Eg veit longu nú frammanundan, at míni orð fara ikki at verða told ella accepteraði. Henda grein fer at skapa øsing og provokatión, og enn einaferð fari eg at vera skýrdur ”frekur”, ”ljótur”, ”fordømandi” o.a. tílíkt. Hetta er ikki meiri enn ein kann rokna við, um ein er verjari av tí sanna evangeliunum, og kennir til, hvat kamp-arenaðin kann bjóða. Eg eri ikki nýggjur í fakinum.
Profeturin segði: ”Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær – tí teir lurta ikki eftir Mær!” Ez.3.7. Harrin ávaraði Ezekiel um, at áðrenn hann talaði, so skuldi hann vita, at fólkið hevði harða pannu og eitt hjarta, ið ikki fór at taka ímóti. ” Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherða hjørtu.”
Tað undrar meg almikið, at eingin nakrantíð ávarar um fráfallið útfrá skriftini. Skriftin er full av reyðum lampum, lanternum og ávaringarskiltum um endatíðina! Eru fólk andaliga farvublind og síggja bara grønt ljós fyri veking um endatíðina? Skriftin sigur: ” Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.” Matt.25.5. Her er ikki talan um fysiskan svøvn. Men at meðan ein heldur, at tað er full fer í tí andaliga arbeiðinum, so eru 10 moyggjar lullaðar inní fastan svøvn. Hetta er andaligi tilstandurin ídag og diagnosan, ið Jesus gevur um endatíðina. Og skriftin sigur: ” So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður;…”Róm.10.17. Og hesar 10 moyggjar vóru allar eitt produkt av tí ónda tænaranum, ið vit finna í Matt.24.48, ið segði: ”Harri mín drálar!” Og sjálvsagt svevur flokkurin, um hann fær at vita, at Jesus ikki er nær og kemur at heinta síni enn.
Hesin tænarin serveraði sovitablettir, doyvandi medikamentir og ondssløvandi forkynnilsi. Eisini finna vit í Luk.18.8: ” Men táið menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?” Bíblian talar ikki um eina og hvørja trúgv, men ”berjast fyri trúnni , sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur.” Jud.3. Paulus sigur eisini í Ápostl.20.29: ” Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp…” Paulus sigur, at so leingi, sum eg standi á talarastólinum, so standi eg sum ein byrging fyri allari falskari læru, fremmandum forkynnilsi, kopi anda og kopi Jesus. Men eftir at hann er farin, so fer eisini byrgingin, og andaliga kloak tsunamiin skal floyma og ikki eira flokkin. Mong onnur skriftstøð tala um tað sama, at endatíðin er ein super-forførandi tíð. Fráfallið er aggresivt og gongur fram við stórum stevum og kolosalum frekleika!
Evangeliihúsið ella City church, sum tað nú eitur, leggur lunnar undir fyri endatíðarinnar fráfallið! Tann andin og tað ússaliga evangeliið, kenni eg meg als ikki við. Tað er, sum Paulus skrivar: ” annan anda…annað evangelium…” 2.Kor.11.4. Og tann Jesus, ið har verður boðaður, er ikki tann Jesus, sum eg tæni í anda mínum. Tað er ein annar Jesus. Vit hava hvør sítt evangelium, tí vit eru fødd í hvør sínari andaligari føðiklinikk!
”Elevation” er framtrakkandi element í City Church. Ungdómarnir, ið stýra hesum showið, saman við sokallaða harra pastor og frú, minna lítið um, hvat Jesus yvirleveraði til sínar tænarar, táið Hann segði: “Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni…”Ápostl.1.8. Er tað nakar, nøkur foreldur, ommur og abbar, systkin, við hondini á hjarta, ið kunnu siga um hesar ondsfátæku ungdómar við vertsligum sangi og dansi og einari óbíbilskari leiðslu, sum verður skift út og inn í tíð og ótíð: Hetta eru sonnu vitni Harrans Jesusar ídag? Vildi ektaði Jesus tikið út slík og sagt: Tit skulu føra andaliga stafett pinnin víðari? Vildi Paulus sagt: ” ektabarn mítt í trúnni.”1.Tim.12. ”Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!” 2.Tim.2.2. sjálvsagt ikki! Vit, sum eru vakin í endatíðini eru eygnavitni til er eitt fremmant ”rangsnúgva evangelium Kristusar.” og Paulus sigur víðari ”Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!” Gal.1.7-8. Sterk orð!
