Skrivað í mars 2006
Vekingarmøtir í Kelduni (Hallur Sørensen)
Í samband við, at Rodney og Adonica Howard Brown vitjaðu í Kelduni í farnu viku, fari eg at bera nakrar hugleiðingar til lesarar blaðsins, ið komu til mín, tá eg sá hesar sjónleikir.
Vit lesa í 1. Jóh. 4,1: »Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.«
Jóhannes ápostul, ið skrivaði hetta niður, fekk innlit inn í endan av okkara tíðarhúshaldi, og tí gera vit væl í at leggja okkum á hjarta tað, ið hann skrivar til samkomu Guds.
Jóhannes gevur okkum hetta boð: »Roynið andarnar, um teir eru frá Gudi!« Paulus skrivar eisini í 1. Kor. 12,10 um eina av náðigávunum, ið er at »døma um andar«. Fyri at kenna andan í tí, sum hendir á slíkum møtum sum teimum inni í Kelduni, antin tílíkt er av Gudi, so má ein halda seg til Skriftina. Hon er einasti myndugleiki í slíkum førum!
Táið Jóhannes skrivar: »Trúgvið ikki einum og hvørjum anda!«, so eiga vit at vera sera varin við tí, ið borðreitt verður fyri okkum á tí andaliga økinum. Hví? »Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heim in.« Jóhannes ávarar ímóti teimum, sum ikki er frá Gudi, men sum eru lygiandar og falskir profetar.
Mætir hvítusunnuvinir í Skandinavia og høgt virdir amerikanskir gudfrøðingar hava forboðið hetta slagið av skaðiliga ávirkandi møt um, sum als ikki hava nakað støði í skriftarinnar ljósi. Ein og hvør, ið ikki hevur selt sína sál fyri láturgass, má sanna, at átrúnaðarligi glantrileikurin, ið varð hildin í Kelduni, var av einum anda, ið ikki var av Gudi. Hetta var alt íspunnið manna verk eina!
Hesin altjóða láturleikur varð vístur beinleiðis úr Føroyum á stórskíggja til fleiri lond – fyri líkasum at vísa, at nú eru vit føroy ing ar eisini við í hesi »altjóða veking«.
Alt, ið ber vitnisburð Andans, fer fram í sóma og tign, tí var tað ikki sørt av einum sorgarleiki at síggja annars vælskúlaðar føroyingar lata seg falla aftur eftir og detta á reyvina og síðan í láturkrampa liggja og vena seg til høgru og vinstru! Uttan fyrilit og umhugsni lótu tey seg falla – púra frá sær sjálvum! Syrgiligt at síggja hesar menn og kvinnur fara langt út um »tað, sum skrivað stendur« (1. Kor. 4,6).
Gal. 5,22 talar um ávøkst Andans, ið eisini varð hildið fram á hesum
møtum. Eitt sermerki Andans, ið á føroyskum ber heiti »fráhald«, merkir sambært grundtekstinum »tamarhald á sær sjálvum«. Men eingin av øllum teimum, sum lógu har, bóru And ans vitnisburð um at hava tamarhald á sær sjálvum. Tað galt bert um at hava ein sjúkligan látur, ið eingin megnaði at stýra. Í løtum tóktust hesi luttakandi at vera í óstýriligari andaneyð. Hesin látur upprann týðiliga ikki av veruligari gleði ella sælu, men tóktist pátikin ella reint sagt besettur.
Tykkum, ið eru felagar og viðhaldsfólk Aril Edvardsens, kann eg upplýsa, at hann tók avgjørt avstand frá hesum og skrivaði í Kor sets Seier tann 31. mars 1995, at henda veking og hetta slagið av møtum var sum at koma inn í eitt fjós, har ein hoyrdi kríatúrini ýla, gneggja og mjavva o.s.fr. Hetta minnir meir um besetta mannin, sum skrivað stendur um í Luk. 9,39. Lat meg siga tað við sterkum orðum: Vit hava her at gera við sterkar demonkreftir, ið falsliga hava givið sær sjálvum frámerki sum »verk Heilaga Andans«. Men har var einki, ið minti um Andan, ið útheltur varð á hvítusunnudegi: »Tá steig Pætur fram og tók til orða og talaði …« Hesi hvørki stóðu, enn minni søgdu tey nakað, ið minti um Andans opinbering.
