”Teir kystu hvør annan og grótu saman; Dávid græt hart…So reistist Dávid og fór avstað, men Jónatan fór inn í býin.” 1.Sám. 20. 41,43.
Dávid flýggjar undan Saul. Ikki minni enn 5 ferðir frá kapittul 19-21 er orðið «flýddi» brúkt um Dávid. Og Jónatan er skvisaður millum pápa sín, Saul, og tann, sum hann elskaði av allari sínari sál, Dávid. Tað man hava verið ótrúliga trupult fyri Jónatan. «hvønn skal eg velja, hvat skal eg gera. Eg veit hvat er rætt, men Saul er pápi mín…» Og allarhelst er tankin komin til Jónatan: «Eg veit hvønn Gud hevur salvað, men kanska Gud fer at salva pápa mín enn einaferð. Kanska Gud fer at reisa pápa mín aftur og so fer alt at verða, sum tað var í fyrstuni.» Restina av søguni talar fyri seg.
Dávid hevði ikki meiri at prógva yvirfyri Jónatan. Hann hevði prógvað nóg mikið. Hevði vunnið nóg mikið av sigrum. Vunnið kempuna Goliat. Vunnið bardagan við Filistarar og teir vóru 200 í tali. Skarð yvirhúðina á teimum øllum somlum og kom við tí og legði tað fram fyri kongin. Og vegna hetta fekk hann Mikal til konu. Eydnan var við Dávid. Hann kundi tala, syngja, spæla uppá hørpu. Svinga svørðið og skjóta pílin sum eingin annar. Salvilsi hevði ongar grensir, og alt hetta sá og merkti Jónatan, og so skuldi man trú, at hetta eisini fekk Jónatan upp úr sínum sessi og at hann saman við Dávid læt stólin standa tóman. Men nei! Tað vóru ósjónlig bond, sum drógu hann til Saul. Bond, sum salvilsi hjá Dávid ikki hevði klára at slitið. Grep um háls og nakka, sum ikki vóru loyst. Tankabygningar, sum ikki vóru rivnir niður. Og hetta vitstu teir báðir. Eg og tú vita um okkara byrðar, og hana veit Jesus eisini um.
Tað var ein óúthaldilig støða hjá Dávid at vera saman við Saul og hansara stýri. Somu armar, sum hálsfevndu Dávid ein dag, kastaðu spjóti eftir honum næsta dag. Saman andlit, sum var ljóst og blítt ein dag, var dapurt og myrkt av jalousi næsta dag. Vælsignilsir ein dag og illbønir annan dag. Tað má vera óúthaldiligt at liva við slíkum menniskjum, og ikki minst í andaligum høpi. Tí reistist Dávid og læt sessin standa tóman. Jónatan var eygna og oyravitni til hetta. Og tað var næstan so, at Jónatan vegna ræðslu fyri pápa sínum ikki tordi at nevna navnið Dávid. Um tú ert saman við slíkum menniskjum, har tú ikki torir at nevna Nardus, Hallur Sørensen og tað læru og navn og sannleikar, sum vit prædika, kanna so eftir, um hetta eru menniskju, tú skalt sita saman við ella lata stólin standa tóman. ”Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerúsalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion!
Táið teir eru úti á markini, so veit Dávid/Jesus, at ”Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann…Og Hann segði: Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.” Jóh. Evang. 6.44, 65. Dávid vitsti, at Jónatan kann ikki kroystast, tvingast ella skumpast. Tað má vera honum givið. Jónatan hevði hoyrt meira Harrans navn, um náði og útveljing enn nakar annar á hansara samtíð. Og hann var gripin í kap.18. vit lesa: «Táið Dávid var liðugur at tosa við Saul, varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál. Jónatan gjørdi sáttmála við Dávid, tí hann elskaði hann sum sína egnu sál. Jónatan læt seg út kappanum, sum hann var í, og gav Dávidi hann, somuleiðis herklæði síni, ja, enntá svørð sítt, boga sín og belti sítt.» Jú, Jónatan var gripin og rann skeiði, men ikki at enda. Hann varð hindraður. Jónatan, hví endaði tað soleiðis?
So síggja vit Dávid og hansara hjartalag yvirfyri Jónatan. «Hann fall á andlit sítt til jarðar og boygdi seg tríggjar ferðir.» Eingin bittirheit, eingin háðorð, eingin revsandi tala. Einki dømandi orð frá Dávid. Dávid vitsti, at eg havi gjørt alt tað, sum eg kann. Nú strekki eg ikki til meir. Hetta minnir um Paulus, táið hann stendur í Milet og talar til elstubrøðurnar: «Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara,…» Tað kemur til eitt bristipunkt, har vit ikki kunna meir og vit kenna í andanum eitt «stopp»skilti fyri okkara viðkomandi og mugu lata tey upp í hendur Guds og hansara náði. Og tað gjørdi Dávid. Ístaðinfyri so læt Dávid tárini renna. Tað seinasta Jónatan sá, var ein grátandi kong Dávid og so skiltust teir.
Eg havi nøkur ár á baki á andaligu kamparenaðini og havi sæð mangar Jónatan gliðið burtur frá Dávid. Endalygt teirra var múrurin við Bet-Sjean. Eg havi sæð nok av prinsum, sum skuldu arva pápa sín, men áðrenn nøkur krúna kom á høvd teirra, so inntraff Bet-Sjean. Jónatan, hví endaði tað soleiðis? Tú Jónatan í endatíðini, enda tú ikki so!
Hallur Sørensen