”Stór mongd av Jødunum fekk nú at vita, at Hann var har; og tey komu, ikki bert fyri Jesusar skuld, men eisini at síggja Lazarus, sum Hann hevði reist upp frá hinum deyðu. Høvuðsprestarnir ráløgdu tá um at drepa Lazarus við; tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus.” Jóh.12.9-11.
Tað sigst, at Jóhannesar evangelium, ið er tað fjóðra í røðini, er tað evangelium, sum er seinast skrivað. Søguligu dateringarnar eru ymiskar. nakrir meina, at Jóhannesar evangelium er skrivað undir somu tíð, sum Jóhannesar opinbering og kemur undir sama andans opinberingar-karakter ”Eg, Jóhannes, sum eri bróður tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var á oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld.” Aðrir meina, at evangeliið er skrivað aftaná tíðina á Patmos, táið hann fór til Efesus.
Jóhannesar evangelium er ikki sum tey trý synoptisku evangeliini. Jóhannes hevur eitt heilt specielt opinberilsi yvir, hvør Jesus er. At Hann er ikki 2.persónurin í guddóminum, men at Hann er Gud, tann eini og aleini Gud. «Orðið varð hold»
Og nú, aftaná so mong ár, á oynni Patmos ella Efesus, so førir Andin Jóhannes aftur í tíð. Hann dyppir fjøðurpennin í blekki og skrivar á pergamentrulluna undir Heilaga Andans kontroll. Leggur einki afturat og dregur einki frá, eins og allir Guds menn undir sama Andans kontroll hava gjørt í skrift og talu, teir sum Jóhannes roknar sum : «Eg, Jóhannes, sum eri bróður tykkara». Jóhannes er einans bróður við tey, sum ganga inn undir hetta: «og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi,…» Eg veit frá egnum erfaringum og Bíbilskari indsikt, at skalt tú náa ríkið, mást tú ganga gjøgnum trongdir, og við tí leiðini at ganga við Jesus, mást tú hava tol Jesusar. Eingin, ið er kallaður við Guds suverena og effektiva kallið brúkar evangeliið til egnan profit, men eins og Jóhannes: «fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld.”
So minnir Harrin Jesus tænara sín um Lazarus. Minnir hann á, hvat kraft og hvat kall skuldi til fyri at fáa henda deyða mann úr grøvini. Henda dampaða, illaluktandi mannin at reisa seg aftaná fýra dagar í rotnilsi. Eg havi upplivað deyð menniskju og veit, hvat luktur kann koma aftaná stutta tíð. Nøsin vrengar seg og kvalmi og spýggifornemmilsi tekur til. Her minnir Harrin Jóhannes á, at Hann vrengaði onga nøs. Helt ikki fyri nøsini, meðan Hann rópti: «Lazarus, kom út!» Helt ikki um búkin og var framyvirboygdur og klárur til at spýggja. Sendi ongan at parfymerað hellismunnan. Bað ongan um at koma við desinfisering til at drepa ella burturbeina sjúkdómsframkallandi bakteriur. Einki hondspritt. Men, Jesus bað! Eg vildi givið alt fyri at hoyrt hesa bøn og tað salvilsi, ið fylgdi við: “Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg!”
So kemur Lazarus út. Hesin sum fýra dagar frammanundan var fylgdur til grøvina av einum líkfylgi. Nú mugu tey út aftur – fyri at síggja uppreisnina. Eg veit ikki, hvussu oftað tú hevur fylgt tínar ætlanir, og tíni “nærmastu” til grøvina. Hvussu nógvir “fýra dagar” tú hevur upplivað. Allarhelst eru teir so nógvir í tali, at tú hevur gjørt hetta til “at soleiðis er tað bara”. Men bið Jesus biðja einaferð afturat, meðan tú hoyrir, og at tú kann upplivað hetta: “Eg vitsti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.” Bið Jesus vísa og talað uppreisnina inní deyðan.
Seinni, so situr Lazarus til borðs saman við Jesus. Eingin deyðsluktur, men angandi matarroykur. Hugsa tær munin millum at sita til ervi og so at “Har varð gjørd kvøldmáltíð…” Lazarus livir og Jesus er har. Maðurin er eitt livandi vitni um Jesusar uppreisnarkraft. Hann andar, hann etur, hann drekkur, hann er funktionellur. Hann er vandamikil – “Høvuðsprestarnir ráløgdu tá um at drepa Lazarus við; tí fyri hansara skuld fóru nógvir av Jødunum hagar og komu til trúgv á Jesus.”
Jóhannes vil hava hetta fram, at ein og hvør Lazarus, sum hevur hoyrt «Lazarus, kom út!» er vandamikil fyri tann religiøsa stabin. Tey tola simpulten ikki andans lív. Tola tann fyrra Lazarus, tann ið var áðrenn uppreisnina. Sum kundi siga frá einum Jesus, sum vitjaði viðhvørt. Kom á gátt og hevði eitt heim at búgva í. Undirvísa Mariu, og siga nøkur korrigerandi orð til Martu samstundis. Slíkan Lazarus-vitnisburð fær ikki religiøsa stabin reyðgløddan í andliti. Men eitt nýtt lív. Eitt lív, sum vitnar um, at sjálvt um eg feili og eri eins og Jákup, bróður Harrans, ið sigur «Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður,…» so brúkar Gud meg, sjálvt um eg snávi í talu. Tú mást gjarna annfekta meg og halda lítið um meg. Allarhelst hevði tú vilja havt meg innaftur í helli at ligið. Men kanska varð Lazarus tikin harfrá, fyri at geva tær plássið! Orðið úr skriftini varð eisini givið til mín frá Róm.11.29: ”Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki.” Liv mítt vitnar um, at eg livi einans í kraft av náði! Og títt vitnar um eitt disiplinerað lív í teymum av menniskjaligum óendurføddum Ádam stíli – sum høvuðsprestarnir. Hesi bæði lív vilja altíð koma at standa hvørjum øðrum ímóti. Og tað var ikki Lazarus, ið ætlaði at drepa, men Høvuðsprestarnir ráløgdu um at drepa Lazarus.
Uppreisnarvitnisburðurin er kraftmikil. Vit lesa: «Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu.»Ápostl.4.2. «Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar.» Ápostl.4.33…hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.» Ápostl.17.18.
Eftir henda uppreisnardag ”Lazarus, kom út!» So representeraði Lazarus, at hann var sonur Ábrahams. Ábraham upplivdi eisini hesa sterku rødd: «Ábraham, kom út!» Hann kom út úr «grøvini» í Ur í Kaldea. Út úr heiðinskapinum, villleiðingini, Sataniska stýrinum, representerað via Nimrod, sum skjeyt píl móti Harranum. Hesir pílar hava forfylgt Ábraham og hansara ætt. Tey hava verið ein skotskivað og eru tað enn ídag, eins og Lazarus var eftir uppeisnina. Hesi eru komin út úr sínum egna óendurfødda travbana og á ein veg «tóat hann vitsti ikki, hvar hann kom». Tað er ein vegur, sum bara er ætlaður tey heiløgu. Ein opinberilsisvegur. Hesin vegur er hataður og vandamikil. Hann er fyri tey upprisnu.
Teir kláraðu ikki at drepa Lazarus. Hann var undir Guds verju til tann dag, hansara virkistíð var liðug. Soleiðis er við okkum, Ábrahams børnum. Vit vóru deyð, upplivdu uppreisnarkraftina, og ein dag, skulu vit síggja Jesus og sita til borðs saman við honum og øllum teimum túsundum av Hansara heiløgu.
Hallur Sørensen