Nú jólini eru farin afturum, so havi eg hugt eitt sindur gjølla at ymisku religiøsu heimasíðunum og teirra facebook vanga. Tað er faktiskt ræðandi at síggja, hvussu jólaheiðinskapurin, sum tað jú í sínum uppruna er, hevur fingið eitt kristi virði, og sjálvur Gud opinberaður í holdi er kroystur av menniskja hondum og teirra religiøsa vilja inní hetta jólaprogram. Ongastaðnis í skriftini eru tær 7 høgtíðir Ísraels, sum egentliga kunnu uppsummerast í 3 høgtíðir endurgvinar sum eitt profeti um jól ella at Messias skuldi føðast á jólum. Einasti dato, ið er relaterað nøkunlunda til 24.des(nú hava jødarnir ein aðran árskalendara enn vit) er tað, ið vit lesa í Haggai profeti, kap.2.14: ”Tá tók Haggai til orða og segði: ”So er við hesum fólki, so er í eygum Mínum við hesi ætt – sigur HARRIN – og so er við øllum, ið hendur teirra virka, og við tí, sum tey ofra har – tað er óreint!”” Lesið, og síggi, at Haggai talar um at tað óreina hevur sterkt vald, ímun til at tað reina kann smitta við síni heilsu. So er eisini við hesum ”jólaboðskapi”. Tað dálkar tað reina evangelium og hevur smittað tað við lygn og avsporað tað burtur frá sannleikanum. Men orðið kom enn einaferð til Haggai tann fjórða og tjúgunda í níggjunda mánaðinum(24.des) ”Sig við Zerubbabel, landstjóra í Juda: Eg skal rista himmal og jørð;…” Lesið víðari.2.20-23. Eg vildi ynskt, at Zerubbabel kom inní hesar jólaævintýr samkomurnar og risti grundvøllin hjá teimum við orðsins kraft og salvilsi og koyrdi umkoll altar Bábels. Men hetta altar og øll altarini, sum tey hava til tær ymisku høgtíðirnar skal skjótt Jesus sjálvur blása umkoll við anda muns Síns! Tað er veruliga ræðandi at síggja Gleðiboð, City Church, Filadelfia, Kelduna og allar kirkjunar við sínum prestum standa og lúgva um Jesu føðing og knýta tað til Jólini! Spurningur mín er: eru tey minni vitandi enn tann vertsligi heimurin ella eru talarastólarnir so ræddir og feikir, at teir tora ikki at siga sannleikan til børn, ungdómar og eldri?
Jesus bleiv ikki føddur á jólum! Lat jólini verða tað tað er: ein pausa frá tí vanliga degnum við at familjan samlast. Góður matur og drekka og hugna. Legg ikki nakað afturat skriftini! Hetta er ein fólkslig tíð.
Nær varð so Jesus føddur? Eg havi ikki svarið, tí skriftin gevur ikki nakað svar. Og ein gylt regla er: har sum skriftin tigur skulu vit tiga, og har skriftin talar, skulu vit tala. Og at Gud ikki hevur innblást skriftina við Jesu eksakta føðidato, má væl merkjast, at tað ikki hevur týdning. Men Jesu deyða á Golgata er skrivað og merkt í detaljum – tí hetta hevur týdning. ”Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.”2.Kor.2.21. Paulus talar aldrin um Jesu føðidato, men um Jesu deyða og sigur specifikt: ”Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð,…”1.Kor.11.23. Ein specifik nátt. Og lambið skuldi drepast tann 14 í mánaðinum Nisan. Í Gal.4.4. stendur: ”Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini, (og her er einki nevnt um dato, men grundgevingin kemur beint aftaná, hví Hann kom) fyri at Hann skuldi keypa tey leys. Og keypspeningurin og loysigjaldi var Jesu blóð, ið rann á Golgata!
Nær føddist so Jesus? Tað er torført at siga. Men vit skulu hyggja at skriftini og hugsa okkum um, um hetta kann vera ein kós á rættari leið. Vit lesa í Luk.3.23: ”Jesus sjálvur var um 30 ár, táið Hann byrjaði verk Sítt;…” Legg merki til orðingina ”um 30 ár,”. Og hann virkaði í 3 ½ ár. 42 mðr. 1260 dagar. Og Hann lat Sítt lív á 14. í Nisan. Tekur tú so og fer hálvt ár aftur frá 14.Nisan, sum er ca.mánaðar skifti Mars/apríl, so kemur tú til 1.oktober. Og tað stendur í Luk.2.8: ”Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.” Og hetta passar væl við tíðina at vera úti í oktober mánað og røkta seyðafylgi.
