Greinir

3140 of 167 items

Sálmur 22.3

by Arnleyg

Sálmur 22.3: Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við – og finni onga hvíld. Bíblian er ein realitetsbók. Hon lýsir dýrd, kraft, gleðisrús, frelsu, æviga tryggheit, sigrar á fíggindum og mangt annað, ið skapar gleði í hjarta. Men sama bók lýsir neyð, sorg, frustratiónir, deyða, og tað, sum omanfyri […]

Gjørdi Ábrahami ilt

by Arnleyg

Vit skulu lesa saman í 1.Mós.21.10-12: Tá segði hon við Ábraham: «Rek hesa trælkvinnuna og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!» Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld. Men Gud segði við Ábraham: «Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! […]

Guds rættvísi!

by Arnleyg

Tað verður torført, ja enntá ógjørligt at koma til botns í evninum ”Guds rættvísi.” Vit kunnu tó bara ásanna, at hetta er veruligt, tí skriftin talar um tað. Men at skilja tað til fulnar klári eg ikki. Eitt veit eg tó, at Jesus elskar meg og eg kann siga sum hin, ið var blindføddur: ”eitt […]

Renn fyri at vinna

by Arnleyg

Í 1.Kor.9.24 kemur Paulus við eini heilsan til Korint-kvinnur og menn. Har sigur hann hesi orð: ”Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!” Eg havi hug at nevna nakrar sangstrofir, sum vit frá tíð til aðrari syngja. […]

Hvussu tú gert, avslørar hvør tú ert!

by Arnleyg

Vit lesa í 1.Mós.43.15, 28, 29 : ”Táið Jósef sá Benjamin… Táið hann nú hugdi upp og fekk at síggja bróður sín Benjamin, sum hevði somu móður sum hann,…So skundaði Jósef sær burtur; tí hjarta hansara brann ímóti bróðurinum;… 1.Mós.43.26-27: ”Hann heilsaði teimum og spurdi: ”Veit faðir tykkara væl við, hinum gamla, ið tit tosaðu […]

Kom Harri Jesus

by Arnleyg

Í Opinberingini, í tí næstseinasta versinum í Bíbliuni lesa vit soleiðis: ”Hann, sum vitnar hetta, sigur: ”Ja, Eg komi skjótt!” Amen! Kom, Harri Jesus! Opinb.22.20. Frammanundan hesum versum lesa vit um Jesus, sum sigur: “Eg vitni fyri einum og hvørjum…” og so vitnar Hann, Harrin Jesus, um tað at taka frá skriftini og at leggja […]

Guds ordan

by Arnleyg

”Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi – so at tann, sum setur seg upp móti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín. Tí teir, ið […]

”Eg finni onga skyld!”

by Arnleyg

”Pilatus segði…Eg finni onga skyld hjá Honum!” Jóh.18.38. Hebr.7.26: ”Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt – upp um Himlarnar,…” Jesus var 100% reinur á allan hátt. Har fanst eingin synd, skyld. Eingin eftirgevan til synd. Hann kundi ikki freistast á nakran hátt. Tað fanst […]

Nikodemus!

by Arnleyg

Nikodemus! ”Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna. Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann:…” Jóh.3.1-2. Tú skuldi væl sagtans ikki verið ein slíkur ella? Jú, eg rokni við, at tú ert sum Nikodemus á mangan hátt. Fínan tittil, cand.merc. v.m. Tú roknast millum teir høgu í samfelagnum. Ert […]

Tænari HARRANS

by Arnleyg

Vit skulu lesa nøkur skriftorð saman, sum lýsa tænara HARRANS sjónarhorn og tað følilsi, sum kann grípa hann, og sum Satan kann gagnnýta. Lærið av hesum! Í Dómarabókini lesa vit: ”Filistarar komu nú og tóku støðu í Juda, og teir breiddu seg út í Lehi. Tá søgdu Judamenn: ”Hví eru tit komnir ímóti okkum?” Teir […]