Vit lesa í 2.Mós.25.16:” Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin (báðar lógtalvurnar), sum Eg skal geva tær. So skalt tú gera náðistól (Lok arkarinnar) av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan. Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.”
So lesa vit í í v.22:” Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.”
Tað er mangt sum er broytt, síðan fyrstu menniskju gingu á hesi jørð. Ja, eg vildi sagt alt. Alt er broytt. Menniskjan er broytt, náttúrðan, klima, lívsstandardurin, virðini, ja ein kundi hildið á. Men eitt er óbroytt: Gud og Hansara orð! Skriftin sigur: ” Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.” Tað vildi verðið ógvuliga trupult at tænt Harranum Jesusi, um Hann skifti meiningar og vilja Sín í heilum. Men tað er nakað fast, trygt og støðugt við Harranum! Í Sálma 119.89 stendur:” Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í himli.” og v.160:” Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.”
Aftur til ørkina. Hetta sum varð gjørt og sett í verk, var ikki nakað, ið Móses fann uppá av sær sjálvum. Men tað var ein himmalsk mynd, sum varð opinberað Mósesi. Her fekk profeturin, kongurin og presturin Móses innlit í sjálvan himmalska halgidómin. Ein himmalsk, guddómmlig mynd og opinberilsi av, hvussu Gud sær uppá seg sjálvan og sítt orð. Hvussu ørkin og tað, ið skuldi knýtast til ørkina skuldi gerast og setast upp.
Og hvat er tað vit lesa? At Gud, við Sínum dýrdarljósið, shekhinah ljósið var omaná lok arkarinnar, millum kerúbarnar og í ørkini lógu talvurnar, orðið til Ísraelsmenn. Gud saman við kerúbunum vardu og lógu omaná orðinum. Í ørkini var eisini stavur Árons og ein krukka við manna.
Og nú til poengi. Eingin maður ella kvinna, eingin Móses, Áron ella Levitiska prestaskapi, eingin Josva ella Kaleb høvdu torað at fari inn í tað alra heilagasta, flutt Gud við Sínum kraftiga dýrdarljósi, síðani lyft lok arkarinnar og tikið sáttmálatalvurnar úr og broytt skriftina og tekstin sum Gud sjálvur skrivaði á við Sínum egna fingri fyri síðani lagt talvurnar íaftur. Tað hevði verið tað reina sjálvmorð. Tað var ein ærufrykt fyri Ísraels kongi. Og orðið, Gud, skriftin er hin sama. Tað er óbroytt, og Gud vakir yvir Sítt egna orð.
Men ídag er ikki bert heimurin við sínum í einari broyting. Men hetta hevur eisini verið í kristnum høpi, men nú í endatíðini í Laudikea, so eskalerar tað. Tað er ein kolosal andalig frekheit og religiøs arrogansa. Prædikumenn, pastorar, elstubrøður og leiðslupør broyta Guds orð í hálvum og heilum líki. Internationalir evangelistar við sínum freka og harða andlitið fara inní ”tað alra heilagasta” og koma út aftur við einum profetii og So Sigur Harrin, at endatíðin skal vera ein vekingartíð. Men tann óbroytti Gud og tann óbroytta skriftin sigur tvørturímóti. Tað verður ein køld, kynisk og torfør tíð og mong skula venda sær frá sannleikanum til at trúgva lygnini. Og hetta sokallaða profetiið hava prædikumenn og leiðarar tikið til sín og svølgt rátt, tí teir hava ikki gávuna at døma andar, um hetta er frá Gudi ella ikki. Hugsa tær til, um hesir fóru inní tað alra heilagsta á døgum Mósesar og broyttu orðið til Ísraelsmenn!
