Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi – ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp – eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi, sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi. 2.Kor.3.4-6.
Hetta omanfyri standandi vers burdi staðið á hvørjari samkomu og kirkjuhurð og síðani, táið innkomið var í húsið, aftur verið graverað á talarastólin til áminning fyri tann, ið talaði: er dugnaskapurin frá mær sjálvum ella er hann av Gudi? Er tað Gud, ið hevur kallað og gjørt meg føran at vera tænari hjá einum sáttmála, sum krevur Anda ella er tað bókstavs sáttmálin, sum ein og hvør kann vera tænari hjá?
Meinar tú Hallur, at tað veruliga er so, at tað eru tænarar, sum ikki hava Anda, men tæna? Absolutt! Tú skalt ikki hava lurtað leingi í útvarpinum ella sæð í sjónvarpinum fyri at hoyra prædiku, sang, lovsang, framførslir o.a., um viðkomandi talar eitt Kana’ans tungumál ella ikki. Í Matt.26 stendur: «Eina løtu eftir komu teir, sum stóðu har, yvir og søgdu við Pætur: So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!» Málið sigur frá! Teir hoyrdu tað beinanvegin og Pætur kundi ikki lúgva seg frá tí. Líkaleiðis er við teimum, sum tæna uttan Anda – tað kann ikki lúgvast frá tí.
Paulus sigur: «ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp.» Hetta stendur í so sterkari kontrast til tað, ið vit lesa í Ápostl.13 «Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið EG HAVI KALLAÐ teir til!» Tað at vera tænari hjá nýggjum sáttmála er baserað uppá eitt brennandi kall í Andanum. Og til hetta kann eingin studera seg til! Eingin kann lesa seg til hetta, biðja seg til hetta ella blíva ordineraður av nøkrum. Eingin persónlig profetiir ella handaálegging ella vælmeint orð frá pastorinum kunnu føra nakran inn í hetta, sum hevur við eitt Guddómmiligt kall frá Harranum.
Í Hebrearabr.kap 5.4 stendur: «Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.» Hetta orð «Eingin tekur sær» er tí at viðkomandi kann absolutt ikki taka sær hetta kall av egnum eintingum. Her er ikki spurningur, um viðkomandi vil ella ikki vil. At tað avhengigur av viljanum hjá viðkomandi. «Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum…»Og vers 1: «Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin(úttikin, valdur) millum menniskju og innsettur fyri menniskju(ikki av menniskjum)til tænastu fyri Gudi…» Tað yður av tænastum í Føroyum, sum ikki eru innsettar av Gudi, men av menniskjum – slík bókstavs tænasta drepur!
Paulus tænti bókstavinum, áðrenn Damaskus upplivingina. Hann, framum nakran kundi upphugsa. Hann sigur um seg sjálvan: «Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari. Filip.3.5. Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikia, men uppvaksin í hesum staði, upplærdur við føtur Gamaliels eftir fedralóg okkara í strangleika hennara. Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag…Men meðan eg var á veg og var komin nær til Damaskus, lýsti knappliga…Ápostl.22.3,6.Paulus fortelur frá fyrr og nú. Og hann tekur fram, um seg og teir, «Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag» Teir tæna enn bókstavinum og Paulus tænir nýggja sáttmálanum. Hvør var munurin? Ljósið, kallið, røddin av Himli.
«Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi.» Paulus hevði hetta álit á Gud, at tað eru tænarir hjá nýggja sáttmálanum. Hevur tú eisini hetta álit á Gud, at tað er onkur enn í endatíðini, sum innihevur hesa tænastu? Um so er, so er at finna hann. Leita hann upp, søkja hansara tænastu. Hann hevur orð til tín, sum hava lívskraftina í sær til at klára endatíðina. Hesin tænari er ein hemmiligheit, og tí mást tú biðja Gud um at føra teg til hansara.
Hallur Sørensen