Tað tykist mær, sum at fólk eru ógvuliga upptikin við grøðing. Ikki er nakað gali við tí, tí at hetta er ein partur av evangeliiunum. Men grøðingar eru ikki at finna ídag í somu styrki og nøgd, sum táið Jesus gekk her á fold. Jesus proklameraði eisini 1000 ára ríkið fyri Ísraelsfólki, og við tí fylgja eisini heilt onnur lyftir.
Í tíðarskeiðinum frá 1950 -1970 var Healing Jesus nógv frammi í Amerika og prædikumenn sum William Branham, A.A.Allen o.a. høvdu eina serliga gávu frá Gudi at veita menniskjum hjálp gjøgnum undur og grøðingar. Men fakta ídag er, at slíkt hendir bert í einstøkum førum. Og vit takka Jesus fyri Hansara inngrep.
Tað, sum er meira tragiskt, er at religiøs menniskju kenna bert til tað einu síðuna av grøðing og gloyma ella vita ikki um hinar. Eg skal her vísa á 5 ymisk guddómmilig inngrep, sum Frelsari okkara, Jesus Kristus, ger fyri sítt fólk.
- grøðing/helbredelse. Vit lesa í Ápostl.9.34:” Pætur segði við hann:” Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína!” Tá fór hann við tað sama upp.” Grøðing síggja vit her, í og við, at sjúkan steðgar við sínum deyðiliga inngrepi, og frá somu stund, sum tað niðurbrótandi heldur uppat, so byrjar grøðingin/helbredelse = Det breder seg over det hele. Her hendi tað beinanveg. Í øðrum førum vita vit, at tað kann eisini henda yvir longri tíð.
- Tekin og undur fylgjast at. Vit lesa i Ápostl.4.29:” Og nú Harri! Hav eyga við hóttum teirra, og gev tænarum Tínum at tala orð Títt við øllum dirvi, við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing, og letur UNDUR og TEKIN henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!” Fara vit so til Jóh.evang.11.43, so stendur:” Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart:” Lazarus, kom út!” Tá kom hin deyði út,…” V.47:” Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu:” Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong TEKIN.” Vit síggja, at tekin og/ella undri galt lív ella deyð. Har kundi ein grøðing ikki hjálpt, men bert ”tegn, under og mirakler.
- í Hebrearabrævinum kap.11.34 stendur:” …fingu styrki eftir veikleika,…” aðrar umsetingar siga: fingu styrki eftir sjúkdóm. Hetta er ein av teimum ”grøðingunum”, sum mong ikki hugsa um. Tað, ið liggur í hesum, er at eftir at ein hevur havt svára sjúku, tað kann vera av als slags sjúkum ella sum versið vísur á:” sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg,…” at tey í harða krígnum fingu eitt psykisk niðurbrot ella fingu húðina næstan avrivna, so atlíkavæl komu tey fyri seg skjótari enn onnur. Táið læknin væntaði, at tú fór at liggja í 1 ár, so gjørdi Gud tað soleiðis, at tíðin reduseraðist til hálvt ár, og hetta viðførdi, at læknin bert stó og gapaði og undraðist yvir, ”hvar tú fekk slíka styrki frá eftir veikleika og sjúku”.
- í Ápostl. 28.1-6 lesa vit, um táið Paulus verður bitin av einum giftigum ormi. Í v.5-6 stendur:” Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði EINKI mein av tí. Tey VÆNTAÐU, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíða leingi og sóu, at einki sakti hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur.” Her kemur eisini Guds bevarandi kraft og ein prevantiv grøðing inn. Giftin tók ikki dik á seg, men mátti yvirgeva seg fyri tí grøðing og beskyttilsi, sum var í manninum frammanundan. Hann slapp frá at blíva sjúkur! Tað er ein stór varðveitsla, at man sleppur frá at gerðast sjúkur, har onnur vildi doyð og fingið varandi lívskaða av somu álopum. Tað at ikki at gerast sjúkur er ein grøðing í sær sjálvum.
- Til seinast, so sigur Dávid nakað serligt í Sálm.139.14:” Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult…,” Tað eru summar sjúkur ella kropslig álop, sum kroppurin sjálvur tekur sær av. Gud hevur skapt og virka likamið á slíkan hátt, at kroppurin ”grøðir” seg sjálvan yvir tíð. Fært tú sár í sálina ella likamið, so resturerast tað aftur, og hetta tekur likamið sær sjálvt av. Latið okkum læra av hesum teksti og Guds mangfoldigu vælgerðir móti okkum og ikki læsa okkum føst og stara einans uppá tey ”stóru” miraklini og ikki seta hini høgt í metum. Takka Gudi fyri Hansara litríku og alskyns grøðingar móti tær.
Hallur Sørensen