Kvøldmáltíðin

Jesus eftirlat okkum nøkur fá ting at praktisera og at taka lut í. Av teimum kunnu nevnast: Dópurin í Jesu kristi navni og kvøldmáltíðin. Tað fyrra hevur satan næstan klárað at tileinkisgjørt og útruddað av hansara forførarum, men tó hevur Jesus altíð átt síni, sum hava tikið henda sannleika til sín og varðveitt hann sum dýrabarasta gull. Kvøldmáltíðin er heldur einki undantak. Hesin dýrgripur er eins og eitt tyggigummi drigin í allar ættir, so at ídag vita tey flestu ikki, hvat sum er rætt og hvat sum er skeivt. Dópur og kvøldmáltíðin ganga hvørt í annað. Skilur tú ikki tað fyrra, so skilur tú heldur ikki tað annað. Bæði peika á Jesus!

Katólska læran um kvøldmáltíðina er følsk og stemmar als ikki við skriftina eins og alt annað, ið kirkjan lærir! Katólska læran lærir transsubstansiansjóns-læru. Den katolske kirke lærer, at det under nattverden skjer en forvandling (transsubstansiasion) av brødet og vinen. Elementene er, etter at de er innviet til nattverdselementer, forvandlet til Kristi legeme og blod, selv om de fremdeles ser ut og smaker som brød og vin. Eg kundi havt nevnt nógvan annan galskap hesum viðvíkjandi. Men katólska kirkjan fæst nógv við mystesismu og gand. Og hetta er eitt av teimum, at breyðið og vínið á ein mystiskan hátt gandast til Jesus likam. Tí fáa leikfólkini við altargongd bert breyðið at eta, og ikki vínið at drekka, tí vínið er í likaminum, lærir kirkjan. Fyri at trúgva slíkum kann – sum Bíblian lærir – ein ikki vera andaliga edrúur. Hetta er eitt av teimum tingunum, sum skøkjan við sínum víni lærir.

Í mótsetning til katólsku læruna, so lærir Lutherska kirjan konsubstansianssjón-læru. Denne går ut på at Kristus er reelt tilstede i nattverden “i og med og under” den uforandrede substans av brød og vin. Lille Katekismus: “ Alterets sakrament er Jesu sanne legeme og blod under brød og vin.” Her er galskapurin bara á hinum vonginum. Tí Bíblian lærir, at hetta var ein minnimáltíð. Og tú fært ikki syndafyrigeving við at eta hesa sakramentalu máltíð. Táið kirkjufólk fara til altars og móttaka sakramentið, so merkir hetta syndanna fyrigeving. Síðani leggur presturin hondina á høvur títt og sigur: ”Náðiga fyrigevi eg tær allar syndir tínar. Far í friðið!” Eg hoyrdi í ÚF, prestin siga: “Eg takki tær Harri=Jehova, at tú hevur lært meg, hvat eg skal trúgva og gera.” Hetta er tað reina nonsens, tí hetta hevur mín Jehova ikki lært meg. Men hetta merkir sjálvandi, at Harrin hjá presti er theologi universitetið í KBH.

Hvat er týdningurin av Ápostl.2.42: Tey hildu trúliga fæst við læru ápostlanna og við samfelagið, við BREYÐBRÓTINGINA og við bønirnar. v.46: …og BRUTU breyðið heima við hús…. Kap.20.7: Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at BRÓTA breyðið…

Lat meg siga beinanveg, at breyðbróting er ikki kvøldmáltíð ella minnimáltíð! Har taka mong feil! Breyðbrótingin var og er ein kærleiksmáltíð = agape máltíð. V.46 merkir, at kærleiksmáltíðin var sera týdningarmikil, tí at hesi, ið høvdu tikið við ápostlanna trúgv vóru jú eitt útskot og “vandamikil” fólk. Tey blivu skjótt útstoytt úr samfelagnum og tí máttu tey halda saman og taka sær av hvørjum øðrum og vísa kærleika og umsorgan. Í Kap.20.7 sæst at tey samlaðust ein ávísan dag, fyrsta dagin. Og við hesum høvdu tey breyðbróting.

Breyðbróting fyrigekk seg á tann hátt, at í tí húsinum, ið samlingin var, so tók húsfaðirin eitt breyð, ið konan hevði bakað og breyt tað sundur og gav menniskjunum eina máltíð. Mong vóru svong og onnur áttu ikki tað stóra. Tí kom hetta væl við. Seinni er tað at Paulus má taka eitt uppgerð við Korintmenn, tí teir hava mist essensin og tann uppruna, ið tað skuldi hava. Hetta kanst tú lesa um í 1.Kor.11.20 og úteftir. Henda máltíð bleiv ein demostration uppá ríkdóm, og hvat hvør kundi taka við av góðum mati og av mongd. Har vóru jú fleiri, ið ikki áttu fyri nál í vegg, og hjá teimum varð henda máltíð ein byrða heldur enn ein uppmuntran og kveikjan. Paulus sigur jú í vers. 22: “Hava tit tá ikki hús at eta og drekka í!” Les víðari. Paulus vil við hesum siga, at tey skulu eta seg lidnan heima, og so kunnu tey koma saman til kærleiksmáltíðina. Agape máltíðin var ein felagsmáltíð. Judas tekur eisini hetta fram og sigur um hesi í vers 12: “Hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv.”

