Greinir

1120 of 167 items

Hevnd Harrans

by Arnleyg

Tá segði Akab við Elias: ”Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!” hann svaraði: “Ja, Eg havi funnið teg.”1.Kong.21.20 Eitt fantastiskt úttalilsi frá Akab til Elias. Akab var ikki í iva, hvar hann hevði Elias, og tí drálaði hann heldur ikki við sínum úttalilsi til Elias. Her møtast tveir mótpolar. Her møtast tveir, sum als ikki […]

Maðurin Onesiforus!

by Arnleyg

”Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! Tí hann hevur mangan styrkt meg og hevur ikki skammast við leinkjur mínar; nei, táið hann var í Róm, gjørdi hann sær nógvan ómak at leita eftir mær, og fann meg. […]

Ein hjartasak!

by Arnleyg

Vit skulu lesa frá Ápostlasøguni: Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.” […]

Brúðurin, kona lambsins

by Arnleyg

”Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til. Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi! Línklæði er rættvísiverk hinna heilagra.» Opinb.19.7-8. «Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey […]

Drepa Lazarus

by Arnleyg

”Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu. Høvuðsprestarnir ráløgdu tá um at drepa Lazarus við; tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á […]

«Farið út frá henni, fólk Mítt»

by Arnleyg

Eg læs greinina «Farið út frá henni, fólk Mítt», eftir Hardi Bech. Ein góð grein og væl undirbygd frá skriftini, og eisini vísandi til, hvussu útviklingurin frá tíð ápostlanna og fram til ídag er. Hardi og eg eru vinir, men vit deila ikki somu meiningar í øllum. Her er ein grein, sum vísir, at vit […]

Boðskapurin fangaði teir!

by Arnleyg

Vit lesa: Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann…Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?” Tænararnir svaraðu: ”Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!” Jóh.7.32, 45-46. Boðskapur […]

Henda vegin

by Arnleyg

”So tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.” Josva 3.4. (Eg mæli til, at tú lesur allan kapittulin) Tað kemur fram í tekstinum, at nú er ein nýggj leið, sum ongantíð er gingin áður. Og eyguni mugu fylgja væl við, hvar sáttmálaørkin fer undan við prestunum […]

Dugnaskapur

by Arnleyg

Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi – ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp – eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi, sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi. 2.Kor.3.4-6. […]

Januar 2023

by Arnleyg

Trúfastu Nardus-vinir og loyndarfullu “Jósef frá Arimatea” týpir (Jóh.evang.19.38). So eru jóla og nýggjárshøgtíðin farin aftur bak, og vit líta afturá 2022 og kunnu syngja henda Sangin, sum Torkild, okkara bróður lýsti á sínum FB-vanga: “Hit inntil Herren har hjulpet så vel, inntil i dag, til i dag. Trofast han sørget for legem og sjel, […]