Við endan av árinum 2020, fer allarhelst at verða ein spurningur frá kvf.fo, sum tað hevur verið undanfarin ár: hvat var kendasta orðið í ár? Og vit kunnu nú í mars mánað staðfesta, at tað verður: Corona! Eingin fer at minnast á hetta orðið við gleði ella at seta tað ísamband við nakað, ið fær smílibondini fram. Óttin liggur yvir allar Føroyar og allan heimin sum eitt tungt skýggj og útlitini av teimum klóku sigast ikki at borga fyri góðum.

Hetta er ræðandi. Men eg trúgvi og eg veit, at tú ert ”Sheltered in the arms of God”, sum Dottie Rambo skrivaði á sinni. Tú ert væl vard/ur og hevur einki at óttast fyri. Hvørki heilsumessiga, familju ella økonomiskt. Gud elskar teg og sigur við teg, sum Hann segði við teir ellivu í forðum, sum ræddust: ”Mær er givið alt vald í Himli og á jørð…Og Eg eri við tykkum allar dagar(og teir ringu), líka til enda tíðarinnar.” Matt.28.18,20.

Tað eru mong heilt ótrúliga sterk lyftir knýtt at orðinum frá Harranum til tín! Tak tað til tín og sig við Jesus: ”Tú hevur sagt tað! Eg trúgvi tí! Sakin er avgjørd!”

Vit lesa í 2.Mós.12.23 um ”oyðaran”. Og hetta Corona virus er absolutt ein ”oyðari” á mangar hættir. Hetta virusið vil troðka seg inn. Men í sama ”blóðskapitli”, sum er skrivað til tín, stendur: ”táið Eg síggi blóðið, skal eg leypa tykkum um, og einki oyðandi slag skal koma yvir tykkum,…”v.13. Sig við Corona: ”Eg eri undir blóðsins kraft og medisin. Her hevur deyðin longu funnið stað. So her er einki at koma eftir og krevja.”

Í Sálma.91 stendur: ”Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: ”Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!” Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti;…Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin. Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;…Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út; Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;… Sterk lyftir knýtt at Jesu navni, sum tú kennir. Kraft í navninum!

Um hendan Corona skuldi gripið so til, at matforsýningarnar reduserast sterkt, so er Ein, ið kann forsýna teg við bæði mati og bikari og eyka korn til alt títt húsarhald. Og táið tú ikki skilir hvussu hetta ber til, so kemur svarið: ”Eg eri Jósef, bróðir tykkara.”1.Mós.45. Jesus hevur umsorgan fyri sínari familju!

Ert tú í tí støðu, at tú kennir teg sum lambið, ið er við at blíva gloypt/ur inní kjaftin á leyvu og bjørn Corona, so skalt tú í næstu løtu vænta, at sonur Ísai er í nánd. Hann er bardagamaður. Unglingin, sterkur í síni kraft. ”Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið, og hesum óumskorna Filistara skal gangast sum teimum – aftur fyri at hann hevur háðað her hins livandi Guds.” Tú ert tilhoyrandi samkomu hins livandi Guds, sikraður á allan hátt.

Les hesar linjir umaftur og umaftur! Et, drekk og lat tað fylla títt innara menniskja. Gud vælsigni teg í Jesu navni!

Hallur Sørensen