Grein á in.fo tann 30. apríl 2009, skrivað av Hallur Sørensen.

Eitt ávaringar skriv, sum eg skrivaði ímóti tí økumenisku, óbíbilsku samanseting. 

Og eg ávarið við somu styrki enn tann dag í dag! 

“Tá ið eg hoyrdi, at felagsmøtir skuldu verða í Frelsunarherinum millum mangar trúarbólkar her í Tórshavn, kom teksturin frá Nehemias 1,3 fyri meg: ”Og múrar Jerusalems eru niðurbrotnir og portrini brend upp.”

Tað var í gomlu tíð, at býir vórðu bygdir upp av steinmúrum. Hetta var, fyri at fíggindin ikki skuldi hertaka býin. Portur máttu tó vera í múrunum, fyri at sleppa inn og út. Tað skuldi ganga skjótt fyri seg, uttan óneyðugt drál, og tí vóru portrini av træi. Men træið er ikki líka sterkt sum grót, og tí var hesin parturin av múrinum veikari enn restin, og tí var hann eisini tess betur vardur. Tá vit í Nehemias síggja, at múrarnir vóru niðurbrotnir, vita vit, at tað var tí, at fíggindin slapp inn gjøgnum portrini, tí at vaktararnir á múrunum ikki vóru árvaknir. Flest øll kenna úttalilsi ”Troyanski hesturin”. Ein skuldi trúð, at vaktararnir, ið standa á múrunum í dag, høvdu lært av frásøgnini um henda ræðuliga hestin – men hetta tykist ikki so at vera.

Søgnin lærir okkum, at Troyanar (sum vóru innanfyri múrarnar) hildu, at hesin hesturin var ein gáva frá gudi teirra, og fagnaðu honum tí vælkomnum. Teir hildu enntá veitslu um hesa gudgivnu gávu. Men náttin kom, og tann ræðuligi verðuleikin vísti seg. Fíggindin var komin inn um múrarnar. Lítið vóru teir vitandi um, at goymdir elitu hermenn, hvørs einasta endamál var at drepa og oyðileggja, lógu goymdir handan ”skinnið” á hestinum. Tað, at tit hava rætt Katólsku kirkjuni bróðurhond, og loyvt henni inn um múrarnar, kemur at verða tykkara deyði – trúgvið tit mær!

Bábylon, og útleggingin av Opinberingini kapittul 17, kann uttan nakran iva bert vísa til Rómversku Katólsku kirkjuna. Hon er mamman til allar viðurstygdirnar á jørðini. Uttan at fara í mangar smálutir, kunnu nevnast tvey dømi, fyri at vísa á, at tað sum eg sigi, er sætt.

Skriftin sigur, at kvinnan situr á sjey fjøllum, hetta er ein mynd av Róm, ið er ein býur, sum er á teimum sjey fjøllunum Op. 17,9.

Skriftin sigur eisini: Bábylon – Kvinnan var klædd í purpur og skarlak Op. 17,4. Skarlak er liturin, ið umboðar Róm. Kardinalarnir, ið eru prinsar í tí Rómversk Katólsku kirkjuni, bera klæðir við hesum liti. Pávakappin er fóðraður við skarlak, hansara heilaga húgva, ið vísir hansara makt og styrki er í purpur.

Eg kundi nevnt fleiri onnur dømi, men hetta hevði blivið ov rúgvismikið. Eitt stendur tó fast – eingin kann mótprógva, at tíðin frá tí søguliga Bábel, frá 1.Mós. 10, endar, og er enn, í Róm.

Lesa vit so kapitlarnar 17 og 18 í Opinberingini, er tað ein samanhangandi frágreiðing, av tí skipan, sum Satan sjálvur hevur sítt stýri útfrá! Hann ynglar fram allan devulskap, vit kunnu ímynda okkum. Sum ein religiøs skipan, er katolisisman tað allar ringasta, sum hevur eksisterað á hesi jørð – bæði innanfyri og uttanfyri kristindómin! Tað er ein villleiðandi makt, og hevur hon leitt milliónir av menniskjum til ævigt fortapilsi.

