Sitat frá VP.fo: Sunnudagin 24.februar kl.11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á guðstænastuni í Argja kirkju. Derhard Jógvansson hevur guðstænastuna og næstformaðurin í Føroyska Bíbliufelagnum Dánial á Dul Jacobsen fer at prædika….seinastu ferðirnar hevur verið vitja í katólsku kirkjuni og Adventskirkjuni…sitat endar.

Sum dagur Jesusar nærkast við hast, kemur eisini alsamt meiri til sjóndar, hvørji sum gera seg klár til henda dag. Tað eru tær, ið ikki hava dálkað síni klæði, men tær reinu, ondsfyltu og frísku moyggjar. Tær eru sum tann fríski og sprelski laksurin, sum svimur móti streyminum og móti teimum sterku fossunum og hæddarmuninum, fyri at koma niðan á tað staðið, har alt byrjaði. Tann laksurin, ið bara flýtur við streyminum og ongar kreftir hevur at svimja, indikerar at hann er sjúkur og hálvdeyður. Nú jesu afturkoma er nær, avslørast hesi sjúku – tey fylgja við fráfalsstreyminum!

Tað er ein stór vanærilig skomm, at Dánial skal prædika á eini gudstænastu, har alt konseptið er uppbygt eftir leiðsli kirkjunnar, sum er ein skøkjudóttir, tí hon ríður á dýrinum í Opinberingini, sum er staturin. Staturin ræður á skøkjuni. Og fyri at kunna gera tað, má Dánial tala frá eini redigeraði skrift, einum konsepti, sum staturin áleggur. Prísurin fyri at ríða á dýrinum og blíva kendur og populerur, er at skøkjan misti teymarnar. Tað er dýrið, ið bestemmar ferðina og leiðina, óhugnaligt. Jóh.Opinb.kap17.

Aldrin í lívinum, at nakar fær meg at játta, at hesin Dánial, um hann so hevur verið baptist, pins, køkubúð-maður, elstibróður, forstandari ella annað, at hann hevur sannleika anda! Tað finst ikki lygn í sannleikanum. Táið faðir okkara Ábraham fór úr Ur í Kaldea, Bábylon, so fóru allir synir og allar døtur út við honum, tí tey lógu øll í lendum hansara. Hvussu ber tað til, at Dánial og mong við honum fara innaftur í villunar Bábel? Hvør er faðirin?

Hvat evangelium skal Dánial tala? Eitt redigera evangelium! Eitt avhøvdað og avstumpað og broddaleyst evangelium. Redigera merkir, at tað kann framstillast fyri offentligheitini. Eitt offentligt evangelium, sum eingin tekur sær ilt av, eingin verður rørdur, eingin kemur í syndaneyð, dópsivamál, guddómspurningar, ævinleikan, ævigt fortapilsi o.s.fr. Allir Gudsmenn og Jesus, sum er Gud, talaði eitt hvast evangelium, sum offentligheitin ikki toldi. Heimurin toldi ikki sannleikan. Men ídag tolir heimurin ”evangeliið” – sannleikin er burtur. Kraftin, salvilsi og ivrigheitin fyri tí ektaða er burtur.

Latið okkum í Nardus ikki standa til skammar fyri komu Hansara og lat Hann ikki finna teg í tí umhvørvi, sum Hann skal blása umkoll við anda muns Síns!

Hallur Sørensen