Eg havi eitt generelt ynski, og tað er at føra tey útvaldu í endatíðini aftur til frumkristindómin. Í samband við 50 ára vekingarsøguna hjá pinsarørsluni, varð eitt bókverk á 3 bind givið út í 1956 undir heitinum: ”Fram til Urkristendommen”. Skrivað av Martin Ski, eisini av Egil Strand og Erling Strøm í redaksjónini. Bøkurnar viðgera 3 epokur í pinsarørslunar søgu við tilknýting til heims-pinsarørslunar. ”Lítla jólakvøld” 1906 í Turnhøllini í Oslo introduseraði T.B.Barrat sína nýggju ogn í andanum fyri einari spentari áhoyrafjøld.

Andaliga menningin hevur verið gjøgnum 3 fasir: pinsavekingin, pinsarørslan og pinsakirkjan.

Men ”frumkristindómurin” hevði so nógvar sannleikar sum Barrat og pionerarnir frá tí tíðini ikki høvdu ljós yvir, og deilvísar sannleikar um atskiljan og heilaggering, sum fráfallið í seinnu tíðum av 2 og 3 generatións kristnum hava niðurtónað og enntá burturvíst, men sum vit í Nardus hava grivið fram aftur og vilja æra. Og eitt av teimum evnunum vil eg kasta ljós á frá skriftini.

Nardus forkynnilsi stendur á mangar mátar sum tað einasta, sum tekur eitt uppgerð við Bábylon og alt tankagóðsi av falskari læru og heidnum traditiónum sum kirkjurnar og samkomurnar hava frá tí katólsku kirkjuni. Tað eru skjótt 50 ár síðani, at Torkild skrivaði bókina ”Babylon, den store skjøge”, og síðani eru hundraðvís av greinum í Nardus-bløðum útgivin um fráfall, serliga um pinsarørsluna. Presentatión av dusinvísum av tíðarinnar følsku profetum og Messiasum. Og sannleikar um Ein Gud, dópin í Jesu Kristi navn, ævigari útveljing og ævigari sikkurheit, nýtestamentligari samkomuordan, rætt nýtestamentligum sabbati, avsløran av gomlum heiðinskapi, kamuflerað í høgtíðum sum jól, páskir og hvítusunnu. Sannleikar um forholdið millum tann endurfødda og politik. Í løtuni verður ein bók skrivað av Torkild Terkelsen um: Læren om sjælens udødelighet, er den Bibelsk? Tað er ein bók, sum avslørar, at tað tankagóðsi er óbíbilskt!

Lat meg siga tykkum eitt viðv. tí karismatisku rørsluni og ”Trosbevegelsen”: Tey hava ongantíð tilført nakað nýtt theologisk lærumessiga basera, ímótsetning til reformatorisku vekingina. Tey ”nýggju” tingini, ið tær omanfyri nevndu rørslunar hava leverað, eru ikki tengdar at Bíbliuni, men á visjónir, dreymar og samanblanding av fremmandum ondskreftum s.s. kundalini kraftini. Sí Youtube.

Tað er ein kolosal øking í kvinnuligum pastorum í USA og heiminum yvirhøvur í pinsa-karismtisku rørsluni. Av teimum, sum studera theologi og leadership á Bibelcollege í USA eru 51% kvinnir.

Generelt viskast kynsrollurnar út. Ein av Bíbliunnar frumtanki og sannleiki er frá 1.Mós.1.27 ”sum mann og kvinnu skapti Hann tey.” og endurtikið av Jesus í Matt.19.4-5. ” Hann svaraði: ”Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði: Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!””

Tað er ein ”margfaldan av kynsrollum” ídag í kontrast til tvey-kynsrolluna frá Bíbliuni. At tað finnast mangir ólíkir mátar at vera maður og kvinna. Homofil, heterofil, lesbisk, bifil og transpersónar. Transpersónar meina, at teir hava eitt annað kyn, enn kroppurin sigur hann er, og hetta opnar fyri ólíkar identitetir.

Tann vanliga fatanin av mann/kvinnu, ”heteronom” som var ein sjálvfylgja er ein grundvøllur, sum ídag ristist. Tað er ikki ídag ein sjálvfylgja at eitt ektaskap er fyri reproduksjón. Tað verður ikki góðtikið longur, at alt annað er sjúkt og eitt avvik frá Guds uppruna tanka.