Rómverska kirkjan er tann blóðigasta forfylgingarmaktin, sum heimurin nakrantíð hevur sæð! Thoralf Gilbrant sigur, at skríggini frá bálunum ljóða líka inn í okkara tíð. Hitler, sum var rómversk katólskur, verður sæddur sum ein kolosalur massamordari, og tað var hann eisini, men hann er ein smádrongur og ein dropi í havinum, samanborin við katólsku kirkjuna! Internationalar nevndir hava granskað og funnið skjøl, um hvat hendi, tá katolikkarnir í nýggjari tíð herjaðu á Serbia. Talið á dripnum og forfylgdum, var 1,7 millión. Menniskju blivu torturerað á mest groteska hátt. Eyguni blivu stungin út, oyru nøs og kynsorganir høgd av, tey blivu krossfest á teirra egnu úthurðum. Hetta er hon, sum Opinb. kap. 17 eisini umtalar sum: ”Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar.”

Gjøgnum ár hundraðir, máttu tey sonnu trúgvandi, ið trúðu á ein Gud og Dópin í Jesu navni, og ikki lótu seg smitta av statsreligiónini møta forfylging. Maður at navni Laktantius, skrivar: ”Um eg hevði hundrað tungir, og um rødd mín var hin sterkasta, so hevði eg ikki megnað, at lýst tær brotsgerðir og teir pínsluháttir, sum katolikkarnir útførdu móti teimum sakleysu kristnu. Menn og kvinnur, ung og gomul blivu bundin føst saman og kastað í havið. Mong blivu geislabrotin og rivin sundur av hamarasløgunum á ein jarnmeitil. Dripin og pínd á allar hugsandi háttir og óhugsandi!” Eingin veit ávísa talið, men søgubøkurnar meina 60 milliónir, sum eru dripin og forfylgd. Kettara bálini logaðu yvir alt Evropa. Upp til 3.000 menniskju kundu verða brend á einum stórum báli. I einkultum býum og bygdum bleiv fólkið útruddað.

Ápostulin Jóhannes kendi væl til at hesin býur var Róm. Profetiskt og søguligt er tað eisini prógvað. Vit síggja, at í endatíðini vil henda skøkja – fráfalna kirkja – á nýggjan dominerandi hátt fáa politiska og religiøsa megi. Einki er, sum tíðir á, at henda kirkja vil leggja seg afturá, men tvørtur ímóti vil hon halda á við síni viðurstygd, og hetta viðganga katolikkarnir sjálvir. Nú eru nøkur ár síðani, at eitt blað var útgivið, ið æt ”Bålenes velsignede flammer”. Har skrivar katolikkurin Ronald Knox, at ”en katolsk stat vil ikke avstå fra at bruke undetrykkende midler, for å sikre at katolske prinsipper dominerer”.

Nú havi eg givið eina sera avmarkaða lýsing av tí rotinskapi, henda katólska móðirskøkjan hevur borgað fyri upp gjøgnum tíðirnar. Tí vil eg nú venda mær til tykkum skøkjudøtur, sum eru byrjaðar ein andaligan horðulevnað við móðurskøkjuni.

”Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so! Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: „Tey bæði skulu vera eitt hold.“ Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum.” 1. Kor. 6,15-17. Paulus er knívskorin í talu síni viðvíkjandi limunum, og hann kann ikki misskiljast. Antin gerst tú limirnar til skøkjulimir, við at halda teg til skøkjuna, og verður eitt við henni ella heldur tú teg til Harran og er ein andi við honum! Nú tit eru farin undir eitt sataniskt religiøst parlag við skøkjuna, eru tit við at villleiða mong frá tí ektaðu brúður Kristusar, ið er sanna samkoma guds, sum umtalað er í Opinb. kap. 19.

Opinb. kap. 2. Talar til eina samkomu um eina kvinnu við navnið Jesabel. Hon verður í G.T. lýst sum ein hin ræðuligasta kvinnan. Hon virkaði eisini eftir sterku virkan Satans, og lá eftir øllum guds profetum og tí fólki, sum aktaðu profetarnir. Eitt sermerki við henni var eisini, at hon leiddi alt guds fólk í eitt stórt fráfall. Harrin hevur lagt dóm yvir skøkjuna Jesabel og alt hennara virki, og hetta tekur ápostulin profetiskt inn í okkara tíð, fyri at vísa á ta størru skøkjuna, sum mangir horast við. ”Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara. Børn hennara skal Eg sláa við deyða, og allar samkomurnar skulu sanna, at Eg eri tann, ið rannsakar nýru og hjørtu; Eg skal geva tykkum, hvørjum eftir verkum sínum.” Opinb. 2,22-23.

