Vit lesa í 1.Mós.43.15, 28, 29 : ”Táið Jósef sá Benjamin… Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann,…So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum;…

1.Mós.43.26-27: ”Hann heilsaði teimum og spurdi: ”Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu um? Livir hann enn?” Teir svaraðu: ”Ja, tænara tínum faðir okkara veit væl við, hann livir enn!”

2.Kong.4.25-26: ”Leyp nú ímóti henni og sig við hana: ”Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við?” Hon svaraði: “Ja, okkum veit væl við!””

Markus evang.9.21: “Jesus spurdi nú faðir hansara: ”Hvussu leingi hevur honum vitað so við?” Hann svaraði: “Frá tí hann var barn;…”

2.Kor.11.28: “Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum(tær, sum Paulus setti á stovn).”

Kol.4.7: “Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðurin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt. Hann sendi eg til tykkara, just fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.”

Her omanfyri vóru nøkur vers tilsamans frá Bíbliuni. Og øll somul hava eitt til felags: Tey avsløra hvussu eitt menniskja hugsar og tískil handlar, sum hevur Kristi Anda. Finnur tú teg aftur í hesum, ella er hetta fremmant?

Mangan verður sagt, at blóð er tjúkkri enn vatn. Og satt er tað. Tað er tjúkkri. Eg havi einki ímóti at ein skal taka sær væl av sínum nærmastu. Bíblian sigur enntá í 1.Tim.5.8: ”Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu…” so skal hann roknast sum… So vit skulu taka okkum av okkara. Vit hava eisini ymsar skyldir sum pápar, mammur, børn, vinir, samfelagsborgarir o.s.fr. Men 1.Tim.5.8 sigur egentliga nógv meiri. Tað stendur: ”Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og FYRST og FREMST fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.” Húsfólk, hetta merkir, tey sum hoyra til sama hús trúarinnar, sum eru ein andalig familja í sama húsi. Galatarbrævið sigur: ”Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og FYRST og FREMST teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar. 6.10. Í bíbliuni er blóð ikki tjúkkri enn vatn. Tí skalt tú læra teg at hugsa, sum Bíblian sigur frá, at Gud hugsar. Har er vatn – Guds orð – tjúkkri.

Jesus sigur nakað so knallandi radikalt í Matteus 19.29: ”Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móðir, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld,…” Jesus nevnir her 8 ting, sum kærleiki til Hansara skal ganga framum. Kærleiki til Hansara skal ganga framum 8 síður við kærleikanum til onnur. Vit hava ikki sama kærleika til faðir, sum til móður. Tað er hvør sín kærleiki. Kærleikin til konu/mann er ikki sami kærleiki sum til børn. Kærleikin til bróður er ikki tann sami sum til systur o.s.fr. Men kærleikin til Jesus, gongur hann framum hesar 8 kærleikans síður? Ekstremt rannsakandi spurningur til mín og okkum øll!

”Táið Jósef sá Benjamin… Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann,…So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum;… ”Hann heilsaði teimum og spurdi: ”Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu um? Livir hann enn?” Teir svaraðu: ”Ja, tænara tínum faðir okkara veit væl við, hann livir enn!”

Heilt ótrúligt, sum hetta er sterkur lesnaður. Her er Jósef komin til heiður. Sorgarinnar tungu ár eru løgd afturum og Gud hevur krýnt tænara sín við heiður og dýrd. Hann hevur fingið tveir synir, og kallar teir ávíkavist Manasse: ”Gud hevur latið meg gloyma alla møði mína og alt hús faðirs míns!” og Efra’ im : ”Gud hevur gjørt meg fruktbaran í landinum, sum eg leið ilt í!” Men brøður sínar og faðir sín gloymdi hann ikki. At hann gloymdi ”alt hús faðirs míns” merkir, at hann við guds náði ikki lat bittirheit og sorg stjala sálarfriðin. At tað hevði mist maktina. Hann hevði vunnið. Sorgin var vend til gleði og fruktbarheit.

Men tann kolosali longsulin til at foreinast ein dag við sína familju, kundi eingin temja. Tað vóru sterk bond, sum eingin kundi slíta. Hásongurin sigur um kærleikan: “Tí sterkur sum deyðin er kærleiki, harður í tráan síni sum deyðaríkið…størstu vøtn eru ikki ment at sløkkja kærleikan, áarstreymar eru ikki mentir at skola hann burtur.” Kap.8. Hásongurin talar her um bandið millum brúður og brúðgóm. Hetta var tað, ið Jósef bar inni í sær. Sum árini gingu, so var tað sum ein eldur, flamma, sum ikki varð avtakandi, men bara vaks. Hvussu er tín eldur til húshald Guds, tína andaligu familju, Kristi likam? Tá Jósef sá Benjamin, sín heilbróður. Vit hava sama andaliga faðir og andaligu móðir. Brennir hjarta títt imóti Benjamin? Viga teg sjálvan innfyri henda lesnaðin, stendur tú royndina? Hjarta hansara brann ímóti bróðurinum! ”Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu um? Livir hann enn?” Er lív í manninum, sum bardist við Jabbok? Er lív í honum, sum ikki slepti, fyrrenn hann fekk signingina frá Hinum Hægsta? Er lív í Ísrael? Er lív í honum sum hevur skadda mjødn? Nær hevur tú seinast spurgt inntil og vil vita, hvussu tínum nærmastu veit við? Nær tók tú seinast eina tlf og ringdi, smsaði, messenger, mail? Tú hevur allar hentleikar, men tímir ikki so frægt. Tað rørir teg als ikki, tú ert líkaglaður. Er tað Kristi Andi?

