Ver vælkomin til enn ein grein, sum vil styrkja teg!
Árið, ið akkurát er farið afturum var merkt av coronu og enn einaferð: politiskum ruðulleika. Og hesi bæði halda á inní 2022. Corona vísir seg ikki bara at vera ein virus, men fyri okkum, sum kenna til, at Gud tilletur Satan at fáa makt, so er hetta virusið av slíkum karakterið, at ondsmaktirnar flenna menniskju beint í andlitið. Hesar ondsmaktir broyta hetta virusið í heilum. Delta, so Omikron. Delta hevur sterkari sjúkdómseyðkennir, meðan Omikron hevur mildari eyðkennir, men Omikron smittar meiri. Og heilsumyndugleikar standa maktarleysir. Hava onga loysn, sum feigar beinini undan Coronaðini. Uppá rekord tíð, so varð heimurin við skjótt 8 milliardum menniskjum lagt lamið. Og hesi somu 8 milliardir menniskju eru nú uppá somu rekord tíð von við munnbind, hondspritt, sprittklútar og sápir. Allur heimurin er eitt globalt sinnisjúkrahús. Enntá trúgvandi menniskju lesa meiri um Coronu enn í Bíbliuni og brúka meiri tíð uppá hvat journalistarnir skriva enn hvat profetarnir og ápostlarnir skriva.
Men ver tú, útvalda sál Jesusar órædd fyri Corona og aðrar kreftir heimsins. Tú ert í sterkum hondum Jesusar. Hvør skal kunna ríva teg út úr hondum Hansara? Hvør skal kunna villleiða teg frá sannleikanum, um at tú ikki ert væl vard/ur? Sig við Djevulin: «Tú ert ein lygnari!» Táið Jesus rópti á Golgata: «Tað er fullgjørt!» galt tað so ikki eisini Corona! Einki Corona, einki virus, eingin vaccinatións sprøjta kann slíta teg frá kærleika Kristusar. Og tit, sum ikki taka vaccinatións sprøjtuna, tit eru eins og hini eisini væl vard. Tí minnist til: yvir alt hetta, so er tað blóð Jesusar, ið verjir okkum. Uttan Hansara lýtaleysa blóð, so vóru vit verjuleys. Harrin segði við Móses: «Táið eg síggi blóðið, skal Eg leypa tykkum um,….2.Mós.12.
So er tað tann politiska glímingin, har politikkarar eru í orðadrátti og hornatøkum á hvørjum øðrum. Samgongan hevur ridlað leingi og var við at koppa. Mong søgdu, at nú fer samgongan at slitna, tí tað hevði Jenis av Rana sagt, um uppskotið um sammøður kom ígjøgnum. Men tit, sum minnast hvat eg segði, áðrenn uppskotið fór til aðru viðgerð, minnast at eg segði, at Jenis slítur ikki, og samgongan heldur áfram eftir jól. So vil tíðin vísa, um samgongan hevur lív laga. Tað vil bara tíðin vísa. Men hetta er maktgreði, korrupptión, álitisbrot og mangir veljarar sita við ringum tannabitið eftir seinasta løgtingsval og hugsa: Hvussu eri eg ikki blivin lumpaður av tí veljara, sum eg valdi seinast!
Men mín gleði er at representera eitt ríki, sum ikki er av hesum heimi. Tað er tað himmalska ríki. Í hesum ríki er Jesus Kongur og Harri. Tað er eitt ríki, «sum ikki kann verða rist»Hebr.12.28. Her ræður eingin politikkari og einki vertsligt stýri, tí teir standa fyri einum ríki, sum kann ristast. Mektigasti Nebokadnesar sá seg sjálvan og aðrar kongar og tíðir koma og fara. Hann sá gull, silvur, kopar, jarn og leir ríki. Men knappliga sást ein steinur, sum soraði øll ríkini. Tað var sum dumba á treskiplássinum. Øll hesi politisku, mentanarligu og religiøsu ríkini soraðust sundur av einum steini, kraft, sum ikki var knýtt at hesum heimi. Men himmalskum stýri og vilja av Kongi aldanna. Hann sum Dániel kendi, Jehova! Eg eri takknemmligur til Jesus, at Hann útvaldi meg til at hoyra til hetta ríkið. Eitt ríkið, sum hevur fastan grundvøll. Jesus segði við Pilatus: «Ríkið Mítt er ikki av hesum heimi,…» og er Jesus tín kongur og tú Hansara tænari so er ríkið títt væl sagtans heldur ikki av hesum heimi. Tí hoyr hvat Jesus sigur víðari við Pilatus: «Var ríkið Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.» Tænarar Jesusar berjast ikki móti profetorðunum, men við og fyri profetorði.
Eg vildi við hesum fáum linjum bara enn einaferð minna teg á, at Jesus ræður á øllum og hevur fult kontroll á tíðum og støðum. Og hann hevur kontroll á hvørjari útvaldari sál í hesari endatíð. Jóhannes sá á oynni Patmos 7 tíðarhúshald. Øll tíðarhúshaldini vóru torfør og høvdu sínar vansar. Men til seinasta tíðarhúshaldi, sum er Laudikea, talar Jesus til tey, sum sigra og sum hava tikið orðið og navnið í álvara. Og til teirra kom knappliga ein boðskapur, sum Jóhannes hoyrdi, og sum eisini vit koma at hoyra ógvuliga skjótt, og hann ljóðar soleiðis: «kom upp higar,…» Hesi skal Hann føra trygt gjøgnum portrini og inní staðin. Vit skulu skjótt sita til borðs við Ábraham , Ísak og Jákup.
Gud vælsigni teg!
Hallur Sørensen