Perónar sum hava fylt 16 ár, kunnu søkja um at broyta sítt juridiska kyn. Eru tey millum 6 og 16 má eitt av foreldrunum loyva hesum.

Kvinnan hevur nakað, sum maðurin ikki hevur og umvent. Tey eru skapt fyri hvønn annan. Ein kvinna fær ikki størri virði av at blíva sum ein maður, og ein maður sum ein kvinna. Tey hava ólíkar rollur at tæna við. Tað er bara við at vera tann maður og tann kvinna tú ert skaptur til at vera, at man fær tað fulla virði og verður javnstillaður. Ein skeivur andi av feminismu hevur fortalt kvinnuni at hon fær størri virði við at inntaka mansins rollu og blíva maskulin.

Gud hevur á nógvar háttir givið úttrykk fyri hetta skilji. Í klæðum, hár, skegg og stemmuskifti. Kroppi og kropsins detaljum. Við kvinnuligum og mannligum hormon-javnvági.

Kvinnunar støða í heimi og samkomu er lýst í detaljum og væl greitt frá, so at eingin kann fara skeivur. Ein kvinna kann hava teir mest týdningarmiklu støðurnar og stendur ikki aftanfyri nakran mann í samfelagnum, men gudsóttandi heim og samkoma Guds hevur sínar egnu forskriftir, óavhengigar av heimsins normum.

Tann fyrsti kvinnuligi pastorurin var Eva. Og hon var innsett av Satan og ikki Gudi. Hon tolkaði ”Bíbliuna”, sum tá bara hevði nakrar fáar setningar, og hon tolkaði tær, styrd av Satani, sum meinti, at hon hvørki skuldi undirleggja seg Ádami ella Gudi. Men Harrin írættisetti hana og segði í 1.Mós.3.16: ”Við kvinnuna segði Hann: ”Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.”

Eitt orð, sum Paulus siterar, og sum allar tær religiøsu reyðsokkarnir elska, er frá Gal.3.28. ” Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristusi.” Men øll hini orðini, sum Paulus nevnir um kvinnunar pláss í samkomuni geva tað totala bílæti. Kvinnan kann ikki velja og vraka orð Paulusar!

Opinb.2.20-24: ” Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinna, og sum lærir – og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur. Eg havi givið henni tíð at venda við, men hon vil ikki venda við frá siðloysi sínum. Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara. Børn hennara skal Eg sláa við deyða, og allar samkomurnar skulu sanna, at Eg eri tann, ið rannsakar nýru og hjørtu; Eg skal geva tykkum, hvørjum eftir verkum sínum. Men við tykkum, hini, sum í Týatira eru, øll tykkum, ið ikki hava hesa læru, tí tit ”kenna ikki dýpdirnar”, sum tey siga – ja, dýpdir Satans!”

Jesabel stendur í grellari kontrast til 1.Tim.2.11-14: ” Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni; men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei, hon skal halda seg stilla. Ádam varð jú skaptur fyrr, so Eva. Og Ádam varð ikki dáraður, men kvinnan varð dárað og fall í brot.”

