Nú segði Elias við fólkið: ”Eg eri tann einasti av profetum HARRANS, sum eftir er, og profetar Ba’als eru 450 mans.” 1.Kong.18.22.
Hetta rópar Elias út. Fólk vildu sagt: Tú ert eitt stórt ego…Tú heldur teg vera…Hvat ert tú framum aðrar o.s.fr. Men hann rópar og tekur als ikki hensyn til, hvat onnur meina um hann. Tú skalt hava sterkar nervar og harða pannu aftaná, at tú hevur rópt: ”Eg eri tann einasti…” Tá koma allar ábreiðslurnar og øll háorðini og øll baktalilsini. Men Gud hevur útrustað mannin við tí, ið vit lesa í Ezek.3.8-9: ”Men Eg geri andlit títt hart móti andliti teirra og pannu tína harða móti pannu teirra; sum diamant, harðari enn stein, geri Eg pannu tína; tú skalt ikki óttast teir og ikki ræðast fyri andliti teirra; tí ólýðin ætt eru teir.” Ein sannur Guds profetur er uppbygdur soleiðis: Harða pannu móti øllum følskum, og eymt hjartað móti Harranum!
Eg trúgvi, at hetta lutfallið er tað sama ídag, 1 – 450. Tú skalt telja upp í 450, áðrenn tú finnur ein sannan profet. Tað vrimlar av følskum tænarum og forkynnarum ídag – eisini í hesum munkalandið Føroyar. Eg spyrji: Tit harúti, kunnu tit við 100% treff sikkurheit navngeva mær ein ektaðan profet, sum ikki lýgur, og táið hann talar, so er tað sum við Sámuel profeti ”HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av orðum Sínum falla til jarðar. Alt Ísrael, úr Dan líka til Be’erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS. 1.Sám.3.19-20. Tit eru vorðin oyra og eygnavitnir at tað, sum er blivið sagt er fallið til jarðar. Gud ”heldur” tað ikki uppi við síni makt, tí tað er ikki frá Honum!
Eg tosi um sannar Guds menn, og ikki hesar bløff magikararnar, kvinnur og menn, úr Lindini, Iktus, Visjon Norge, God Channel o.ø. kanalum, sum spýta út profeti aftaná profeti, og øll hesi stemmað als ikki við Guds orð. Kunnu tit nevna mær eitt av teim mongu hundrað ella kanska túsund profetium um endatíðarinnar veking sum skal koma, sum er gingið í uppfyllilsi?! Religiøsir óuppdateraðir møtigangarir hava í áratíggir profetera um at ”Vekingin er líka runt hornið…Nú kemur vekingin…Heilagi Andin sigur, at vekingin er í sínari komu…” Nú jólini nærkast, so fyrikemur mær søguna um gentuna, sum øll síni barnaár hevði trú á jólamannin. Men so bleiv hon hálvvaksin og vildi kanna málið nærri. Jólaaftansnátt var hon vakin og bíðaði til at jólamaðurin skuldi koma við pakkanum gjøgnum skorsteinin í reyðum jólaklæðum og stórum hvítum skeggi, meðan reinsdjórini bíðaðu á tekjuni. Jú mín sann, um miðnátt hoyrist buldur og brak í stovuni. Og gentan fer upp at síggja og fær sjokk. Har stendur pápin í hvítum undirbuksum, og leggur pakkan undir træið, tí hann er júst komin er hjúnarkamarinum.
Boðskapurin í søguni er: at gentan bleiv narrað av sínum nærmastu. Har var einki skegg, eingin reyð klæði, eingin jólamaður, eingin reinsdjór, men buldur og brak – eins og við øllum profetiunum. Men áralang bíðitíð uppá nakað, sum ikki eksisteraði. So er við boðskapinum um veking. Tú ert vorðin narraður av tínum ”nærmasta talarastóli”, óhugnaligt!
Elias var einsamallur, men hann var sannur. Hann var ópopulerur, men hann var sannur. Hann var radikalur, men hann var sannur. Hann át og drakk ”fattigmands kost”, men hann var sannur. Hann drap 450 Ba’al profetar, men hann var sannur.
Ba’al profetarnir vóru 450 í tali, men vóru falskir. Teir vóru populerir, men falskir. Teir vóru tvísintir og eftirgevandi, men vóru falskir. Teir ótu og drukku við borð Jesabelar, men teir vóru falskir. Teir ”drópu” ongan, men teir vóru falskir.
Táið Elias hevði vakt upp dreingin hjá einkjuni í Zarepta sigur hon við Elias: ”Nú veit eg, at tú ert gudsmaður, og at orð HARRANS(JEHOVA) í munni tínum er sannleiki.” Tað ber nemmliga væl til at taka orð HARRANS í munnin og samstundis tosa eina rúgvu av volapykk og nonsens. Lurta bara eftir prestum og karismatikarum og tungutalandi pinsum. Fult av ”Guds orðið”, men samstundis læra teir lygnina um tríeinigheitina. Men sjálvsagt vekist heldur einki guddómmiligt til lívs. Men tosar tú rætt og sum Paulus sigur við Timoteus í 2.Tim.2.15 ”lærir sannleiksorðið rætt!” so varðar Harrin tíni orð. Enska týðingin sigur tað flottari: rightly dividing the word of truth. = á ein rættan hátt stykkir upp/hánterar Guds orð.
Jesus samanlíknaði Jóhannes doyparin við Elias profet. Og hvat varð sagt um Jóhannes doyparan? ”alt, ið Jóhannes segði um hendan (Jesus) var satt.” Hvat var tað fyrsta Jóhannes segði um Jesus: ”Hygg lamb Guds”. Og Esaias sigur, at henda røddin rópti ”Hyggið Gud tykkara”. Tað sum er loyndarmálið er: Hygg Gud tykkara sum lamb í Jesus Kristus. Lærir man ikki at Jehova er Jesus, at hin ævigi Gud er komin í hold í Jesus Kristus, so er man falskur og kann gera selskap við Ba’al profetarnar.
Hvørjum vilt tú ger selskap við, teimum sonnu ella teimum følsku?
Hallur Sørensen