Hann spurdi teir: ”Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum? Teir svaraðu: Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar. Tá segði hann: Tað hevur verið Elias Tisbitur!” 2.Kong.1.7-8.

Gott nýggjár, tú sum lesur!

Vit hava lagt enn eitt ár afturum bak og eru komin inn í 2025. Eri takknemmligur til Harran fyri Hansara stóru náði og varðveitan av Sínum fólki. Tað er stórt at verða frelstur og kenna Guds reinsandi blóð inn yvir sítt lív. Men tað er ikki minni stórt at verða varðveittur og kenna realitetin av Jesusar orðum: «Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.» Harrin hevur aldrin mist nakran, sum hoyrir Honum til. Eg trúgvi Guds orði, sum lærir um æviga útveljing, Guds forútvitan, og æviga frelsu. At vera æviga sikraður. Tað er ein sterkur tryggleiki í hesum sera ónda og ótrygga heimi.

Nú møtini byrja aftur eftir nakrar frídagar, so leingist mín sál eftir at síggja brøðurnar og systrarnar í felags trúgv. Leingist eftir at hoyra himmalsku tónarnar í vitnisburði, bøn og sangi, sum eru ondsfyltir og føddir í andans kamari. Teir flestu sangir og allir sokallaðir lovsangir, sum verða sungnir og verða skrivaðir ídag eru totalt meiningsleysir og eru ikki føddir í andanum. Tað kennist beinanvegin.

Fráfallið gongur við rúkandi fer og vindur uppá seg. Paulus og hinir ávaraðu ímóti fráfallinum og søgdu: «Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda…» Jesus segði: «Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?» og «Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong. Og av tí at lógloysi fær yvirhond, skal kærleikin kølna hjá hinum flestu. Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.» Andans fyltu meteorologar boðaðu ikki frá góðum veðrið í endatíðini, «Men tann, ið heldur út líka til endan.» Vit eru í teimum seinastu tímunum, har tað ræður um at halda út og standa ímóti tí ræðuligu fráfals tsunami, ið tekur alt og øll, sum ikki eru forankraði í einari Bíbilskari samkomu, við einum trúgvum og skilagóðum tænara, sum veit at geva tíðar rættan kost. Bíblian er krystallklár: Antin ert tú í einari Bíbilskari samkomu ella ert tú ikki! Og heldur tú ikki, at Gud eigur eitt likam, samkomu í endatíðini, sum skal geva Sínum fólki rættan kost, so tey klára endatíðina? Sjálvsagt!

Eg síggi á teimum ymisku heimasíðunum og FB síðunum, hvat verður serverað á teimum religiøsu plattformunum. Ikki høvdu Pætur, Paulus ella hinir ápostlarnir givið samtykki ella samfelagshond til slíkt. Tað er rein forakt móti læru Harrans.

Aftur í ár, eins og undanfarin ár verður Gospeltúrur við Norrønu, og nøvnini eru longu lýst. Ikki ein av hesum entertainarum stendur sum ein hvassur ørvaroddur fyri sannleikanum og verjir hann. Tað er rein undirhaldsbransja. Øll kunnu syngja, men at hoyrt Bíbilskan boðskap við himmalskum ídni og brand í anda og sál, høvdu ikki samlað so mong menniskju. 21 tímar og 15 min eru lagdir av til henda túr, og tá er ikki vitjanin í Malta íroknað. Har verður eisini undirhald.

Um eg skuldi lýst, við mínum lodna kappa, hetta gamla plagg, ikki skift lit og nuansu, ikki broytt trend, ikki funnið uppá nýtt, og havt eitt so sigur Harrin á 21 tímar og 15 min, hvussu mong vildu komið við Norrønu? Tú veitst svarið! Hvussu mong vildu komið á samfelagsmøtir, um eg bara nýtti skriftina, bara orð Guds, bara siteraði frá skriftini? Tú veitst svarið! Hesin Elias var í einum kappa, sum var hataður til túsund. Tey orkaðu simpulthen ikki fyri hesum prædikantinum. Men hann skifti hann ikki út. Tók ikki tað lodna – tað sum prikaði í forkynnilsinum av. Ræddist ikki at bera hann. Teir lýstu ikki mannin, um hann var ungur ella gamal. Um hann hevði blond, brúnt ella grátt hár. Skegg ella rakaður. Teir lýstu klæðini. Hygg ikki á mannin, men á klæðini. Hygg eftir um hann er klæddur í Guds orð og klæddur í Harrans kraft og dristigheit og fær reinsandi eldin at falla, og um hansara tænasta ber regn við sær.

Hygg á tænararnar í Føroyum ídag. Vita eftir, um teir høvdu kunna farið í kappan hjá eldprofetinum og borið faklin víðari eins og Elisa. Tú veitst svarið!

Hallur Sørensen