Vit lesa: Við Seyðaportur í Jerusalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur fimm súlugongir. Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast. Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.) Jóh.5.2-4.
Hesin Betesda hylur og henda frágreiðing, at eingilin órógvaði hylin, hevur verið eitt “Guff” fyri Bíbliukrittikarar. Tí hava eisini theologar sett helvtina av v.3 og alt v.4 í parantes. Men Øll skriftin er innblást av Gudi… og aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. Og hesin Jóhannes ápostil, ið skrivaði Jóh.evang. var ein heilagur Guds maður og Gud við Anda Sínum hevur innblást hetta skriftorð og accepterað, at hetta skal við í tað, sum kallast Øll skriftin! Punktum!
Tað verður sagt um henda hyl, at hann kann vera: En pool – Dette ord kan enten betyde en lille sø eller dam, hvor man kan svømme, eller et sted for fisk eller noget vand, der er indsamlet til badning eller vask.
Men her vænti eg ikki, at nakar fór at svimja ella vaska klæðir ella fiska, fyri at fáa mat á borðið. Tú kanst ímynda tær tað óhumsku og óhygienu av bakterium og materium. Fólk, sum lótu frá sær, tí tey ikki kláraðu at koma sær burtur. Hetta var eitt uttandura sjúkrahús av ringasta slagi. Eitt lazaret, har fólk komu, áðrenn næstu statión, sum var kirkjugarðurin.
Soleiðis, sum er skrivað omanfyri, eru flestar samkomur ídag. Andaliga blind, andaliga lamin og andaliga visin. Hetta Betesda, sum merkir náðinar hús hevur ikki nógvan náði-boðskap um útfríðan frá satans makt. Tær flestu samkomurnar hava eitt sokallað náðievangelium sum er at broyta føroyingar til amerikumenn. Taka á seg amerikanskan klædnastíl frá 1940. At hár og kjólalongdir standa mát við pastors inches. At heilagaleiki næstan bert er basera á kvinnur, meðan menninir ganga frítt. At kvinnurnar ikki nýta mascara osv osv.
Aðrar samkomur eru í hinari grøftini. At náði merkir, at tú hevur lov og fríheit til alt, tí at náðin dekkar teg óansæð. At náði Guds er útum tær rammir, ið skriftin sigur, og at Gud er størri enn skriftin sigur. At tú kanst liva eitt vertsligt lív, og dagin eftir standa við mikrofon í hondini og syngja lovsong, meðan alkoholdampurin stendur frá, sum ein vitnisburður og avsløran, hvar tú vart nakrar tímar áðrenn tú kom á møtið. At ungdómar kunnu luttaka í vertsligum festivalum og ballum, har elstubrøðrir eru vitandi um hetta, men hava ikki andaligan autoritet at taka eitt uppgerð við hetta. Men fyri at behalda hesar vertsligu, óendurføddu ungdómarnar, so dekkar man seg undir við, at náðin er nýggj.
So hava vit fólkakirkjurnar, sum øva makt-yvirgrep og vold móti lítla barninum og innlima tað inní Guds registar. Hesi smáu, sum síðan vaksa upp, fáa ongantíð at hoyra veruliga náðiboðskapin, tí tað syrgdi gumman fyri, táið hon segði ja, at avnoktað djevulin og alt hansara pakk. Nei Betesda er bert ein yvirskrift við deyðum og sjúkum vatnið, fult av andaligum niðurbrótandi bakterium, sum liva og taka makt á menniskju.
Hvat er so eitt ektað Betesda? Tað er tað órógvaða vatnið! Gud er í tí upprørda, órógvaða, pískaða hylinum. Táið vatnið er stilt, so koma alskyns flugur, moyggjabitar og vatnið luktar illa. Tað legst nakað ótiltalandi fyri tað reina Guds-menniskja á vatnið. Soleiðis er við tí orðinum, sum eg hoyri verður serverað ídag í Føroya landið. Tað er fultstendigani kvirt og deytt. Finst ikki opinberilsi og kraft og salvilsi. Eingin verður upprørdur, eingin verður órógvaður og eingin kennir umbroytan og ein kraftigan streym frá himli.
Tann, ið fyrstur var at reagera táið eingilin hevði pískað og skapt óróð í hylinum varð grøddur. Táið orðið kemur fram við kraft og andaligur streymur fylgir við, so reagera tey útvaldu og tey grípa fast um møguleikan og úrslitið verður, at tey reisast frá hesum sjúka staðið, sum tey hava brúkt mong ár uppá og tey fylgjast við Jesus. Eg havi upplivað slík møtir. Fólk, sum vóru totalt sjúk og andaliga handlingslammaði og visin av boðskapinum um tríeinigheitstrøllinum blivu fultstendigani loyst, táið tann órógvaði Gud kom forbí og órógvaði og pískaði tríeinigheitina burtur. Eg havi upplivað, at menniskju, sum vóru indoktrineraði um, at dópurin í trimum titlum var tann rætti dópurin, knappligani gjøgnum orðins kraft sóu, at Gud órógvaði tað skitnað vatnið og opnaði ein nýggjan og livandi veg í Jesu Kristi navni.
Táið Gud skapar veking og tekur út menniskju at fylgja sær, so skapar hann split og órógv í forsamlingina. Tey, ið grípa kjansin verða grødd til sál og sinn og koma sær burtur frá teimum, ið ikki vilja grípa kjansin. Hini liggja enn við tann friðarliga hylin, meiri sjúk enn nakrantíð.
Vilt tú hava ein Gud, ið skapar óróð og torir tú at fylgja hesum Gudi? Tey allar allar flestu vilja hava ein trationellan stirvnan og stillstandani Gud og a’la tænarar. Men mín Gud, Jehova Jesus og hansara tænarar trívast bara í tí órógvaða Betesda!
Hallur Sørensen