Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eri í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi! 2.Kor.1.3-4.
Gjøgnum árini havi eg fylgt væl við, hvat sum verður sagt og serverað á tí karismatiska frontinum, og teirra skakk koyrda útlegging av endatíðini. Í USA eru teir stóru BIGSHOTS. Hesir mynda útleggingina og siga, hvat skriftin sigur, og teimum má fólkið fylgja. Tað er komið har til, at fylgir ein ikki teirra fótasporum, so endar gali. Og um man tosar hesum ímóti, so er man frekur og á eini villunarleið.
Hesir somu hava uttan at himprast, logið fólkið beint í andlitið við at taka lyftir inn í okkara tíð, sum als ikki eru galdandi fyri okkum, ið liva í samkomutíðarhúshaldinum. Teir hava bjóðað fólkinum 1000ára ríkis lyftir og lagt tey inn undir okkara tíð. Og tað er skeivt. Hetta verður eisini á tí religiøsa forum kallað: Herligheits teologi ella prosperity preaching (prosperity: vælstandur, økja, veksa). At tann vekingin, ið skal traðka til í 1000ára ríkinum, skal galda nú. Og táið veking og vælstandur og økjan í antal fólk og økjan í økonomi skal vaksa, so reduserast “Marana ta’ rópi, Kom Harri okkara.”
Pætur skrivar í 2.brævi kap.3.11-12: Táið nú alt hetta loysist sundur – hvussu eiga tit tá ikki at stevna eftir heilagari atferð og Gudsótta, meðan tit vænta (ja, innarliga vænta) og skunda undir komu Guds dags…
At Ísraelsfólk longdist og innarliga væntaðu at profetorðið skuldi ganga út, sum Harrin hevði talað við Ábraham um, var at alt rasaríið frá Farao bert øktist og tók til. Tey róptu eftir “útfríðaranum”.
Eisini siga hesir BIGSHOTS at tað rætta er, at tú ikki skalt verða sjúkur. Teir heinta hesi úttalilsir frá, táið Jesus gekk her á fold og grøddi allar sjúkur. Og um tú ert sjúkur, so liggur feilurin hjá tær, tí at tú ikki hevur nóg nógva trúgv, siga teir. Teir finna ikki útav, at Jesus kom til Ísrael sum natión og bjóðaði teimum 1000ára ríkið. Har verður eingin lamin, visin, sjúkur ella tílíkt.
Aftur til 2.Kor.1. So vísir hetta, at Paulus hevði ikki passað inn í prosperity preaching. Honum tørvaði troyst. Paulus hevði ikki passað inn í prosperity preaching viðvíkjandi sjúkum og trúgv, tí hann sigur: Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet. 2.Tim.4.20. Paulus hevði ikki passað inn í prosperity preaching um framgongd, økjan og tílíkt. Tí hann sigur í Róm.15.22: Tí eg eri eisini so mangan hindraður at koma til tykkara. Men Paulus, hevði tú havt nógva trúgv, so reiv tú niður allar hindringar…Paulus sigur víðari í 1.Tess.2.18: Tí vit hava havt í huga at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði ena ferð og tvær ferðir; men Satan hevur forða okkum. Paulus, letur tú virkuliga Satan forða tær???
Læt okkum hava profettíðina og tunguna mitt í munninum. Annars hevur hetta fatalar konsekvensir og gevur psykiskar líðingar. Tú ert sjúkur, hevur líðingar og ert hindraður mangan, og hetta er ikki vegna manglandi trúgv!
Guds troyst er ógvuliga umfatandi – allari trongd okkara. Og henda troyst hevur eina bestemta hensigt útum at hon skal koma okkum til hjálpar í eini speciellari situatión – fyri at vit kunna troysta. Guds troyst var sostatt ikki bara til hjálp fyri tann einstaka, men hjálpa øðrum.
“Trongd”, thlipsis: neyðsituatión, sum kemur vegna eitt óúthaldiligt og pínifult press. Troystin merkir at man fær hjálp og náði til at beina burtur pressið, so at eina kann anda og liva, samstundis sum Satan herjar á ein. Ein guddómmilig hvíla mitt í sterkum stormi. Hetta merkir eisini, at man fær kreftir og styrki til at bera pressið, táið eingin væntaði tað, men øll væntaðu, at nú hoknar viðkomandi.
Móses hevði eitt veldigt trýst á sær. Hann var gamal og øll Ísraelsfólks byrða hekk á hansara herðum. Og mitt í hesi trongd sigur Móses: Eg eri ikki mentur at bera hetta fólk einsamallur, tað er mær ov tungt! Ætlar Tú at fara so við mær, so drep meg fyrr… Harrin svaraði Móses:”Kalla Mær saman 70 menn av teimum elstu í Ísrael…So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir, so teir kunnu bera byrðina av fólkinum saman við tær, og tú ikki noyðist at bera hana einsamallur. 4. Mós. 11.14-17. V.25: Tá kom HARRIN niður í skýnum og talaði við hann, og Hann tók av Andanum, sum á honum var, og læt koma á hinar 70 elstu. Og táið Andin hvíldi á teimum, profeteraðu teir;….Her síggja vit, at Móses var komið til eitt punkt í lívinum, at nú var nok. Hann orkaði ikki meir. Trýstið seyg mergin úr lívsgnistinum. Men so kemur Harrin og opinberar honum, at inni í honum, er ein skattur av kolosalari ondskraft. At inni í Mósesi búgva egentliga 70 høvdingar, sum skulu fram í ljósið. Og við hesari innaru kraft kemur Andin, sum er í Mósesi at úttaka 70 elstar. Hetta er thlipsis, at Móses hoknar ikki undir byrðuni, men guddómmliga styrkin vísir seg í torførum tíðum. Hugsa tær: 70 høvdingar/elstar í veikum kari!
Samson, Guds Nasireari. Men eftir at eyguni eru fresaði út, so er mótið burtur, styrkin horvin, og einsamallur stendur hann til spott og og látur. Eingin kom honum til hjálpar. Men so sæst, at Harrin vekir nakað í hansara innara. Harrin troystar Samson. Ein skuldi trú, at Samson hoknaði undir byrðuni. At kallið og tænastan hoknaði, at allur heimurin gekk undan og ridlaði undir fótum hansara. Men so var ikki. Til seinast so rópar Samson við lungsins fullu kraft: Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki,…hann spenti móti øðrum við høgru hond og móti hinum við vinstru. Samson vann sigur!
Allir Guds menn og allar Guds kvinnur hava kent hetta, sum Paulus kendi. Og út úr royndini komu tey sigrandi við Guds troyst. Lat meg enda við, hvat Job sigur: Tí Hann kennir leið mína og atburð mín; roynir Hann meg, skal eg ganga út sum gull úr royndini. Job.23.10.
Hallur Sørensen