Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína. Sorg.1.10.
Ein kann veruliga spyrja: Hallur, hví skrivar tú um hetta? Hvat rakar tað teg? Og eitt annað orðaljóð sigur soleiðis: ” man må velge sine kamper med omhu.” Jú, eg skilji væl fólk ið stilla hendan spurningin, og sum halda, at eg burdi hugsað um at sett krefturnar inn aðrastaðnis. Men fólk, sum ongantíð hava havt eina tænastu frá Harranum og ikki vita hvat eitt guddómmiligt kall er, kunnu heldur ikki seta seg inní ”byrðuna, tyngdina og hjartabankanina” fyri sak Kristusar. Ein annar problematikkur er eisini, at fólk, ið ganga til møtir vita heldur ikki, hvat eitt genuint kall og embæti frá Harranum er. Tí tað hava tey ongantíð upplivað at verið í nánd av. Fólk eru bert von við slíkt ”kall” sum ”hann er theolog lærdur… hann hevur verið á Bíbilskúla…hann hevur talugávurnar íordan….hann er fíggjarliga væl fyri…hann er fullur av góðum hugskotum…hann er so fittur, jovialur og ein smílandi týpa. Einki av hesum dugir innfyri eitt So Sigur HARRIN embæti og kall.
Høvuðsorsøkin til hesa grein er ein video upptøka, sum Dánjal Petersen sendi út á Facebook fyri góðari viku síðani. Hvat hevur hetta við meg at gera? Alt og einki! Hetta hevur einki við meg at gera. Eg eri ikki partur av hesum. Eri ikki tilhoyrandi henda felagsskap og hetta fólk. Men samstundis hevur hetta alt við meg at gera. Tí útfrá Bíbliuni havi eg rætt og pligt til at ávara móti lygnini og navngeva hesar menn og kvinnur, sum eru forsprákarar fyri eitt fremmant evangelium, ið ALS ikki stemmar við skriftunnar evangelium og skriftunnar Jesus. Evangeliið verður í hesari sokallaðu samkomu drigið niður í avgrundarinnar djevulskap. Videoupptøkan vísti eitt vertsligt arrangement. Satan er púrasta einaráandi og ondsmaktirnar vóru til at taka og føla við hondunum. ”Fíggindin rætti út hondina eftir øllum dýrabørum, ið hon átti, ja, inn í halgidóm sín sá hon heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína.” Hvør á tíð Jeramiasar trúi, at Nebokadnesar skuldi fáa slíka makt yvir Jerusalem og fultstendiga leggja alt í totala oyði. Eingin.
Friður verið yvir minninum eftir Andrias í køkubúðini og Leivur Christiansen. Men høvdu teir vaknað og sæð tilstandin høvdu teir sum Jeramias gráti og gráti og vena seg og hugsað: hvar vóru vit ov ótýðiligir? Hvar blástu vit ikki nóg hart í lúðurin? Hvar vóru vit ógreiðir í málinum? Hví lótu vit kreftir koma fram, sum vit innast inni vitstu ikki vóru frá Gudi? Og veitst tú hvat? Táið Nebokadnesar vendi aftur til Bábylon eftir at hava lagt Jerusalem í oyði, so kundi eingin Judamaður, Benjaminittur ella hálv ætt Manasse siga at hetta var Jerusalem við halgidómi Harrans. Tað var totalt ókenniligt. Fólk í eldra klassanum og míni tvey elstu systkin kunnu heldur ikki siga um City Church: ” Hetta var Evangelihúsið.” Tað er totalt ókenniligt. Eingin spor eru eftir frá teimum, ið hildu evangeliið í æru. Í kap. 2 stendur: Tey sláa saman hendur yvir tær, øll, ið ganga framvið á vegnum; tey spotta og rista við høvdinum yvir dóttir Jerusalem: ” Er hetta staðurin, ið tey róptu hin alfagra, gleði alrar jarðarinnar? Ja, tú kanst so spyrja!
”…heidningarnar koma, teir, ið Tú hevði forboðið at koma í samkomu Tína.”Harrin forbeyð, noktaði, vildi ikki, men fólkið vendi Harranum bakið og lurtaði ikki, og lagnan varð óbótalig. Ein skaði, ið kastaði respektloysi á Jehova og Hansara orð. Menn og kvinnur fullu fyri svørði og tey ungu mistu grundarlagið fyri sannari tilbiðjan og gudsdýrkan.