Grundleggjarnir av ”Elevation” eru menniskju, sum Judas skrivar um ”náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.” v.19. Og tað er lætt at vísa á, tí hesin tónleikur og show, dregur fólk frá orðinum og sanna evangeliunum. Men handan kulissurnar er sjálvur Satan. Hann hatar orðið og evangeliið. Tit skulu minnast til at samkomur ídag hava eitt lovsangs program, ið fyllir einar 90% av møtinum. Tað er lovsangur og lovsangur yvir alt. Lovsangur hevur tikið plássið frá bøn og orðsins forkynnilsi. Vit mugu ikki gloyma, at tann størsti og dugnaligasti lovsangsleiðarin, sum nakrantíð hevur upptrakkað og enn upptrakkar í gudstænastuni eitur Satan. Hann vildi í forðum taka plássið frá orðinum – Jehova – og yvirtaka við at sjálvur blíva tilbiðin og lovsungin. So hann veit útmerka, hvat tónleik og orð, sum skulu nýtast, fyri at orðið um Kristus, forkynnilsi, skal missa høvuðssæti í gudstænastuni.
Hann var tann ”fyrsti í ”Elevation””. Elevation merkir: ophøjelse, stigning, elevator. Jú man stígur hægri upp. Men eins og í forðum, so missir man gudasæti og orðini ljóða yvir ein, sum hava forkastað Guds orð og Guds Anda fyri eftirgevan av misbrúkinum av teim ”Heiløgu gullíløtunum” : Mené, mené, tekél, ufarsin. Dán.5.25.
Eg kenni ikki alla søgu evangelihússins. Men alt tað, hóast at míni foreldur brutu út harfrá vegna trúarspurningar, so havi eg bara hoyrt gott. Eg havi ongantíð verið einigur við læruna hjá hjá teimum, ið umboðaðu evangeliihúsið, men eg respekteri tey gomlu, sum stóðu fyri sítt. Foreldur míni siga frá, at tað var ein vælsignað tíð. Evangeliihúsið var líka sum ein karmur um Guds orð og ondsfyltar sangir. Fyrsta húsið var ein rík tíð fyri mong, sum eg kenni. Mong blivu frelst, mong blivu doypt, mong blivu ondsdoypt og andaligu náðigávurnar blivu lutaðar út, alt eftir sum Andin gav.
Síðani varð seinna húsið bygt, tí tíðin var inni fyri tíð. Her hugsi eg um alla ofringina av fysiskari styrki, andaligari innvígilsi, bøn og ikki minst økonomi offur í langar banar. So kemur spurningurin: var tað meiningin, at húsið, møtistílurin, bønirnar, gamla evangeliið, gomlu ondsfyltu sangirnir, ofrini, gleðin, kallið, tænasturnar, gomlu heiløgu menninir og kvinnurnar, ja alt tað gamla skuldi enda í óumskornar hendur? Sum sagt, so eru tað fleiri, ið undrast. Tey kenna seg ikki aftur.
Hvat siga børn, svigerbørn, ommu og abbabørn hjá teimum, sum fóru heim til Harran fyri mongum árum síðani? Er tað eingin, ið talar ímóti? Er tað bert ein óandalig accept? Gevur man seg, og letur sín rygg og rygg teirra, sum undan fóru, til fótatrakk fyri sterku fráfalskreftunum? Er tað veruliga eingin profetrødd, ið talar ímóti galskapinum?
Allarhelst fer eingin at vakna av teimum yngru, tí tey eru ikki von við annað, enn eitt nýmodernað evangelium. Men um onkur av teim eldru kundu vakna aftur, sum kendi til betri tíðir og betri dagar, og sum minnast aftur á eitt tvíeggjað hvast evangelium, ið stakk menniskju í hjarta, so var alt vunnið. Um onkur enn er harúti, sum kennir hesar tónar aftur, so reis teg. Rist støvið av fótum tínum og loys fráfalsfortøjningarnar. Jesus kemur skjótt og Hann heintar Sína ódálkaðu brúður heim í dýrd!
Hallur Sørensen