Vit finna í Luk.24 eina flotta lýsing av hesum, hvussu Jesus brýtur breyðið. Har stendur: “Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum. Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann;….30-31. Vit síggja, at tað var egentliga Jesus, ið var gestur, men tá ið Hann brýtur breyðið, so opnaðust eygu teirra. So egentliga var Jesus húsfaðirin! Og í v.35: “Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.” Jesus hevði undurfulla agape máltíð saman við teimum!

Eitt annað, ið eg eisini havi ringt við at skilja er, at táið man ikki fatar, hvat ápostlanna læra( Living=undirvísning) gongur út uppá og tað samfelagið, ið byggir upp um ápostlarnar í lívi og verki, hví man so skal vera so skrásikkur í breyðbrótingini og bønunum?!

Hvat merkir: “So ofta”? vit Lesa: “takkaði, breyt tað og segði: “hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!” Somuleiðis tók Hann eisini kalikin – eftir kvøldmáltíðina – og segði: “Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum; gerið hetta, so ofta sum tit drekka tað, til minni um Meg!” Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.” 1.Kor.11.25-26.

Tað, ið eg fari at skriva um nú, hava nok tey flestu ongantíð hoyrt ella lisið um fyrr og mong fara allarhelst at vera djúpt óeinig. Tað verður so upp til tín, og kann hetta eisini standa opið til diskussión. Men eg eri av tí sannføring, at eg havi rætt. So kanst tú, um tú vilt, lata hoyra frá tær, hvat tú heldur.

Eg vil knýta “so ofta” upp til tað, ið stendur í 2.Pæt.1.20. …einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Also, so er “so ofta” ei heldur givið upp til menniskju at vurdera, hvussu ofta “so ofta” er. Men tað er tað vorðið til, og tí valdar sera stórur forvirringur hesin viðvíkjandi. Um tað verður givið menniskjum at tulka hetta “so ofta”, so kann tað verða tvær ferðir um minuttin, triðja hvønn tíma, fimm ferðir um døgnið, sjeyð ferðir um vikuna, einaferð um mánaðin o.s.fr. Kann tað veruliga vera tað Jesus og Paulus meintu? Sjálvsagt ikki!

Táið Jesus hevði hesa máltíð við ápostlunum, so vóru tað tvær máltíðir. Fyrst ótu teir lambið og síðani tað seinnu máltíðina, ið var breyðið og víni. Og Jesus knýtir tað seinnu máltíðina upp til tað fyrru. Annars er “so ofta” fultstendiga grammatisk hen í veðrið og hevur ongan týdning. Tí øll eru vit samd í, at tú etur og drekkur ikki oftari ella færri ferðir enn “so ofta”. Tí er “so ofta” knýtt at tí máltíð, sum hendir frammanundan. Og hvussu ofta ótu Ísraelsmenn páskalambið, hvussu ofta var “so ofta”? Einaferð um árið! Tað var hin 14.dag í Nisan(Fyrsti mánaður). Og henda máltíð var hin 14.dag í Nisan og Golgata verkið hendi eisini tá, tí Jesus var páskalambið! Í 2.Mós.12.14 stendur: ”Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur, og tit skulu halda hann sum høgtíð fyri HARRANUM; tað skal vera tykkum ævig fyriskipan at halda hann, mann eftir mann.” Tað sum Jesus ger, er ikki, at hann tileinkisgerð G.T. fyriskipan um páskalambið, men hann útdýpar loyndarmálið og ger minni máltíðina enn ríkari, men hann heldur fast við, hvussu ofta hetta skal gerðast. Hann heldur fast við, at “Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur.” Ein ávísur dagur!

Men vit lesa eisini, at Móses kom út fyri, at páskir máttu haldast 14.dag í øðrum mánaði fyri nøkrum, ið vóru órein. Líka var við Ezekiasi og Levitta prestunum. So vit síggja, at tað “kundi flytast”, men upprunadagurin var ein ávísur dagur! Tað segði orðið!

Eg kenni nøkur, ið hava upplivað gjøgnum síni trúarár, at verðið við til minnismáltíðir á hvørjum guds skapta sunnudegi. Og tað tey sita eftir við er, at minnismáltíðin er ikki eitt gott minni, men at tey fingu eina religiøsa seromoni og at máltíðin saman við evangeliska boðskapinum bert druknaði í eini traditión. Kann hetta vera tí, at táið man ikki fylgir Guds orðið um “so ofta” so forsvinnur kraftin í máltíðini? Hetta eru orð til eftirtanka!

Hallur Sørensen