Dómurin liggur fyri durunum og syndin skal finna tykkum!

Mong halda, at henda sameiningin, sum fer fram í dag, er undurfull. Fá eru tey, ið kenna til hvat skriftin sigur. Frá sínum religiøsu leiðarum hoyra tey leysrivin skriftstøð, sum verða lívshættisliga útløgd. Við sínum lúnsku talum villleiða teir veikar sálir. Økumenisku leiðararnir eru skjótir at rættvísgera seg sjálvar við Jesu egnu orðum frá Jóh. 17. har Jesus biður fyri ápostlunum og eftirfylgjarum teirra, at ”At tey øll skulu verða eitt, …” Og hetta sóu vit enn eitt dømi uppá, á felags møtinum 3. páskadag.

Sum skriftin vísir, gerst hesin einleikin sterkari og meira umfatandi við tíðini. Men eitt stendur fast. Um hesin einleikin skal vera møguligur, so er tað heilt 100% sikkurt, at tað verður protestantisman, við sínum undirnøvnum, sum má víkja og leggja niður alt fyri demonbesettu mammuni í Róm. Tað eru jú ikki døturnar, ið ráa yvir mammuni, men øvugt. Pávakirkjan hevur aldri givið so mikið sum ein tumma eftir í veg og vilja, og tað fer hon heldur ikki at gera her. Ein kirkjulig eindarsamanseting kann bert koma í lag, um tað verður uppá treytirnar hjá Rómversku kirkjuni. Tann katólska kirkjan heldur enn uppá Mariu-kult, halgu dyrkan og mong onnur Satans sakramentir, sum ikki kann stuðlast upp av so mikið sum einum versi í Bíbliuni! Tað var slíkum, at reformatorarnir gingu hart ímóti – men summurin av sumarum tykist at vera uttan úrslit. Vatikanið, pávin og øll skipanin sum hon er, er væl vard av sterku virkan Satans!

Mín vón og bøn til Gud er, at tað finnast nøkur ósek, sum kenna seg sum fremmand og útlendingar í hesum, men ikki tora ella makta at taka eitt stig útfrá Bábylonska forvirringinum, so tí rópi eg: „Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!” Skjótt skal Harrin útføra tann dóm, Hann hevur felt yvir skøkjuna og døtur hennara, og Hann fer at brenna alt tað upp, sum hon hevur avrikað. Hví vilt tú tá kasta burt tínar andaligu gávur uppá nakað, sum Harrin hatar og fer at oyða? Hann skal drepa Antikrist við Anda muns Síns. Um tú ikki kemur út frá henni, men velur at fylgja teimum blindu leiðarum, sum hava leitt teg inní hetta Satans reiður, ert tú í vanda, eisini at gerast blindur. Jesus setti líknilsi fram í Luk. 6,39-40: „Man blindur kunna leiða blindan! Koma teir ikki báðir at falla í grøvina! Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; men ein og hvør, ið er fulllærdur, verður sum meistari hansara.” Táið leiðarar tykkara

hava

leitt tykkum henda vegin, boðar tað frá, at teir eru blindir. Tá ið so tit lýða á, meðan teir tala og læra sum tykkara meistarar, gerast tit eisini blind – lærisveinurin verður sum meistarin.

Eg havi tað álit á Gud, at hetta skriv nær tey, tað er ætlað til og sum hava oyru at hoyra, hvat Andin sigur við samkomuna. Jesus sigur í Jóh. kap. 18: „Eg misti ongan av teimum, ið Tú hevur givið Mær.“

Keldulisti:

Bíblian

Thoralf Gilbrant – “Tidens tegn”

Egil J. Eberson – “At de alle må være ett”

Torkild Terkelsen – “Babylon den store skjøge”