2.Kong.4.25-26: ”Leyp nú ímóti henni og sig við hana: ”Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við?” Hon svaraði: “Ja, okkum veit væl við!””

Hesin gamli Elisa lærir unga Gehazi, hvussu hann skal hava eina empatiska Ond og innlivilsi í síni tænastu. ”Leyp nú ímóti henni” Ikki kom daffandi og suffandi og ”eg spyrji fyri høfligheits skyld, men vildi helst sloppið undan at spurgt”. ”Leyp”, vís at tú ert kolosalt áhugaður at vera við at vita, set teg inní støðuna. Sært tú ikki Gehazi, at okkurt bagir kvinnuni? Hvat fyri eygu hevur tú? Salvaði ella ósalvaði? Rannsaka teg sjálva/n!

“Jesus spurdi nú faðir hansara: ”Hvussu leingi hevur honum vitað so við?” Hann svaraði: “Frá tí hann var barn;…”Heldur tú ikki, at Jesus, sum hin ævigi Gud vitsti, hvussu leingi barnið hevði verið plágað av Djevulinum? Men fyri eitt innlivilsi og Guddómmiligt empati. Hvussu hesin spurningur hevur gjørt pápanum gott, er ikki til at siga. Men um Jesus spurdi teg hendan spurning, og tú slapp at greiða Honum frá tínum barna og ungdómsár, og hvussu títt lív varð plágað, so hevði tú kent ein kolosalan kærleika frá Honum og eygu, sum blivu vætaði, meðan tú greiddi honum frá tínum lívi. Og meðan tú greiddi frá, so hevði tað verið tær grøðing. Og eg spyrji: nær havi eg, og nær hevur tú sett teg niður at lurta og spyrja, hvussu gongst og hvat er plágan? Er man skítlíkagyldigur við sína andaligu familju? Tað eru mong likam, sum verða hart rakt av sjúkdómsálopum – Kristi likam er einki undantak!

“Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum(tær, sum Paulus setti á stovn).” Paulus sigur, at tað ger honum ófrið. Hann hugsar um hetta so nógv, at tað er ikki pláss fyri øðrum. Koma onnur ”dagligdags” ting í hansara tankar, so fáa teir tankarnir ikki frið. Teir verða skumpaðir til viks av umsorganini fyri samkomuni. Sera sterkt úttrykk. Hevur tú kærleika og eitt sinni fyri tí, sum Paulus hevði? Vit skulu skjótt møta Paulus aftur.

“Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðurin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt. Hann sendi eg til tykkara, just fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.” Hesin Týkikus setti seg inní støðuna og var saman við Paulus heilt til tað síðsta. Hann móttók opinberingar frá Paulus og legði seg eina við at formidla boðskapin út víðari. Hann fær vitnisburð frá ápostulinum at hann hjálpir trúliga og tænir. Hann engageraði seg. Eri eg og ert tú ein Týkikus?

Jesus sigur, at kærleikin skal kølna hjá hinum flestu, líkasælan skal taka yvirhond. Onnur áhugamál skulu fylla meiri. Skriftin sigur so rámandi: ”Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika.” Tað vil til eina og hvørja tíð – eisini okkara tíð – verða ein heimur, ið nú er…passar beskrivilsi av Demas til tín? Er tað eitt Tessalonika, sum tú dragist at? Ert tú villigur at fara til Tessalonika og Paulus betalir prísin? Nær vart tú seinast á møtið? Nær spurdi tú seinast inntil møtini, um hvussu gongur, hvør kemur á møtini, hevur samkoman tað gott? Nær ringdi tú seinast og segði: ”Eg biði fyri tær og tykkum!” Nær seinast takkaði tú fyri streaming og fyri evangeliið? Hvussu leingi klárar tú teg uttan tí andaligu familjuna og andaliga felagsskapin? Tú avslørar teg sjálva/n! ”Ja” sigur tú, ”men eg biði heima og har eg eri!” Hoyr nú her: Skriftin sigur: ”Tey hildu trúliga fast við læru(undirvísing) ápostlanna og við (ápostlanna)samfelag, við (ápostlanna)breyðbrótingina og við bønirnar. Bønin kom sum eitt úrslit av allari læruni, samfelagnum og breyðbrótingini, og tí vitstu tey at biðja bønir, sum vóru úrslit av tí uppbygnaði, sum Jesus legði fram: læran, samfelagið og breyðbrótingin.

Til seinast nevnir paulus nakað so rámandi, eftir at Demas og aðrir eru farnir hvør sín veg: ”Eingin er hjá mær uttan Lukas.” Jesus kemur skjótt, skal Hann finna teg at vera hjá einum av Hansara ella ert tú eisini farin tín veg til Tessalonika? Hvat brennir tú fyri?

Hallur Sørensen