Trúfastu Nardus-vinir og loyndarfullu “Jósef frá Arimatea” týpir (Jóh.evang.19.38).
So eru jóla og nýggjárshøgtíðin farin aftur bak, og vit líta afturá 2022 og kunnu syngja henda Sangin, sum Torkild, okkara bróður lýsti á sínum FB-vanga: “Hit inntil Herren har hjulpet så vel, inntil i dag, til i dag. Trofast han sørget for legem og sjel, inntil i dag, til i dag.»
Vit kunnu eisini reisa eitt Eben-Ezer sum profeturin Sámuel: Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: «Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!» 1.Sám.7.12. Eg vóni, at tú kann siga soleiðis sum Sámuel – at tú hevur havt tørv á Harrans hjálp. Lært Harran at kenna á henda hátt! «Men Gud er hjálpari mín, Harrin er tann, ið heldur lívi mínum uppi!» Sálm.54.6.
Eg eri takknemmligur til mín kæra frelsara, at hann hevur vart okkum so væl, síðani vit blivu borin í heim. Hvørt eitt menniskja hevur sína lívssøgu at fortelja, og tað vildi verið áhugavert at hoyrt, hvat beskyttilsi, sum Harrin hevur verið fyri hvønn einstakan av Hansara børnum. Men tað sum eg síggi fram til, er tann dagurin táið Kristus Jesus skal leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, og Hann sjálvur skal bretta út og opinbera, hvat beskyttilsi Hann legði á okkum. Stórt at hoyra børnini vitna um Jesus, men tað sum størri er, er táið tann ævigi Faðirin skal vitna fyri Sínum børnum. Tað verður eitt herligt møtið. Fyri ein atmosfera og kraft og salvilsi í teimum ævigu bústøðunum, táið vit sita við borð Ábrahams, Ísaks og Jákups. Allarhelst byrjar møtið og tala Jesusar um beskyttilsi, sum var yvir Ábraham. «Ábraham, Eg tók teg út úr Bábylons heiðinskapi og forvirringi og reiv teg út úr Satans klørnum. Vardi teg og konu tína, enntá tú ikki segði allan sannleikan, um hvør Sára var. Men sjálvt um tú vart ræddur og bummaði mangan á tíni lívsleið, so strikaði Eg teg ikki. Tú vart mín altíð. Frá ævini av og til ævinar. Ævigt elskaður og útvaldur. Tú skuldi verða faðir at mongum og fáa Ísak, og gjøgnum hann, skuldi nevnast ein ætt…» So ættin, eftirkomarar Ábrahams eftir andanum at hoyra Harran siga frá, hvat beskyttilsi var yvir øllum Sínum. Satans álop av øllum sløgum gjøgnum familjubond og familju viðurskiftir, gjøgnum býar og bygdalív við sínum traditiónum og festum og náttarlívi. Gjøgnum okkultismu, spiritismu, gjøgnum allar møguligar ideologiir, og ikki minst allar theologiir. Gjøgnum rúsevnir av øllum handaslagi. Allar demonir, veikleikanda, blinda anda, stumma anda, deyva anda, visna anda. Sjúkir á likamið. Tað verður ein kraft táið Orðið skal leggja út Orðið! Táið Jesus fer enn einaferð í himmalsins sæli at rópa «Telio» Tað er fullgjørt.
Ein av mínum yndissangum eru : «Ja, det skal bli et herlig møte der i sky’n, o så underbart og stort! Når vi møtes, hvilket herlig syn, i vårt hjem med perleport. Og sangen bruse, skal liksom mange fossefall, sangen så underbar og ny. Og Jesus kjær skal lede møtet der, når vi møtes opp i sky’n!»
Dagurin stundar til, táið vit skulu síggja Hann sum Hann er. Eg vil heilsa tykkum við orðunum úr 1. Tess. 4.16-18: «Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum. Troystið tá hvør annan við hesum orðum!»
Skriftin segði: «Troystið tá hvør annan við hesum orðum!» Lat okkum finna troyst í hesari heilsu frá Paulus. At vit skulu koma at vera saman við Harranum og okkara himmalsku familju og vinum.
Gang so hesum árinum í møti við fetum sum vísa, at tú ert á somu leið sum Josva og ert leiddur av høvdinganum yvir heri himmalsins!
Hallur Sørensen