Vit lesa í 5.Mós.9.20: ”Eisini við Áron var HARRIN so vreiður, at Hann ætlaði at forkoma honum; men eg bað tá fyri Áron við.”
”Fyri Áron við”. Hetta hongur saman við tekstinum frammanundan, táið tey gjørdu hendan gullkálvin. Eisini teimum bað Móses fyri. Vit lesa í v.19: “Og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við.» Og í 2.Mós.32 frá vers 7-14, biður/tosar Móses við HARRAN. Og vers 14 endar við hesum orðum: «Tá angraði HARRIN vanlukkuna, sum Hann hevði hótt við at gera fólki Sínum.»
Lat meg koma við einum loyndarmáli her, sum tú ikki hevur hugsað um fyrr: Tað er betri fyri teg, at HARRANS tænari blívur illur og reagerar gjøgnum sín boðskap, enn at HARRIN blívur illur við teg.
Lat okkum hyggja at Mósesi: «Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum. Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatnið og gav Ísraelsmonnum tað at drekka. Móses segði nú við Áron: hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd! Áron svaraði: verð ikki illur harri!» 2.Mós.32.19-22.
Í hesari guddómmiligu vreiðini, so liggur ein bøn aftanfyri. Og bønin og álvarsemi kemur sum eitt úrslit av, at Móses vitsti hvat HARRIN ætlaði at gera. Tað hevði HARRIN sagt honum. Vit lesa: «Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast móti teimum, og Eg geri enda á teimum!….2.Mós.32.10. Men í sálm.106.23 stendur: «Tá ætlaði Hann at forkoma teimum; men Móses, útvaldi maður Hansara, kastaði seg ímillum, fyri ásjón Hansara, at forða fyri, at vreiði Hansara forkom teimum.»
Fyri ein guddómmilig tænasta, sum Móses hevur. Hann er millummaðurin millum Gud og menniskju – menniskjað Kristus Jesus. Syndin, sum skuldi rakt okkum og Guds vreiði, sum skuldi rakt okkum, tað tók Jesus á seg. Guds ultimativa vreiðið gekk á Jesus, fyri at tú skuldi ganga fríð/ur. Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.» 2.Kor.5.21.
Eg eri ikki nakar Móses. Men ikki lasta meg fyri, táið eg havi verið saman við «HARRANUM á fjallinum» og lisið og Hann opinberar mær hvat sum er til signing og hvat sum er til forbannilsi. Hvat sum Honum líkar og hvat sum vekir vreiðið Hansara, og eg tá komi oman aftur av ovara Sali við sannleikans anda og leggi skriftina og álvarsemi fram við guddómmiligari vreiði og bøn. Skriftin er krystallklár. Ikki lasta meg fyri at navngeva teir følsku í okkara tíð, sum skapa alskyns myndir út av egnum fantasii, um hvør himmalski JEHOVA er. Hann er ikki nakað grasetandi fýrbeint neyt klætt í gull. Hann er ikki nakar tríeindur Gud; tríggir ævigir sjálvstendigir persónar í einari komité, sum er gullbelagt av Tertullian. Tænarir HARRANS skulu ein dag saman við Mósesi kollvelta alt Bábylon og hennara falska system og mjølva tað sundur og síðani skulu øll, sum hava dýrkað hesa læru sleppa at drekka tað í seg fyri seinastu ferð.
Róp Mósesar er eins og rópið frá einglinum í Opinb.18: ”Farið út frá henni, fólk mítt/Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til mín!
Hví varð HARRIN vreiður við Áron? Hann broytti og forførdi við sínari broyting alt fólk Guds, um hvør HARRIN er! Villeiðingarmaktin er kolosal sterk, og hon skal eisini revsast! Tað stendur í Sálm.106.19-21: «Tey gjørdu sær kálv við Horeb og tilbóðu stoypta mynd; heiður sín býttu tey um fyri mynd av neyti, ið etur gras. Gud, frelsara sín, gloymdu tey, Hann sum gjørdi stórverk í Egyptalandi,…» og um henda kálv søgdu fólki við Áron í frontinum: «Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!»2.Mós.32.4,8. Ófatiligt, men satt.
Ikki er undur í, at HARRIN ætlaði at drepa Áron. Men Móses bað fyri honum og bjargaði honum úr hondum HARRANS. Tað liggur ein vreiðið yvir teimum, ið hava aðra mynd og útlegging av HARRANUM enn tann, sum er fyriskrivað í Guds egna orðið.
Hoyr orðið til Ísrael: ”Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.»5.Mós.6.4. Les so víðari fram til vers 16. Men vers 14-15 vil eg gjarna, at vit lesa saman: «Tit mugu ikki halda tykkum til aðrar gudar – til nakran av gudum tjóðanna, ið rundan um tykkum búgva; tí álvarsamur Gud er HARRIN Gud tín, sum hjá tær býr – annars skal vreiði HARRANS Guds tíns tendrast móti tær, og Hann skal oyða teg av jørðini.»
Hetta eru ikki míni orð, men Harrans. Hetta er sera álvarsamt. Tonk, at HARRIN tók ikki atlit til, um Áron var bróður Mósesar. Um hann var tann komandi høvuðspresturin. Um hann hevði stavin og við honum gjørt øll undrini í Egyptalandi. Um hann var profetur. Undur, tænasta, familja, vinir gongur ikki framum «Eg eri Tann, Eg Eri» Og Hann segði: «So skalt tú siga við Ísraelsmenn: «Eg Eri» hevur sent meg til tykkara!»
Hallur Sørensen