“Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerúsalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð… at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt
egna stað!” Ápostl.1.19.25.
Tað er einki minni enn reiðskap Jesusar, Pætur, ið talar hesi orð. Hann talar, men ikki drivin av sínum egna hugflogi, holdi ella tanka. Men av Anda Guds. Hann hevur verið á ovara sali við 120 øðrum menniskjum, sum trúgva orðinum og teirra hjørtu eru brennandi, og tey hava biðið. Ein sangur sigur soleiðis: ti dager holdt de på, kunne vi trenge å bede likeså! Hóast 10.indi dagurin ikki var útrunnin, so er vulkan útbrotið nær, og ein leggur merki til gjøgnum hesi versini, at Pætur hevur fingið uppreisn, táið hann møtti Jesus við Tiberiasvatn, og Jesus spurdi Pætur: “Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?”
So inntrakka hesi vers, hvar Andin leiðir Pætur inn á at tosa um Judas. Judas hevði verið ein av teimum 12. Verið við í 42 mánar og tænt Jesus. Sæð undur og tekin. Hoyrt Guds orð útlagt øðrvísi við myndugleika og salvilsi frá Jesus Kristus. Men nú var hann ikki meir. Er ikki millum teir, ið skulu víðari við evangeliiunum og prædika fyri jødum og heidningunum
Bíblian sigur: “Hetta varð øllum kunnigt” at staðið var Blóðjørð. Meðan Pætur sigur um Judas, at hann fór “til sítt egna stað!“
Geografiskt var staðið ein akur, meðan andaligt sæð, var staðið eitt egið stað, sum eingin uttan Gud vitsti um. Fyri ein distansur har ímillum. Ein heilur ævinleiki ímillum hesi bæði plássini. Fólkamongdin segði akurin, meðan Andi Guds gjøgnum Pætur hevði eina heilt aðra diagnosu. Vit kunnu altíð og eru mangan skjót til at siga, hvar tú heldur teg til, men ynski mítt er, at Andi Guds talar til tín gjøgnum Sítt orð og sigur, hvør tín andaliga diagnosa er, og hvar tú ert á veg til.
Einaferð var tað ein kongur, sum hevði gestaboð í sínum kongaslotti. Hann var av høgum klassa. Kom frá konga-embætis familju, og nú var hann sjálvur vorðin kongur í Bábel. Navn hansara var Belsazar. Umringaður av túsund stórmonnum í slotti sínum helt hann gildi. Lagið var gott og stemningurin í topp. Eingin óttaðist nakað, tí innanfyri hesar múrar kundi eingin ræða nakran. Belsazar óttaðist heldur ongan. Einki kundi ræða tann mannin. Eingin kundi taka hann av trónuni. Sterkur er hann í embæti sínum, og eingin kann flyta hann úr kongastóli sínum. Har situr hann, og tað er øllum kunnigt. Men knappliga kemur ein hondskrift á veggin og avslørar kongin, at hansara stað er á eini vektskál, sum Harrin eigur, og vektskálin hevur vigað Belsazar fyri síðstu fer og kongurin varð funnin at vera ov lættur, og hond Harrans fer at seta kongin av. Tað var bert Andin, sum kundi avsløra kongin, og skriftin á vegginum, varð útløgd av Dániel profeti. Somu nátt varð Belsazar kaldearakongur dripin.
Á síðsta møtinum í Kolosse, táið brævið frá Paulusi varð lisið upp, trúði Arkippus, at hann enn einaferð skuldi sleppa undan at verða konfronteraður við sína andaligu støðu. Øll trúu, at hetta er ein bróðir, sum vit kunnu rokna við. Ein sum stendur stinnur, har onnur sessast og geva uppat at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Hansara pláss er í samkomuni í Kolosse, her hoyrir hann til – hildu øll. Men enn einaferð gevur Gud Paulusi vísdóms og kunnskaparorð til at siga, hvussu hansara egentliga støða er, og at Arkippus er áveg til sítt egna stað: út av tænastuni, vil ikki meir, orkar ikki meir. Men hetta veit eingin. Hetta er ongum kunnigt. Men bert Harrin veit. Og sum torusláttur frá himli, talar Harrin gjøgnum Paulus og sigur:
“Sigið við Arkippus: „Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!“ Kanst tú fyristilla tær, hvussu hetta er komið sum eitt sjokk á øll í samkomuni. Fólk hugsaðu: Arkippus, ert tú veruliga í hasari støðuni?! Ja glansmyndin er mangan annarleiðis enn veruliga støðan.
Samkoman og fólkaskarðin í Laodikea sigur: “Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki! Tey hava sítt stað har. Tey trívast har og halda at alt gongur sum tað skal. Geografiskt eru tey plaseraði millum Kolosse og Hierapolis. Men andaligt er støðan sera álvarsom og hon er at finna flest allastaðnis – í Føroyum við. Harrin, sum er allastaðnis nærverandi og veit alt og kennir hjørtu alra menniskja sigur, at hjørtu teirra eru lunkaði, óbrúklig, nyttuleys fyri húsbóndan. Tey eru smb. orðinum vikin frá Harranum og farin til sítt egið stað. Vikin frá Honum sum er eldur. Tí vóru tey saman við honum vildu tey verið brennandi í Andanum, men tey vita ikki, “at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!”
Ert tú ein av teimum, og kennir tú eisini fólk, ið heldur viljað vera millum ta fráfalnu samkomuna, enn at vera millum tey, ið hava salvilsi, opinberilsi og ljós yvir endatíðarinnar boðskap í hesari tíð? Ert tú har, tí tað er so estetiskt, flott, glasmálaríir fyri stór virðir, altartalvur, prestar og biskuppar. Ella har, sum prædikumenninir tala rundar og jovialar prædikur, ið ikki stoyta nakran, ongantíð taka upp samtíðina til vurderingar út frá Guds ljósi, ikki hyggja at bygnaði Guds út frá byrjanini í Ápostlasøguni viðvíkjandi tænastum av ápostlum, profetum, evangelistum, lærarum og hirðum. Innsetan av elstum, og hvat Harrin meinar við elstatænastuni. Ídag er inn og útskiftan av elstum eins ofta, sum ein skiftir hosur. Hvar hoyrir slíkt heima og hvar í skriftini er dekningur fyri slíkum? Er tað nakar í trýr og praktiserar tann einasta dópin, ið Harrin sigur Amen til, ið er í Jesu Kristi navni, har tú heldur til? Tú má vurdera hetta stað. Um tú ert í slíkum, so kunnu øll siga og geva sama svar, at tú ert á akrinum. Hetta tí at teimum fattast opinberilsi í orðinum og hava ikki andaliga førleika at seta skriftina saman á rættan hátt. Men Andin talar gjøgnum orðið.
Vit hoyra mangan hetta: tey skulu jú øll vera eitt. Hvat læran viðvíkur, kann ikki vera av stórum týdningi, siga tey flestu. Vit trúgva øll tað sama. Men spurdi tú Pætur, Paulus og hinar vildu teir sagt: taka tit ikki við tí, ið vit læra og prædika, taka tit ikki ímóti Honum, ið sendi okkum!
Tú, sum lesur hetta, vurdera tað eftir orði Guds, hvat Harrin sigur um hetta stað, og hvat Hann hevur í huga at gera. So skalt tú síggja at orðið gongur út: “Lat bústað teirra leggjast í oyði, lat ongan vera, sum býr í tjøldum teirra!” Sálm.69.26. Ávara hesi menniskju og tala til teirra við kærleika Kristusar.
Hvar er títt stað? Hallur Sørensen
Content for your website http://fertus.shop/info/