Ikke kategoriseret

91100 of 169 items

Betesda hylur

by Arnleyg

Vit lesa: Við Seyðaportur í Jerusalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur fimm súlugongir. Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast. Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at […]

Binda Jesus

by Arnleyg

Torkild Terkelsen helt fyri nøkrum árum síðani eina talu um hetta evnið: Tann bundni Jesus. Eg minnist ymiskt og vil skriva eitt sindur um hetta. Vit lesa úr Jóh. Evang. 18.12-13: Vaktin, herhøvdingin og tænarar Jødanna tóku nú Jesus og bundu Hann. Og teir fóru fyrst til Annas við Honum; hann var verfaðir Kaifas, sum […]

Religiøst kaos

by Arnleyg

Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26.februar 2017. Sangluttøka: Heine Lutzen Bárur Tindskarð Svein í Prestgarði Eyðun Jacobsen M.C. Restorff Ebenezerkórið Til felagssangin koma harmonikuvinirnir at spæla. Svenning av Lofti og aðrir tala. (Svenning segði í Lindini, at hann kom at tala bæði kvøldini, men onkur fer at hava vitnisburð; bæði kvøldini stuttir vitnisburðir…) […]

Gud alra troystar

by Arnleyg

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar, Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eri í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi! 2.Kor.1.3-4. Gjøgnum árini havi eg fylgt væl við, hvat sum […]

Fíggindar spotta

by Arnleyg

Táið nú Sanballat frætti, at vit laðaðu múrin, tendraðist vreiði hansara; fúkandi ilt kom í hann, og hann speirak Jødarnar. Neh.4.1. Nehemias, hesin Guds útvaldi, ið var ætlaður frá móðurlívi av, til at byggja múrin uppaftur, sum var niðurrivin og seta portrini í aftur, sum vóru brend, táið Nebokadnesar hertók Jerusalem. Hesin Nehemias var vínskeinkjari […]

Paulus á Malta

by Arnleyg

Í Ápostlasøguni kap.28.1-6 stendur: “Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var. Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, […]

Jael og hennara tjald

by Arnleyg

Vit lesa: Sisera flýddi – til gongu – til tjald Jaelar, konu Heber Kenit; tí friður var millum var Jabin, kongin í Hazor, og hús Hebers Kenits…Men Jael, kona Heber, tók tjaldhæl og tók hamara í hondina, sníkti seg inn til hansara og sló hælin gjøgnum tynning hansara, so hann fór niður í jørðina, tí […]

So skal orð Mítt vera

by Arnleyg

“Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina….so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum…” Es.55.10-11. Harrin hevur eina klokku og eina timing, sum ikki fylgir okkara dato og tíðarfesting. Mong hava roynt at fingið Harrans klokku at fylgja sínari […]

Sadrak, Mesak og Abed-Nego

by Arnleyg

Hesir tríggir verða kallaðir vinmenn Dániels. Tað er ikki ein smávegis tittul at verða kallaður. Í Esaias kap.41.8. stendur: “Og tú, Ísrael, tænari Mín, Jákup, sum Eg útvaldi, tú, ið ert ættaður frá Ábrahami, vini Mínum.” Mangan verður tikið til, at sig mær tínar vinir, so skal eg siga tær, hvør tú ert! Og hevur […]

Sterk appel og boð til Guds fólk í Føroyum

by Arnleyg

Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara. Mal.3.16 Hesi orð eru sera álvarsom, tí tey lýsa tvey ting í endatíðini, og sjálvan slutt spurtin á G.T: ein tíð, merkt av sterkum […]