Greinir

101110 of 167 items

Bert ein fær sigurslønina!

by Arnleyg

Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana! Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan. Eg renni tí ikki eins […]

Mené , mené, tekél, ufarsin

by Arnleyg

Vit eru mitt í veitsluni hjá Belsazar. Lagið er gott, og rómurin hoyrist av teimum, ið nú kenna til av víninum. Og hetta førir við sær, at nú er ikki nok bert at drekka av teimum vanligu íløtunum, sum ikki hevði ført við sær, at fingur Guds skrivaði á veggin. At vertslig menniskju drekka sær […]

Felags? Rív teg leysan!

by Arnleyg

So var ultra religiøsi dagurin við stóra D aftur! Undangongumenn og kvinnur fyri fráfallinum í Føroyum luttóku og vóru við. Tað eitur so óskyldigt “Felagsgudstænasta”, men handan kulissurnar býr ein agenda, har Katólska kirkjan við sínum villeiðandi ondsmaktum og lærdómum ilra anda, geva seg út fyri at vera “eitt í trúnni” við hini samfeløgini, men […]

Brúðurin ella skøkjan

by Arnleyg

Í skriftini lesa vit um tað ektaða, ið Gud hevur sítt behag í, og vit lesa eisini um tað óektaða, ið Gud ikki hevur sítt behag í. Skriftin líkar at vísa á kontrastir, og tað er gjøgnum kontrast-evangelium, at fólk fáa eyguni upp fyri, hvat sum er rætt og skeivt. Tolir tú kontrastir og eitt […]

Teleó!

by Arnleyg

Táið Jesus nú hevði fingið edikin, segði Hann: “ Tað er fullgjørt!” So boygdi Hann høvdið og gav upp andan. Jóh.evang. 19.30. Tað eru nógv kend útsagn søgd upp gjøgnum tíðirnar av kendum verðins monnum. S.s. Veni, Vidi, Vici. Hetta varð sagt av Julius Cæsar í ár 47.f.kr. táið hann rapporteraði til rómverska senatið og […]

Vinur mín

by Arnleyg

Vinur mín er hvítur og reyður, hann ber av tíggju túsund…og hann er yndisligur, allur sum hann er. Hás.5.10,16. Sulamit/Shulamit! Kvennkynsorðið av Sálomo/Shalomo! Hon er úttikin av honum og ber hansara navn. Líkaleiðis er við Jesus og hansara brúður. Hon ber hansara navn og er úttikin av honum, áðrenn heimurin varð grundaður. Hvussu praktiserar hon […]

Kvøldmáltíðin

by Arnleyg

Kvøldmáltíðin Jesus eftirlat okkum nøkur fá ting at praktisera og at taka lut í. Av teimum kunnu nevnast: Dópurin í Jesu kristi navni og kvøldmáltíðin. Tað fyrra hevur satan næstan klárað at tileinkisgjørt og útruddað av hansara forførarum, men tó hevur Jesus altíð átt síni, sum hava tikið henda sannleika til sín og varðveitt hann sum […]

Fótatvátt

by Arnleyg

Millum mong sannleikasøkjandi og Bíbliu-trúgv kristin, hevur fótavask verið praktiserað. Og mong kunnu vitna um, at tey gjøgnum hesa handling eru vorðin vælsignaði av Gudi. Sum samkoma, sum ynskir at praktisera alt tað, ið Guds orð lærir, óansæð, hvat ið onnur meina og gera, mugu vit stilla okkum henda álvarsama spurning: Lærir Bíblian, at fótatváttur […]

Offur til Harran

by Arnleyg

Offur til Harran! “Í Móselóg er jú skrivað: “Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir.” – Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta, ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er fyri okkara skuld!” Paulus far opinberilsi um hetta skriftstað, ið er eini 1400 ára gamalt. Nú knappliga far hann innlit í, hví og […]

Triðja dagin var brúdleyp

by Arnleyg

“tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!” Hetta er fyrsta og einasta dømi, har Jesus er boðin til brúdleyp. Og hendingin fellur mær væl, tí hon er bíbilsk. Eingin, hvørki pinsavinur, babtistur, fríkirkjuligur ella nakar annar kann koma út um hesa hending við miraklinum, at vatn varð til vín. Hon er væl frágreidd, og […]