«Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið 100 fold; tí HARRIN signaði hann.» 1.Mós.26.12.
Í fyrsta versinum í sama kapitli stendur: «Hungursneyð kom nú í landinum – sum hina ferðina, á døgum Ábrahams.»
Hungursneyð er vegna trot á mati. Men ídag í okkara tíð og okkara samfelag, vildi ein knýtt hetta fyrst við, at tað er ikki ráð til at keypa mat, tí tað er arbeiðsloysi. Men so er ikki. Tað er nok av arbeiði. Arbeiðsloysi er metlágt.
Men støðan í heiminum sum hon er nú, sær ikki serligani bjørt út, og útlitini fyri verri tíðir hómast. Ein undarlig tíð vit liva í. Luk.21.26 sigur tað soleiðis: «…og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur;» Nú stendur hetta í einum størri konteksti. Men eitt er givið, at heimurin skal skakast og tíðin fyri Jesu afturkomu skal merkjast av einum vónloysi. Tí sigur skriftin víðari sum ein áheitan til Guds útvalda fólk í hesi endatíð: «Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!»v.28.
Eg biði eisini fyri mínari tænastu, at hon skal verða merkt av, at táið eg kunngerði evangeliið, so skal tað verða eitt «Rættið tykkum upp» evangelium, sum loysir øll óttans og angist bond av høvdi tykkara, so tit ikki ørmaktast í sinninum. Pætur sigur eisini soleiðis: «Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og seti heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists! 1.Pæt.1.13.
Hendan hungursneyð rakti Ísak, eins og hon rakti Ábraham. Men vóru teir ikki Guds menn? Vóru teir ikki Guds ætt? Vóru teir ikki Guds vinir? Jú! Men hungursneyðin kom á teir eisini. Og vit kunnu eisini vænta – tí vit eru synir og døtur Ábrahams – at «hungursneyðin» kemur á okkum. Men HARRIN er við! Systkin míni í Andanum, eg sigi tað einaferð enn: HARRIN er við!
Hungursneyð er vegna matartrot. Og allarhelst er orsøkin, at tað hevur verið turkur. Jørðin var skrøtt turr og gav tí onga grøði. Tí var tað burturspilt at sáa í akurin. Akurin má hava vætu, fyri at tað kann eydnast.
Men á ein óforkláriligan hátt, so hevur HARRIN komið til Ísak og biðið hann um at sátt. Hugsa tær, hvat Filistararnir hava tonkt! Sikken ein týpa, sikken ein original. Hann má hava mist alt skil. Galskapurin hevur tikið yvirhond. Eg komi til hugs sangin, sum Åge skrivar um Nóa: Du Noah, hvorfor bygger du en båt her inne på land? Det er jo rene galskapen, slikt går da ikke an. Men Noah svarer stille, dog så tydelig og så klart: en dom vil ramme jorden og den kommer meget snart.
Og allarhelst hevur Harrin gjørt við akur Ísaks, sum Harrin gjørdi við Gideon. Vit lesa: «Nú segði Gideon við Gud: Er tað nú so, at Tú ætlar at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað, so hygg nú her: Eg leggi hetta seyðaskinni á treskiplássi; kemur so døgg bert á skinnið, men øll markin er turr, tá veit eg, at Tú fert at frelsa Ísrael við hond míni, sum Tú hevur lovað. Soleiðis varð; táið hann tíðliga morgunin eftir vant skinnið, vant hann døgg burtur úr tí, upp í fulla skál av vatni.» Dóm.6.36-38. Her síggja vit, hvussu Gud avgrensar vætuna til tað umráðið, sum Gideon varðar av, og øll markin rundan um er turr.
Gud ger mun á Ísak og Filistarum. Gud ger mun á Gideon og Midjanitum.
Eg vil siga við teg, sum skriftin sigur: «Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær…Nú vóru lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur «avkomum» sum um nógvar, men sum um ein:»Og avkomi tínum» – og tað er Kristus.» Hebr.11.18 og Gal.3.16. Hann talar um lyftissonin, um Kristus ættina, eina spesifikka ætt. Og eru vit í Kristus, so eru vit fødd til at tað skal eydnast, hóast øll útlit og øll odds eru ímóti okkum. Øll veðurútlit vóru ímóti Ísak. Men hann sáaði og HARRIN signaði Ísak og gav honum 100 fold.
Tað eru mong útlit, sum síggja døpur út fyri framtíðina – eisini okkum. Men við HARRANS hjálp og signing yvir okkara lív, so skulu vit nok yvirvinna kong Abimelek og hansara valdstýri.
Ísakur hevði veikleikar og ræddist eisini. Minnir eitt sindur um okkum. Men tað hindraði als ikki HARRANUM at signa Ísak atlíkavæl. Signing er ikki altíð knýtt at sigri, og hvat vit hava útrætta, men av einari einkultari orsøk – tí vit eru børn. Tí vit eru synir og døtir. «Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur/dóttir; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.»Gal.4.7.
Tað stóð: «HARRIN signaði hann» Heilt ómetaliga sterk orð. Táið HARRIN hevur sett sær fyri at signa ein mann ella kvinnu, so er tað einki ella eingin, sum kann hindra tí, halleluja.
Eg vil eisini enda við hesi áheitan: sáa í tað pláss og stað, sum HARRIN vísir tær og knýtir Sítt orð til. Tað gevur signing!
Gud signi teg hesar dagar og framyvir!
Hallur Sørensen