Tað, ið eisini er so harmiligt er, at táið Gud hevur forlátið eitt stað og flutt ljósastakan, so kemur hann ikki aftur til sama stað. Er Gud einaferð blivin útistongdur, so kemur hann ikki aftur at resturera tað gamla systemið. Hann resturerar menniskju uppá nýtt, men ikki eitt bevegilsi, ið er stirvnað. Tú finnur einki slíkt dømi í skriftini. Tað sama er við Evangelihúsi/City church. Tað er og verður eitt Ikabod – burtur er dýrdin vikin frá Ísrael.
Evangelihúsi/City church hevur hesi farnu 30-árini havt eini 23-25 fólk í leiðsluni. Tað er ikki smávegis. Men tað verið yvir mítt lík at nakar varð og er innsettur av einum So Sigur Harrin. Eingin varð innsettur tá ella ídag av einum nýtestamentligum Urim og Tummim opinberilsi. Einki ” Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!” Men nakað ynkiligt og vesasligt menniskja-skapt fenomen. Lutakast og demokratival. Hvar er Gud í hesum forvirringinum?
Hesi, ið hava kolsiglt Tróndargøtu 36 upp gjøgnum árini eru: Dánjal á Dul, Hans Tausen, Eyðun Miðberg. Síðani varð útskifting og nýggj leiðsla skuldi innsetast og teir tríggir undanfarnu valdu at avseta seg. Tú kanst nemmliga bara avseta teg sjálvan, um tú hevur innsett teg sjálvan.
So kom nýggj leiðsla. Hetta fór fram sum ein onnur jobbsamtala. Og tey fimm leiðslupørini vóru Henrik og Anna Sofía, Jóannes og Ann Gvøðny, Niklas og Birgit, Sveinbjørn og Maibritt og John og Rigmor.
So var aftur útskifting, tí at man hevði biðið – tann skilji tað, sum skilja tað kann. Og Dánjal og Hjørdis blivu Pastorar og Jóannes og Ann Gvøðny hildu áfram og javnaldri mín Tom Jacobsen og konan Guðrið eru ungdómspastorar. Nú sær eisini út til, at Heðin Lamhauge við familju eru komin inn í hitan.
Onnur, ið eisini hava gjørt stutta karieru í Evangelihúsinum eru Páll Midjord, Teddy Petersen, Óla Martin Reinert og Agnar Reinert og Fríðtór Debes. Kanska eg havi gloymt onkran, men vit telja altso 23 menn og kvinnur. Hvat er felags fyri tey øll somul: Harrin innsetti ongan av teimum! Eingin av teimum var og er ein rødd Harrans. Hevði nakar av teimum verið tað, so var fruktin á trænum ein frukt, ið stemmar við ápostlanna og profetanna læru og hornasteinurin var Jesus Kristus. Røddin hevði avslørað falskleika, fráfall í endatíðini, lunkinheit, navnsett teir følsku messiasarnar og profetarnar. Ikki latið óendurføddar sangir og vitnisburðar og talur komið fram at talarastólinum. Tað hevði verið ein kraft og eitt salvilsi tilstaðar, men har er einki.
Tú, ið lesur hetta, lat teg ikki lumpa og dára. Ger ikki óbótaliga skaða á teg sjálva/n at hetta er sannleikin av Guds orðið í endatíðini. At hetta er ein læra og evangeliið, ið Harrin staðfestir og Honum líkar. Hetta er ikki læran, ið Paulus kom við og bardist fyri. Hetta er ikki tað, ið vitnir Jesusar doyðu fyri, og sum Jóhannes á Patmos skrivaði til Filadelfia at tey høvdu varðveitt orðið og ikki avnoktað navni. Skriftin sigur álvarsamt um hesi menniskju at ” hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv. Tey eru vatnleys skýggj – fúkandi fyri vindinum, trø, ber sum um heystið, ófruktbør, tvær ferðir deyð, rykt upp við rót.” Judas,12. Eisini lesa vit : ” Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót.” Matt.15.13. Dagurin kemur at opinberað, at allar hesar tænastur vóru eitt produkt av sjálvplanting og vætan. Planting av foreldrum og svigerforeldrum. Vætan av elstibrøðrum og leiðslupørum.
Hallur Sørensen