Posts by Arnleyg

2130 of 125 items

Hinir tríggir menn Guds!

by Arnleyg

Í Dániels bók lesa vit um Sadrak, Mesak og Abed Nego, og hvussu andaliga støðufastir teir vóru. Ikki nakrir vingliskøltar, men sum klettar, ið ikki lótu seg førka av tíðarinnar kravi frá antikrist gjøgnum Nebokadnesar kong og hansara einræðisstýri. Í Matteus evangeliiunum sigur Jesus: «Táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel […]

Eisini við Áron var HARRIN so vreiður

by Arnleyg

Vit lesa í 5.Mós.9.20: ”Eisini við Áron var HARRIN so vreiður, at Hann ætlaði at forkoma honum; men eg bað tá fyri Áron við.” ”Fyri Áron við”. Hetta hongur saman við tekstinum frammanundan, táið tey gjørdu hendan gullkálvin. Eisini teimum bað Móses fyri. Vit lesa í v.19: “Og HARRIN hoyrdi meg hesa ferð við.» Og […]

Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!

by Arnleyg

Matt.13.28 sigur: «Tað hevur ein fíggindi gjørt.» Her er ikki talan um, at Jesus undirvísir í landbrúki, men her eru andaligir sannleikar, sum skulu fram. Og hevur tað nakrantíð verið aktuelt at apokalypto/avdekka henda tekst og seta sjøtil á, so er tað innfyri tíð endans, sum vit liva í – «heystið er endi tíðarinnar;…so skal […]

Men um midnátt

by Arnleyg

Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnátt hoyrdist róp: ”Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!” Matt.25.5-6. Klokkan gongur, seinastu sandkornini í tímaglasinum renna niður, og skjótt er tíðin inni fyri Jesu afturkomu. Guds klokka og timing fylgir ikki Greenwich tíðarsonu. Fylgir ikki eftir, nær tað er […]

HARRIN signaði Ísak!

by Arnleyg

«Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið 100 fold; tí HARRIN signaði hann.» 1.Mós.26.12. Í fyrsta versinum í sama kapitli stendur: «Hungursneyð kom nú í landinum – sum hina ferðina, á døgum Ábrahams.» Hungursneyð er vegna trot á mati. Men ídag í okkara tíð og okkara samfelag, vildi ein knýtt hetta fyrst við, […]

Men Sámuel

by Arnleyg

Men Sámuel ”Og synd hinna ungu manna var so mikið størri fyri ásjón HARRANS, við tað at fólkið av hesum lærdi at vanvirða offur HARRANS. Men Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón HARRANS, og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti. Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa; hann hevði hon við til hansara, táið hon […]

Troyst & áminning

by Arnleyg

So vil eg bjóða tær til enn eina grein og skrifttalu, sum vil uppmuntra teg. Tað er meiri enn nok av tíðindum og informatiónum frá umheiminum av ruðuleika, neyð og deyða. Og atvoldin til hetta er einki minni enn syndin, sum kom inn í heimin. Tað er ótrúligt, sum syndin hevur makt. Fallið í Eden […]

Babylon – Katólska kirkjan og døtur hennara

by Arnleyg

Grein á in.fo tann 30. apríl 2009, skrivað av Hallur Sørensen. Eitt ávaringar skriv, sum eg skrivaði ímóti tí økumenisku, óbíbilsku samanseting.  Og eg ávarið við somu styrki enn tann dag í dag!  “Tá ið eg hoyrdi, at felagsmøtir skuldu verða í Frelsunarherinum millum mangar trúarbólkar her í Tórshavn, kom teksturin frá Nehemias 1,3 fyri […]

Skriftilig frelsa

by Arnleyg

Vit lesa í Ápostl.9.3-6.  «Men meðan hann var áveg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann, og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: «Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?» Tá segði hann: «Hvør ert tú Harri?» Hann svaraði: «Eg eri Jesus, Hann sum […]

Januar 2022

by Arnleyg

Ver vælkomin til enn ein grein, sum vil styrkja teg! Árið, ið akkurát er farið afturum var merkt av coronu og enn einaferð: politiskum ruðulleika. Og hesi bæði halda á inní 2022. Corona vísir seg ikki bara at vera ein virus, men fyri okkum, sum kenna til, at Gud tilletur Satan at fáa makt, so […]