Dópurin er eitt týdningarmikið stig á trúarinnar leið við Jesus. Og dópurin skal útførast í Jesu Kristi NAVNI og ikki trimum titlum. Hetta orð stendur fast og uttan undantak, so eru allar dópsgerðir í skriftini útførdar í Jesu navn. Men hetta hava prestar, katolikkar, pinsavinir, tungutalandi karismatikarar uttan himpr broytt. Eitt kann eg siga tær, óansæð hvussu nógv mál tú tosar í tungum og hvussu nógv lovsongskór tú syngur og syngur í andanum, so gevur tað ikki tær mandat at broyta Guds fasta orð um dóp. Orð Guds um dóp stendur til ævigar tíðir fast í himli.
So var stavur Árons eisini har. Stavurin, prestaembæti. Gloym alt um at fá nakran sum helst autoritets-stav og makt frá Gudi og tænastu frá honum, um tú við tínari arrogansu broytir hansara orð – kanska tí tú ongan stav hevur!? Tað tú hevur, fangar og bergtekur ongan. Eingin verður gripin av tí, sum tú talar, vitnar ella kemur við. Orðini og talur tínar eru deyðar, áðrenn tað kemur út úr munnvikunum. Eingin ávøkstur stendst av tínum arbeiði og tínum virki. Hevur tú broytt orðið og viska út skriftstøð sum tær ikki líkar og innsett teg sjálvan?
Gud hevur eisini í Sínum orðið valt út titlar til sítt arbeiðið. Har stendur í Efesus 4.11:” Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,…” Hesi nøvn eru broytt. Tey eru ”út av dato” og erstattaði við Pastor, pastorpar, senior Pastor og ungdóms Pastor. Leiðslupør, lovsangsleiðarar o.s.fr. alt sjálvandi total fremmant fyri tað vokabular, sum andin bað heilagar Guds menn at skriva.
Hvør var hetta dýrdarljósið? Tað var Gud sjálvur! 1.Tim.6.16 sigur:” Hann, sum eina hevur ódeyðiligleika, sum býr í ljósi, sum eingin kann koma til, Hann, sum einki menniskja hevur sæð ella kann síggja – Honum tilhoyrir heiður og ævigt vald! Amen.” Táið Áron skuldi innfyri Gud, mátti hann hava roykilsi/skuggj/ljósdempara við inn. Hetta kastaði hann á shekhinah ljósið. Um ikki, so hevði Áron doyð vegna kraftina og styrkina í ljósinum – ”einki menniskja kann síggja Meg og liva.” 2.Mós.33.20. Men til tykkum tríeindarfólk: hvussu nógv shekhinah ljós var? Eitt! Og táið Gud talaði við Móses segði Hann:” Eg Eri – hetta er NAVN mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.” 2.Mós.3.13-15. og Jesus segði: EG Eri! Tí hetta er Guds navn. Hann duldi ikki fyri, at Hann var Gud komin í hold! Hann bar Guds NAVN. Gud segði ikki: vit eru, vit báðir, vit tríggir, men ”EG ERI”. Eitt navn, eitt ljós. Ansa eftir, at tú ikki fært meiri enn eitt ljós úr skriftini og eitt navn og EIN gud og broytir Guds orð eftir tínum fantasii, sum tú hevur arvað frá Bábylon, har villeiðingin er kolosal og sum er ein spottan og háðan móti Ísraels Gudi. Ert tú befongdur við slikar kreftir, so er orðið til tín frá Jóh.Opinb.18.4:” Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara.” Tað er synd, at trúgva Bábylons mynd av hvør Gud er! Í vers 3 eru orðini sterk:” bústaður ilra anda, fangahús alskyns óreina anda og fangahús alskyns óreina og viðurstyggiliga fugla.”
Lat meg enda við hesum orðum frá Jóh.Evang.17.6:” Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og TEY HAVA HILDIÐ ORÐ TÍTT.” Tað er eitt fólk, sum Harrin Jesus biðjur fyri og sum koma til trúgv á Hann gjøgnum læru ápostlanna(v.20) og tey halda Hansara orð.
Vilt tú vera orðsins fólk?
Hallur Sørensen