Jesabel hevur yvirtrakkað hetta. ”jamen, hon talar so gott”. Nei, eingin, sum talar í kraft av ólydni, talar gott. Ein av hesum er kvinnan Joyce Mayor. Hon hevur inspirerað túsundvís av kvinnum til at bróta Guds orð. Ein av teimum mest kendu TV-forkynnarum er Victoria Osteen, kona Joel Osteen. Aðrar kvinnur eru Gloria Copeland, Aimee Mc.Person, sum stiftaði “Four square gospel”. Ellen Golda White, Kathryn Kuhlman og B.R. Hicks. Eisini eru norskar og Føroyskar kvinnur, sum eru organiseraðar í ”Kvinner i nettverk”. Leiðari teirra er Elin Fagerbakke. Í Føroyum er ”Womans Aglow”. City Church hevur eisini ”Megnar Kvinnur”. Allar hesar eru generelt pregaðar av einum frekum Jesabel anda og eru inntiknar av andaligari ”Ný-feminismu”. Í Føroyum eru kvinnur sum Pastor Hjørdis Háberg Petersen, Lissi Hansen, Oddbjørg Poulsen, Astrid Breckmann, Sólbjørg Zachariassen, Jastrid Høj o.a. Hesar kvinnur burdu komandi sunnudag talað yvir tekstin frá 1.Kor.14.34, har tað stendur: ”Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.” Men sjálvsagt er tað at skjóta seg sjálvan í fótin! Nú vilja allarhelst fleiri vera við, at hetta sipar til samkomuFUNDIR. Har ting skulu tosast og viðgerðast o.s.fr. Men orðið ”samkomufundir” er ”ekklesia”. Og tað merkir: Samkoma. Hetta merkir, at kvinnan skal ikki vera tann lærandi og tann, ið brýtur ígjøgnum við opinberilsi til samkomuna. Tað er í stríð vi Guds orð. Eva tók loddrætt feil, og kvinnur aftaná hana fella í somu grøv sum Eva. ”Men kvinnan varð dárað og fall í brot.”

Bara við at nerta hetta evnið, fái eg mong, bæði menn og kvinnur ímóti mær. Tá er man kvinnufíggindi, gamaldags, kynsdiskriminerandi og óvitandi. Í ræðslu fyri konsekvensurnar av at taka Bíbliunnar orð álvarsamt, hava flest øll og menn eisini farið uppá kompromi hesum viðvíkjandi. Men Guds orð stendur fast. Eingin tænari ella tænasta, eingin náðigáva ella visión ella prædikumaður ella kvinna stendur hægri enn Guds orð! Lat tað vera krystall klárt fyri ein og hvønn!

1.Kor.11.2 sigur: ”Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.” Hetta galt ikki bara Korint fyri 2000 árum síðani. Í 1.Kor1.2 stendur: ”til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara

Ápostl.2.42: ”Tey hildu trúliga fast við læru(undirvísing) ápostlanna…”

Jud.v.3: ”berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.”

Róm.16.17: ”Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!”

Kol.2.6-7: ”Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum, og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd…”

Í 1.Mós. hevur Ísak ein spurning til Ábraham: ” Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?” Altso, her liggur alt til rættis fyri eina heftiga gudstænastu, men ”hvar er lambið/maðurin?

1.Kor.14.33-38 lesið! ”Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.”

v.38: ”Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera!” (v.34: ”sum eisini lógin sigur”) refererar ikki til GT lóg. Lógin sigur ikki nakað slíkt, men tann generella lógin í kulturfatanini av plássinum hjá kvinnuni og til tær lógir jødarnir høvdu fyri sínar samankomstir. Og kanska til 1.Mós.3.16: ” Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.”

Eru mótsetningar millum orð Paulusar fyri eina kvinnu og Ápostl.2 og uppfyllilsi av Jóel kap.3: ”…døtur tykkara, trælkvinnur…” o.s.fr? Jóel talar ikki um Pastorar og læraraembæti, men um sálarvinnarar, at vera eitt vitni. Akkurát sum Jesus segði: ”tit skulu vera vitni Míni,…” Filip.4.2-3: ”Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum; ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, ið hvørja nøvn standa í bók lívsins.

Frá Jesusar virki, vóru tað kvinnur, ið fylgdu Honum, og í Luk.8.1-3: ”…somuleiðis nakrar kvinnur…ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu.”

Jóh.Evang.4 lesa vit um tað Samversku kvinnuna. V.39: ” Nógvir Samverjar úr býnum komu til trúgv á Hann av tí, sum kvinnan segði, táið hon vitnaði: ”Hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjørt!””

Matt.26.12-13: ”Táið hon helti hesa salvu yvir likam Mítt, gjørdi hon Meg til reiðar til jarðarferð Mína. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heim har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.”

Sálm.68.12: ”HARRIN gevur sigurssong; stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi.”

Mirjam: 2.Mós.15.20: ”Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi…Eg leiddi teg út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og Eg sendi Móses, Áron og Mirjam at ganga undan tær!” (undan tær = panyum, senda undan tær) Dóm.4.4: ”Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael…Ísrael fattaðis stýrismann ja líka inntil eg, Debora steig fram…”Dóm.5.7. Debora varð send undan.

