Ikke kategoriseret

7180 of 169 items

Eg undrist á

by Arnleyg

Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium – sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar. Gal.1.6-7. Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, […]

Tvørkirkjuligt

by Arnleyg

Fleiri ferðir tey seinastu árini hava sokallaðar samkomur og kirkjur samlast undir heitinum Tvørkirkjulig møtir. Hesi møtini hava verið millum pinsar, adventistar, frelsunarherin, katólsku kirkjuna o.a. fyri bert at nevna nakrar av hesum religiøsu bólkunum. Men hvat merkir hetta? Útgangspunktið hjá okkum í samkomuni Nardus er læran og prædikan, sum ápostlarnir høvdu, og sum teir […]

Bræv til leiðsluna í Iktus

by Arnleyg

27.nov.2018 Fyri gott og væl seks árum síðani, vendu vit, pápi mín, Petur Sørensen, og eg, Hallur Sørensen okkum til tykkara. Vit tosaðu í tlf við ábyrgdara Anju Hansen. Vit spurdu, um møguleiki var hjá Nardus samkomuni at fáa senditíð av okkara møtum. Hetta varð okkum noktað, tí at vit ikki trúgva á knútapunktið fyri […]

Ongan hirða!

by Arnleyg

”Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.” Matt.9.36. Tað er ikki hissini av eini andaligari diagnosu og úttalilsi, sum Jesus kemur við her. Hann blunkar ikki við at nýta sterk orð. Hann ballar einki inn og feigar einki inn […]

Brádliga skal Hann koma…

by Arnleyg

Vit lesa í Mal.3.1 :” Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN,…” At tvíhalda og pástanda at tríeinigheitin er til og at tann doktrinin er røtt, burdi fingið ein og hvønn at skamma seg. At tileinkisgera Bíbliunnar klára boðskap, […]

Men Saul tók…

by Arnleyg

Vit lesa í 1.Sám.15.27: ”So vendi Sámuel sær á og skuldi fara. Men Saul tók í hornið á kappa hansara, og tað varð skrætt av.” Hesin tekstur, og allur kapittulin er álvarsamur, dramatiskur og talandi. Hesin kapittulin er endin á kongadømi Sauls. Profeturin Sámuel innsetti kong Saul eftir boði Harrans, og hann fekk eisini til […]

Hann er… men tit vrakaðu

by Arnleyg

Í Ápostlasøguni kap.4.11 stendur: ” Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur.” Og í Lukas evang. 20.17-19 stendur: ” Men Hann hugdi uppá teir og segði: ” Hvat er tá hetta, ið skrivað er: ” Steinurin, sum vrakaður varð av teimum, ið bygdu, er vorðin hornsteinur”? Hvør […]

Longu langt síðani

by Arnleyg

Vit lesa í 2.Sám. 5. 1-2:” Nú komu allar ættir Ísraels til Hebron til Dávid og søgdu:” Vit er jú hold títt og bein! Longu langt síðani, meðan Saul var kongur yvir okkum, vart tú tann, ið leiddi Ísrael út og inn, og HARRIN hevur sagt við teg: ” Tú skalt vera hirði fólks Míns, […]

Tvey borð

by Arnleyg

Vit lesa ein vakran beratning úr 1.Kong.17.11-15:” Táið hon nú fór eftir tí, rópti hann aftan á henni: ”Tak eisini breyðbita við til mín!” Men hon svaraði: ” So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í […]

Síðstu dagar

by Arnleyg

”Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!” Luk.21.28. Prognosurnar fyri endatíðina eru als ikki góðar. Heimurin gerst meiri og meiri eitt globalt sinnissjúkrahús, sum antikrist og tann falski profeturin skulu stýra og taka við makt, og tað finst einki medisin fyri at steðga […]