Eitt annað, sum kann verða ein peikifingur móti hesum døgum eru høgtíðarnar í Ísrael. Vit lesa um hesar í 3.Mós.23.23-44. Her nevnast tær høgtíðirnar, sum koma næstan dag um dag í oktober mánað. Í v.24 er talan um ”lúðrablástri og heilagari samkomu.” Móses setti lúðurin fyri munnin og blásti við lungsins fullu kraft og øll samkoma Ísraels samlaðist saman. Móses representerar Jesus og eina Hann er tempulsins, tabernakulsins Harri. Nú kemur Móses Jesus til Sítt tempil og øll ættin má samlast fyri at hoyra Hann. Víðari lesa vit í Malakias3.1: ”Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna. Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.” Vit lósu her, at Hann, Jehova kom í tempul Sítt. Hetta templi var likam Hansara, Jesus Kristus. Og nær var tempulhøgtíðin? Í oktober mánað. Nógv tíðir á, at Gud kom í tempil sítt, likam sítt, í oktober mánað. Men eg slái einki fast, men hetta kann vera ein peikifingur. Eg vísi so íhvørtfall á skriftstøð og samstundis dokumenteri útfrá skriftini.
Samstundis kann hetta eisini vera eitt profeti um, táið Jesus sum átta dagar gamal kom í templi fyri at verða umskorin hin áttanda dag og tá lesa vit um Símeon: ”Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum sigur var eftir lógini, tók hann Hann í favn, lovaði Gudi og segði: ”Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt; tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,…”Luk.2.27-30.
”Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna. Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.” Alt hetta profeti er deilvíst uppfylt. Men profetarnir í G.T. sóu ikki samkomutíðina, náðitíðarhúshaldi. Paulus sigur eisini at hetta var eitt loyndarmál, ”fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt – fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni…” Lesið Efes.3.kap.1-12. So táið profetarnir profeteraðu í G.T., so var profetiið ætla til Ísrael. Hetta handlar um, at skjótt skal Jehova, Jesus Kristus koma. Og ”brádliga skal Hann koma í tempul Sítt” tá skal Hann venda aftur til Ísrael og taka sær av teimum. Men antikrist hevur sína entré, og vit lesa í 2.Tess.2.3-9: ”Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin, hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud. Minnast tit ikki, at eg segði tykkum hetta, meðan eg enn var hjá tykkum? Og nú – tit vita, hvat heldur honum aftur, so hann skal ikki stíga fram fyrrenn á tíð síni(tey heilagu). Tí loynimál lógloysisins virkar longu; bert má hann, sum nú heldur aftur, fara av vegnum(hann: tey heilagu, sum eru í Honum), fara av vegnum, og tá skal hin lógloysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar. Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum…” Heimurin skal taka ímóti antikrist og hálsfevna hann tí ”hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.” Men táið dagurin er inni, so kemur sjálvur Gud, Jehova og skal avsløra religiøsitetin, lygnina, hyklaríið og alla satanisku atmosferuna, sum hevur herskað í templinum í 7 ár. Tá kemur HARRI tempulsins og drepur antikrist við anda muns Síns. Men sum vit lósu ”Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.”
Góðu tit, lat okkum hava eitt evangelium, ið avslørar lygn og falskleika, so hvørt møti er sum at Jesus kemur inní Sítt tempul, samkomuna og kann dvala har. Lat okkum vera eitt profetisk fólk, sum kennir tíðina og timingina fyri hvat hoyrir okkum til og hvat hoyrir Ísrael til. Gud arbeiðir ikki við Ísrael ídag, men samkomuna. Ísrael er plaserað í eina parantes. Gud hevur aldrin arbeitt við Ísrael og samkomuni samstundis ella parallelt. Eg hopi at onkur Ísrael freak lesur hetta. Ísrael er einki tekin ídag! Heldur tú at Gud arbeiðir á ein slíkan hátt, at Hann nýtir óendurføddar politikkarar í Knessinum til at gjøgnumføra Sín vilja? Friðaravtalur, ið vera annuleraðar í næsta sekundi? At Ísraelar vinna land og í næstu løtu, so tapa teir land. Við organisatiónum sum ”Hjálp jødunum heim”? Við Camp-David o.ø.? Nei, alt hetta er timað inn av hinum veldiga Gudi, sum skal venda andlit Sítt aftur til Ísrael, táið tíðin er inni, og tá uppfyllist skriftstaðið í Róm.kap.11.15: ”Tí er tað heiminum sáttargerð, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum, táið tey verða fagnað! Tá Gud traðkar inn, so fara øll at kenna mun og siga stórverk hevur Harrin gjørt. Eingin við sindur av ljósið í skriftini og hampuligum intellegensi kann siga um Ísrael ídag, at Gud er at finna har. At nøkur veking er í Ísrael ella at Ísrael er Guds kraftsentur.
Hallur Sørensen