Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum,… Soleiðis ljóðar versið frá Jesusar høvuðsprestaligu bøn í Jóh.evang.kap.17.11.
Tað eru mong, sum hvønn dag biðja. Biðja fyri sínum nærmastu, vinum, familju, arbeiðið og matinum. Ikki allar, men flestu bønir, sum verða bidnar eru meiri ritual tengdar, meiri trationellar og meira fyri, at hini skulu hoyra tær, so at tú verður hildin fyri at vera serstakt andaligur. Mín meining um hesar kategori bønir eru, at ongar av teimum hava nakra sum helst týdning fyri ríkið Guds. Trúvgvi, at slíkar bønir gera gud í ringum lag. Jesus sigur við samversku kvinnuna, at tilbiðarar, sum veruliga gera inntrykk, so at grundvøllur Satans skelvur, er táið tilbiðarar tilbiðja Faðirin í anda og sannleika.
Her biður Jesus fyri Sínum, og einans teimum – les allan kapittulin, so sært tú henda dýrabara sannleika. Jesus biður bara fyri sínum. Tey, sum ikki frá tí heimurin varð grundaður, høvdu sítt navn skrivað í lívsbók lambsins, viðvíkur henda bøn ikki. Fyri ein kraft sum hevur verið tilstaðar, táið Jesus bað fyri sínum. Eg vildi givið alt, fyri at verið tilstaðar, táið Jesus við salvilsi og innlivan og ævigum kærleika bað hesa bøn. Fyri eitt preveligium hjá teimum, ið stóðu honum nær hetta kvøld, táið hesi orð ljóðaðu. Hesa bøn gloymdu ápostlarnir aldrin!
Hevur so henda bøn havt kraft fyri eftirtíðina til tey, sum Jesus kallar síni? Hevur henda bøn verið ein eldmúrur rundan um Jesusar røttu og ektaðu lærisveinar? ja, absolutt. Táið Jesus bað, og halgaði teir í navninum og orðinum, so vitsti hann, at Satan fór at koma við øllum, sum stóð í hansara makt av ekstremum intensum álopum. Hann fór at gera alt, fyri at deyðaríksins portur skuldu fáa makt yvir Guds samkomu.
Henda bøn hevur klárað at hildið Guds samkomu frá øllum sataniskum álopum, táið Satan fekk gjøgnumført statsreligiónina. At staturin skuldi hava sítt sugerør inní Guds samkomu, so at Satan fekk pustað sín anda gjøgnum sugerørið og inn í samkomuna, og innanda úr samkomuni, alla hennara dýrd. Men har, sum hetta hevur eydnast Satan, teimum bað Jesus ikki fyri!
Henda bøn hevur klárað at hildi Guds samkomu reina, táið Satan gjøgnum sínar undirsáttar ynsktu at koma inn og broyta tað fýrfaldu tænastuna, sum Jesus gav samkomuni sum gávu. Efesusbrævið kap.4.11 sigur: Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar. Men ídag eru tittlar í hópatali, sum ikki Jesus gav samkomuni. Har eru at finna junior pastorar, senior pastorar, lovsongsleiðarar, pastor par. Presidentar, vice presidentar, biskupar, kardinalar, nonnir, munkar, pávar. Skjótt er at konkludera, at hesi hevði Jesus ongantíð í huga, táið hann bað um, at Heilagi Faðirin skuldi varðveita tey í navninum og orðinum!
Táið Jesus bað, so hevði hann Paulus í huga, sum skuldi málað Jesus Kristus fram, sum krossfestan. Hann bað fyri Paulus, at Paulus ongantíð mátti koma í tankar um at nýta nakran annan pensil enn andans pensil. Og tann varðveitslan helt alla Paulusar livitíð. Men táið statsreligiónin varð viðurkend, so hvarv andans blekk og pensil, og man fekk erstatningsmálarar, s.s. Michelangelo, sum undirskrivaðu kontrakt, ikki við Jesus, men við Vaticanstýrið í ár 1508. Sixtinska kapellið er “Heilaga staðið” har pávarnir verða valdir og kardinalarnir verða innilæstir har í konklavinum. Har inni er eisini deyðsmessan fyri pávanum og eisini páskamessan. Alt hetta hevði Jesus ikki í sínum huga, táið han bað. Samkomur ídag síggja meiri út sum vertslig diskotek og kirkjur eru útsmykkaðar fyri millióna upphæddir í farvuríkum málningalisti, sum ein erstatningur, tí andans opinberilsi er forever gone. “Ikabod” skuldi staðið á hvørji hurð, og verðið lisið sum yvirskrift, áðrenn man gekk inná møti. Kann hetta vera ein staðfesting av Jesusar bøn?
Jesus nevnir um at verða varðveittur í navninum. Øll, sum eru indikeraði í hesi bøn, hava ongantíð givið eftir fyri at avnokta navnið. Hvørki í guddóminum ei heldur í dópinum. Nevn mær ein í Ápostlasøguni, sum ikki varð doyptur í Jesu Kristi navni. Nevn mær ein í skriftini, sum ikki trúi, at Jesus er Gud komin í hold. Men henda bøn hevur ikki havt serliga stóra makt á teimum allarflestu á hesum øki. Tey allarflestu eru blivin tikin á tí skeiva beininum og eru vorðin maktarleys og hvørki tora ei heldur vilja taka kampin upp við tríendartrøllið frá Vatikaninum. Kann hetta vera eitt úrslit av kraftiga bøn Jesusar?
Jesus er okkara høvuðsprestur og hann bað fyri tær, so at tú ikki skuldi ganga einsamallur og lata teg villleiða frá sannleikanum. Í G.T. var Áron høvuðsprestur, og táið hann fór inní tað allar heilagasta, so bar hann á akslunum og á bringuni(hjartanum) nøvnini á ættum Ísraels. Hann bar tað útvalda fólkið á sær og nøvn teirra, so táið Áron fór inn í tað allar heilagsta, so sá og mintist Gud tey – Áron bað fyri teimum og legði tey fram fyri Harran. Ert tú inngraveraður í akslar Jesusar og í hansara hjarta? Viðvíkur henda bøn teg, ella ert tú fremmandur fyri hesa bøn. Ert tú ein vitnisburður um, at tú ert tilhoyrandi Jesus ella ein vitnisburður um, at tú ert tilhoyrandi tær sterku myrku kreftirnar? Rannsaka teg sjálvan og spyr teg henda álvarsama spurning!
Hallur Sørensen.