Rodney Brown, ið gav seg út fyri at vera maður við Guds kraft, soleiðis at tey, ið hann legði hendurnar á, duttu niður, bar seg van æriliga at. Hesi duttu, men tað var ikki Guds kraft, ið var orsøkin til tað. Hetta, sum varð framført inni í Kelduni, við at detta og uppføra seg frá viti og skili, er ein glantrileikur, sum Kenneth Copeland sjálvur sigur, at Rodney Howard Brown er faðir at. Hann er láturvekingar-faðirin úr Toronto. Manga ferð sást eisini, at tey ikki duttu niður, men vórðu trýst niður á gólvið. Og sjálvandi táið fyrst ein dettur av berari andalig heit, so mugu hini eisini detta – ella verða tey álopin av andaligari undirlutakenslu og spyrja seg sjálvi: »Er nakað galið við mær, síðan eg ikki detti … er nakað galið við míni frelsu, ella eri eg í heila tikið frelstur?« Ja, har hevur sanniliga verið eitt hart hóptrýst á ungdóminum!
At verða sligin niður av Guds kraft er nakað heilt annað enn hasin fjákuti og láturligi leikurin, ið var á hesum møtum. Jóhannes skrivar: »Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði …« (Opb. 1,17). Jóhannes fekk eina kenslu av deyða – hann small um. Tað var ikki nøkur kropslig ella sálarlig styrki, sum kundi halda honum uppi.
Vælsaktans átti Jóhannes at gjørst ovurfegin av at síggja Jesus aftur eftir øll hesi mongu ár, men soleiðis var ikki, tí Jesus sigur við hann: »Óttast ikki!« Hann fekk ótta fyri Jesusi, hann lá ikki og venaði seg í látri og ýlan og hugdi rundan um seg fyri at vita, um hini skikkaðu sær á sama hátt. Aftrat tí, so fall hann niður sum ein heilagur. Hann fall fram
eftir rommum á sama hátt sum Dániel (Dán. 10,7-11). Og tað, sum gjørdi, at teir fullu, var, at teir sóu Guds dýrd.
Hvussu síggja vit Jesus? Ja, trúgvin og guds opinberingin av, hvør og hvussu Jesus er, koma við orði Kristusar, og tað má sannast, at Guds orð var slettis ikki í miðdeplinum ella dragkraftin á hesum møtunum! Hvussu hava hesir áhoyrarar so sæð Jesus?
Hesin Rodney H. Brown nýtti heilt fremmand kommandoróp, sum tey fullu niður uppá. Eitt nú: »Fire!« »Power!« »Have a drink!« »Double doze!« – og líknandi. Hvar finna vit slíkt í Skriftini?
Skriftin talar um falskar profetar og falskar messiasar í Markus 13,22, og táið so elstubrøðurnir og leiðararnir runt í Føroya landi trúgva, at vit liva í endatíðini, áttu teir so ikki at verið enn meiri ansnir við ikki at loyvt følskum profetum og messiasum inn í okkara land?
Tit elstu og leiðarar runt í landinum, skammið tykkum, at tit loyva einum følskum profeti inn í land okkara. Hann hevur sanniliga sloppið at sátt sítt sáð. Tit, ið hava sett tykkum í stól Mósesar, hava sovið í tímanum og hava givið tykkum upp til svøvn og látur anda. Eingin av tykkum hevur verið vakin og steðgað hesum manni, sum hevur innført ein annan Jesus við einum øðrum evangelii, í einum øðrum anda. Hetta fer at fáa stórar skaðiligar avleiðingar.
Tit áttu at biðið alt Føroya fólk um umbering fyri hesa skammiligu gerð, tó eg eri vælvitandi um, at tit ikki fara at gera tað, tí tit vilja ikki vera til skammar. Men eitt skulu tit vita, at tit eru allir samsekir í hesi ráða gerð, tí Skriftin sigur, at »Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru (ápostlanna læru), so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara« (2. Jóh. 10-11).