Tað er mong ting, sum hindra einum manni at vera ein elsti/prædikari, sjálvt um hann er maður. Og ein kvinna verður eisini hindrað, tí at hon er ein kvinna.

Ein vandi er eisini, um sunnudags skúlabørn bara eru von við at hoyra kvinnuligar sunnudagsskúlalærarar.

Orðið ”Pastor” hevur ídag ótalligar merkingar, ið eru frammandar fyri Bíbliuna, s.s. ungdómspastor, sang-pastor, kvinnu.pastor og sunnudagsskúla-pastor. Orðið ”pastor” verður nevnt 3 ferðir (proistamenos) í Bíbliuni og merkir ”Fæhirði”. Men tað virkar sjálvsagt ov amatør agtigt. Annars er orðið ”elsti” (presbyteros) og ”umsjónarmenn”(episkopolos) nýtt.

Paulus innsetti elstar í hvørji samkomu. Ápost.14.23: ”So valdi teir teimum elstar í hvørji samkomu og fingu síðani við bøn og føstu Harranum tey, Honum, sum tey høvdu fest trúgv á.” Teir høvdu eina læru ábyrgd, sum ein kvinna ikki kann hava! Og skriftin gevur einki dømi um kvinnuligar elstar!

Í 1.Tim.3 síggja vit kvalifikatiónskrøvini, aftaná at vit hava lisið kap.2.11-12 millum annað. ”maður einar kvinnu,…”

Ein kvinna kann vera diakon/samkomutænarinna og undirvísa innanfyri hesar rammur, men ikki sum ein elsti.

Ein kvinna kann biðja og tala profetisk. 1.Kor.11.4-5: ” Tann maður, ið biður ella profeterar og hevur á høvdinum, vanærir høvd sítt. Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum vanærir høvd sítt; tí tað er eitt og tað sama, sum hon var rakað. Her er als ikki talan um nakran hatt! Her er talan um Guds rangsordan!

1.Tim.3.1: ”Tað er trúvert orð, at tráar onkur(K.James sigur ”Maður”) eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til. Ikki ”HON”.

Kol.3.18-21: ”Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum! Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum. Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!

1.Kor.11.3: ”Eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar.

1.Pæt.3.1-7: ” Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína – táið teir síggja reina atburð tykkara i ótta! Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart. Soleiðis var tað jú eisini, hinar heiløgu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar – sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu. Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílæti og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!

Ein maður verður ikki vunnin av orð konurnar, men hennara stilla og spakføra anda. Hví er kvinnan eitt veikari ílæt? Tí Bíblian sigur tað og Gud, sum skapti hana, veit best! Maðurin skal vísa konu sínari heiður og æru sum accept tí at hon er veikari, men ikki um hon roynir at vera ”maður”.

”Livið vitiga(kunnskap) saman við konum tykkara” Gud sigur ikki hatta til kvinnuna, men til mannin. Tað er tí, at tað er nakað í kvinnuni, sum er torført at skilja, og sum ein má søkja kunnskap um. Tær hugsa annarleiðis, onnur følilsir og hava tankakoblingar knýttar til hendingar og dag og tíma.

Jesus tók út 12 ápostlar, allir vóru menn. Tá Judas hongdi seg, blivu tveir brøður leiddir fram. Og har vóru nógvar kvinnur í tí flokkinum, sum taldi 120. Men eingin kvinna varð útnevnd sum kandidatur til hesa uppgávu.

Gud rópti i Eden, ikki á Evu, men á Ádam: ”Hvar ert tú?” Maðurin hevði ábyrgdina. Gud rópar eisini á mannin ídag fyri at stilla hann til ansvar, hví hann letur kvinnuna taka ræðið. Hvar ert tú maður?

Josva segði: ”eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!”

Meiri enn 70% av pinsasamkomunum og tilsvarandi prosent av privat-heimunum í Norra hava kvinnur sum leiðarar og stýrandi faktorar. 12% hava kvinnuligar leiðarar á ovastu rók.

Tora vit í Nardus at hevja Guds sannleikar hátt og siga: ”Til orðið og til vitnisburðin!” At vit vitna tað, ið orðið sigur og skammast ikki við tað!

Torkild Terkelsen/Hallur Sørensen