Ápostlasøgan presenterar fyri okkum ta fyrstu samkomuna. Ta sterku byrjanina á hvítusunnu, og teir eftirfylgjandi dramatisku dagar og ár, sum fylgdu. Vit fylgja byrjanina til fleiri av teim lokalu samkomunum og fáa m.a. at møta tann ápostul, sum meir enn nakar varð settur av Gudi til at leggja ein solidan grundvøll í læru og praksis, Paulus. Hansara brøv, saman við hinum ápostlunum, vísa okkum stríðsspurningar og trupulleikar, sum kundu uppstanda, og tann andaliga autoritet, sum skuldi til fyri at loysa teir. Gjøgnum klár profetiir tala hesi ting eisini um framtíðina hjá samkomuni.
Hvussu var so tann fyrsta samkoman?
Svarið vildi sjálvsagt varierað frá samkomu til samkomu. Katolikkarnir vildu svarað: “Katólsk við Pætur sum fyrsta páva í Róm.” Fyri ein lutheranara, vildu allir ápostlarnir verið lutheranarar og prædikað: rættvísgering við trúgv aleina. Fyri ein karismatikara vildi tann fyrsta samkoman verið full av kærleika og náðigávum. Vóru hetta so røttu svarini?
Hvussu var teirra læra?
Eg vil her konsentrera meg um ein ting, sum viðvíkur læruna hjá omanfyri standandi trúarrætningum. Trúu teir uppá tríeinigheitslæruna? Hví tók tað tá árhundraðir at koma fram til barnadópslæruna og tríeinigheitslæruna? Er tað tí at hetta mátti konstruerast uttan stuðul í orðinum? Í Matt.28.20 biður Jesus teir fara út um allan heim “og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!” Hebr.2.3. sigur: “…so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu
hoyrt Hann”. Jesu orð í Matt.28.19: “Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,…” Hvar varð hetta víðari undirvíst og praktiserað? Hvør “av teimum, ið høvdu hoyrt Hann” varð hetta staðfest av? Jú, m.a. av Pæturi á hvítusunnudegi í Ápostl.2.38: “Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna”. Allir teir sum doyptu eftir hvítusunnudag vistu, at navnið á Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum var Jesus Kristus. Um ikki so var, so vóru Pætur, Filip og Paulus ólýdnir móti Jesu orðum. Teir vistu, at “í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga”. Kol.2.9.
Fleiri skriftstøð frá N.T. vísa, at eitt fráfall frá trúnni á ein Gud vildi koma. Ápostlarnir sóu hetta í andanum og niðurfeldu sínar kláru ávaringar. Læran um tríeinigheitina var ókend fyri ápostlarnar. Hon kom stigvís frá 2. árhundrað via Tertullian og fram til kirkjumøtið í Nikea og teirra Athanasiansku játtanini. Henda játtanin endaði við eini hóttan, sum ræddi mong óvitandi navna-kristin: “Einhvør, sum ikki játtar hetta, kann ikki blíva sælur.” Túsundir lótu seg tó ikki ræða, men hildu áfram at trúgva á ein Gud opinberaður í holdi. Harold O.J.Brown sigur í síni bók “Heresies” frá 1984: “Det er et enkelt faktum at treenighetslæren ikke ble presentert i sin fulle, veldefinerte og alment godtatte form før det fjerde eller femte århundre.” Hví so langa prosses og kirkjuteologi og filosofi fyri at formulera hetta, sum tey kalla “kirkjunar sentral- dogmu”. Kundi ikki Heilagi Andin havt inspirerað ápostlarnar til at skrivað hetta niður í Bíbliuna? Nei, og hetta tí, at læran um tríggjar ævigar sjálvstendigar persónar
í guddóminum er ein spottan og noktan móti Bíbliunar kláru læru um ein Gud frá 1.Mós.1 til Opinb.22.
Tað minsta ein kundi væntað, var at um ikki andin vildi latið upp í hendur ápostlanna henda stóra tríeinigheitsloyndardóm, so átti tað íhvørtfall verið profeterað um, at í komandi tíðum vildi ein meiri djúp, undurfull og dýrabar skiljan av guddóminum komið til samkomuna. Eg kann bara ikki finna nakað slíkt nakrastaðnis í skriftini. Hetta eigur og má geva nógv høvuðbríggj til tríeinigheitslærarnar her á landi, sum eisini vita, at henda læran kom sum eitt úrslit av útvikling og deils maktyvirgrep í kirkjusøguni.
Ímeðan sanna samkoma Guds er bygd “á grundvølli ápostlanna og profetanna” er tríeinigheitskirkjurnar bygdar á trúarartiklarnar hjá kirkjufedrunum.
Fráfall frá trúnni á ein Gud er týðiligt forútsagt
Hvar vit enn lesa í N.T. um framtíðina, so kemur ein óhugnalig mynd av fráfalli fram – ikki um nýggjar og undurfullar gudaopinberingar. Vit finna t.d. at beint eftir at Paulus skrivar tey vøkru orð til Timoteus um guds loyndardóm og “Hann, sum varð opinberaður í holdi” sigur hann: “Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda” og “tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni; og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.”
Eitt av hesum ævintýrum er kirkjufedranna tríeinigheitslæra. Judas sær somu ólukku koma yvir samkomu Guds. Hann sær spottarar koma, sum hava
uppgivið andans opinberingsveg, og hesi kallar hann “náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.” Hann gevur eina spesifikka lýsing av kirkjufedrunum, sum góvu sannleikan upp og opnaðu seg fyri tí hellenistisku filosofiini, sum førdi við sær eina skeiva fatan av guddóminum. Tí áminnir Judas “um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” og “minnist orðini, ið frammanundan eru talað av ápostlum Harra okkara Jesu Krists!” Tann nýggja læran, sum vil sníkja seg inn gjøgnum spottarar er smb.Judas, teir sum “avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus.” Táið játtanin til tríeinigheitslæruna er so týdningarmikil, at hon er tað einasta smb. síni formulering, sum gevur atgongd til æviga sælu, hví tók tað tá fleiri hundrað ár eftir ápostlatíð at gera hana ístand. Hetta eigur enn einaferð at geva høvuðpínu til mong!
Hoyr hvat Paulus sigur: “Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi(eng. Filosofi)heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi. Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga! Kol.2.8-9. Filosofi – vísdómur heimsins – er her nevndur heilt spesifikt, sum nakað, ið vil føra trúgvandi burtur frá sannleikanum um, at allur guddómurin er í Kristusi. Og hetta skuldi skjótt vísa seg at vera rætt. Filosofiin fekk skjótt fótafesti í tí katólsku kirkjuni og fekk sínar talsmenn s.s. Justin Martyr, Clement av Aleksandria, Augustin og aðrar. Tann hellenistiska filosofiin um Logos sum annar persónur í guddóminum fekk fastatøkur. Tankin er áðrenn kristnu tíðina og heiðin í sínum uppruna.
Tað er allarhelst tað ápostil Jóhannes tekur fram og førir niður á pergamentið, táið hann byrjar Jóh.1.1. Hann feiðar allan slíkan heidnan Logos tanka burtur um Kristus og prógvar, at Logos er eingin annar enn Gud sjálvur. Í upphavi var Logos(Orðið) – og Logos var Gud.
T.T.