Eg las í eini grein á vp.fo við yvirskriftini ”Í hesum eftiransingartíðum: Soleiðis fylgir bankin við í øllum tú gert.” Greinin lýsir bankans ”eyga” við at vera vakin allan sólarringin og hyggja at øllum møguligum og ómøguligum álopum av øllum sløgum. So kann hvør einstakur gera sær sjálvum meiningar um hetta. Men allur heimurin liggur í tí ónda, og er hetta bert ein liður í antikristiliga systeminum, har antikrist vil reka øll í somu rætt og hava kontroll á øllum menniskjum. Yvirskriftin ljóðar verjandi, og at tú skalt kenna teg tryggan, men bankin og allir aðrir instansir hava dumpað áður. Hetta verður einki undantak!
Tað er bert Ein, ið ikki dumpar í eksamini og tað er Gud hin alvaldi, Jesus Kristus. Hann hevur eitt vakið eygað yvir síni lomb. Tað er einki, ið sleppur innum hansara verju, og um onkur skuldi sloppið, so er tað vegna loyvi frá Gudi.
Men her eru nøkur orð um Guds verju: í Job 41 stendur: ”Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara! Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! – Rundan um tenn hansara er ræðsla. Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli. Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra. Teir eru fastir hvør við annan og kunnu ikki skiljast sundur.” Her lýsir Job Livjatan, krokudilluna og greiðir frá hennara megi at verja. Krokudillu mamman ger nemmliga tað, at táið ungarnir eru smáir, so verjir hon teir við at taka teir inn í kjaftin. Teir liggja so har innanfyri ”dupultu tanngarðarnar”, alt er sterkt og væl fest, eingin luft treingir seg millum tættliggjandi skjøldarnar. Og spurningurin reisist: ”Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara! Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! Í kap.40 reisist spurningurin eisini: ”Vita (prøva, ger eitt forsøk) at leggja hond á hann! Tað stríðið fert tú at minnast, tú gert tað ikki uppaftur. Nei, tann, ið vágar sær slíkt, vón hansara verður svikin – við tað sama sum hann sær hann, fellur hann til jarðar!”
Í Jóh.evang kap.10.28-29 stendur: ”Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.” Her kemur tað sterkt fram, at verja Guds tolir øll álop, sum Satan kann diska upp við fyri at fáa Hansara lomb út úr Hansara hondum. Sjálvt um Satan ikki er frá ævinum av, so eru hansara ár óteljandi, og gjøgnum alla síni livitíð sum ein demon, so hevur hann til dags dato ikki klára at fingið Jesusar útvalda fólk út úr Jesusar hondum. Ævir: ævinleiki er eitt fenomen, ið strekkir seg frá ævinum aftureftir til ævinar frameftir, so Satan fer heldur ikki í framtíðini at villleiða ein einasta út úr Jesusar hondum. Vit kenna tað mjúku, heitu og elskandi hendurnar av Jesusar síðu. Men Satan kennir sterku og andans nevaleik-knúgvar móti sínum andliti. Gud verjir síni!
Í 2.Krøn.16.9 stendur: ”Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum.” Tað eru eingi eygu, ið klára at hyggja at allari jørðini samstundis, og afturat tí finna eitt hjarta, sum er við Harranum. Hetta vísir Guds suverenitet og makt at fylgja við. Einki menniskja, eingin telda, satelitt, høg teknologi klárar slíkt. Og hvør kann skoða eitt hjarta? Men hetta ger Harrin! Harrin er tær tær, skjøldur og verja, eyga Guds vakir yvir tær dag og nátt. Ver tú heilhjartaður í hesi síðstu tíð og tú fer at kenna Guds sterku tanngarðar, hendur og eygu. Heimurin skal forganga, menniskja skal dumpa, bankarnir fara konkurs, men HARRANS náði varir í allar ævir! Tú kanst sanniliga vera trygg og tryggur!
Hallur Sørensen