síðani kom hvítusunnurørslan til tað føroyska – kraft og Gudsopinbering upp í hendur. Gud gav teimum og okkum verdigheit, men sum tíðin gekk, viku fólkini meir og meir frá Jesus, og plattformurin varð eitt forum fyri óendurføddar ungdómar, óinspireraðar prædikumenn og elstubrøðrir, sum ikki áttu andans fylling
ella góðs til at taka fráfallið við hornunum. Menninir, ið skuldu staðið á sínum varðum, vóru bangnir. Úrslitið er tí, tíanverri, at sum tað var á døgum Jóhannesar, so sæst og hoyrist týðiligt, at tað finst ikki nakar, ið hevur verdigheit og kall frá Gudi til at opna bókrulluna og bróta innsiglini.
Og eru vit fødd av sama anda sum Jóhannes, so liggja vit ikki á gólvinum og venda okkum til høgru og vinstru í einum ókontrolleraðum látri og skríggja sum vill djór, tí Rodney ella aðrir tílíkir falskir profetar kommandera tað. Men vit gráta sárliga yvir støðuna. Gráta yvir hetta grípandi fráfallið, vegna tað at lambið, ið fyrr var á møtunum og innsiglini blivu brotin og fólkið kom í veruliga syndaneyð og bóðu um náði til umvendan, nú stendur uttanfyri samkomuna. Lambið, ið prædikaði heilagleika og reinleika og setti alt í rættan skikk, bankar nú á hurðina, sum tað var innanfyri áður. Tað er ógvuliga tragiskt at síggja og vera vitni til. Eingin skal hovera seg yvir ein annan. ”Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki!”.1Kor.10.12. Tí skulu vit verða ansin og vera uppá vakt at lambið hevur sítt sentrala pláss á okkara møtum og lívi.
Jóhannes græt. Jesus græt. Og hetta vóru ikki nøkur krokudillutár niður eftir vanganum, men innarligur harmi yvir støðuna. Og um vit ”grótu” og bóðu eins og Jóhannes, so vildi svarið eisini komið til tín og mín: ” Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.“ v.5.
Má Harrin Jesus finna eitt fólk, sum Hann kallar : Mítt fólk. Og at hesin flokkur, í hesari lunkaðu Laudikea tíð finnist at vera verdigur at kunna opna Bíbliuna og at orðini gerðast til Anda og lív.
Hallur Sørensen