Tað er eitt orð frá Jóh.evang, sum mangan hevur verið mær kært. Í kap.1.49 stendur: Natanael spurdi Hann: “Hvaðani kennir tú meg?” Aðrar yvirsetingar siga, at Natanael sigur: “Kennir tú mín karakter, Jesus?” “Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg…” (kendi eg tín karakter)
Fyri eitt møti millum Natanael og Jesus. Eitt møtið millum Natanael og Jehova, kong Ísraels. Ja, Jesus kendi Natanael, áðrenn nakar dagur enn var komin – “Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.” Sálm.139.16. Sum ein útvald sál, so kenni eg, hvussu eygu Harrans hava og enn vakja yvir mítt lív. Frá fosturstigið og líka til henda dag, er tað ikki ein dagur, har ikki eygu Harrans og hond Hansara ikki hava vart mítt lív. Eg læs ein dagin, at Secret Service í Amerika høvdu mist álitið millum fólk, táið skot var latið av og tað rakti Trump ísamband við forsetavalið. Okkara dagatal er 100% í Guds hond, og himmalska “Secret Service” kann eingin bróta ígjøgnum. Harrin hevur lyklar og lás, sum eingin kann bróta ígjøgnum. Hann hevur einglar og verju, sum taka støðu runt um Síni. Og Hebrearabrævið sigur: “Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!” 1.14. Hevði Harrin víst okkum, hvat fyri ein skotskiva vit eru, sum eru uppskrivaði í bók Hansara, so høvdu øll hár á kroppi reist seg. Men hvør dagur er ein náði og verja frá Jesusi.
“Kennir tú mín karakter, Jesus?” Ja, Natanael, Eg kenni tín karakter. Eg kenni tínar styrkir og sanniliga eisini tínar veikleikar. Men Eg sá teg. Sá teg frá ævinleikanum av. “Kennir tú mínar bristir og tankar og iva?” Ja, Natanael, Eg veit. Men Eg hyggi eftir hjartanum. “Jesus, kennir tú orsøkina til, hví eg sitið undir mínum fikutræi?” Ja, Natanael, Eg veit orsøkina og sá hendingina, “Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!”, men tú bleiv svikin. Men frá nú av Natanael, skalt tú koma at uppliva ein Kong, Harra, Frelsara og Vin, sum aldrin fer at svíkja.
Og henda mann, sum er eins og vit lesa í Es.42.3: Hitt brotna rør skal Hann ikki sora, og hitt rúkandi skar skal Hann ikki sløkkja; í trúfesti skal Hann boða rættin hevur Jehova Jesus stórar ætlanir við. Hann setir hann í embæti hjá Sær. Útvelur hann fyrst sum lærisvein. Síðani sum ápostil og Natanaels navn er skrivað á hitt heilaga stað, himmalska Jerúsalem, og hesin staður hevur ein múr við 12 grundarsteinum og Natanael hevur fingið lutað sítt navn á ein av teimum grundarsteinum. Hann er roknaður sum ein av teimum 12 ápostla lambsins – enntá við hesum følilsunum í lívinum : “Kennir tú mín karakter, Jesus?”
Gud velur ikki út menniskju, sum eru kvalifiseraði, men Hann kvalifiserar menniskju, sum Hann útvelur. Hetta við eyga fyri, at einki menniskja skal rósa sær. Gud skal hava rósina og tøkkina. Til seinast skulu vit lesa úr 1.Kor.1.26: “Tí hyggið á kall tykkara, brøður(systrar)! Tit eru (ikki vóru) ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;” Skriftin sigur, at vit eru, og í hesum tilstandi “kennir tú min karakter”, so segði Jesus við Natanael: “Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum.” Jóh.Evang.1.52.
Hallur Sørensen