Í Markus kap.5 lesa vit lesa vit um ein mann. Vit taka brotstykkir úr tekstinum: “ Við tað sama sum Hann var farin upp úr bátinum, kom ímóti Honum út úr grøvunum maður við óreinum anda. Hann hevði tilhald sítt har í grøvunum, og eingin kundi binda hann, nei, ikki um tað so var við leinkjum. Tí hann hevði mangan verið bundin við fótjørnum og leinkjum; leinkjurnar hevði hann skrætt av sær, og fótjørnini hevði hann slitið sundur, og eingin kundi temja hann.” So møtir hesin Jesus, og Jesus talar til hansara og sigur: “ Tí Hann segði við hann: “ Far út úr manninum, óreini andi!” “Tá spurdi Hann hann: “ Hvussu eitur tú? Hann svaraði Honum: “ Legión er navn mítt; tí vit eru nógvir.”…”Nú lá har við fjallið stórt svínafylgi og át. Og teir bóðu Hann: “ Send okkum í svínini, so vit kunnu fara í tey!” Hann gav teimum loyvi til tað.”
Ein sera ógvuslig søga, og sera dramatiskt fortalt. Ikki fyri særtar sálir. Men her er maður, ið Satan hevur okkuperað og gjørt sum eitt dømi um, hvussu lívið kann verða oyðilagt og ruinerað til túsund. Einaferð var hesin maður við síni fullu fimm og var allarhelst vælvirkandi í samfelagnum. Var maður og kanska pápi. Hevði hús og gott heim og arbeiði. Men so ein dag, so loypir Satan á og ger mannin til eitt ókenniligt skepilsi. Hús, heim, ektaskap, og familjan vóru oyðiløgd. Maðurin flutti frá tí húsi, ið hann sjálvur hevði evnað til, fyri síðani at gera kirkjugarðin og gravirnar til sítt permanenta stað – ja, tað er eitt dømi um, hvussu nógvar og óreinar ondsmaktirnar eru. Hann meinslaði seg sjálvan. Allarhelst var hetta ein sera vakur maður, men ondsmaktirnar fingu hann at oyðileggja seg sjálvan og líkjast onkrum, sum hevði tað verið gjøgnum eina kvørn. Hann hevði fingið destruktivar ondskreftir frá svartasta helviti. Tonk, at kona hansara einaferð var gift hesum manni. Børnini høvdu einaferð henda mann til pápa. Foreldur høvdu einaferð henda til son. Nú var hesin undir Satans valdi og “eingin kundi temja hann.”
Men hesin maður møtti frelsaran Jesus Kristus. Jesus kommanderaði hesar 6000 demonir at fara út úr honum. Fyri ein kraft og fyri eitt salvilsi í Jesu orðum. Hesar maktir høvdu einki at stilla upp við móti Jesusi. Jesus kom inn í hús hins sterka og bant hann. Har sum Jesus kemur inn, fer deyðin út. Tað er kraft í deyða og uppreisn Jesusar. Blóðið hevur kraft, orðið hevur makt. Hesin maður kom til lívs aftur og ektaskapið varð allarhelst resturerað. Børnini fingu pápa sín aftur. Ja ein kann hugsa sær, at Harrin Jesus rættaði upp alt tað, sum var niðurrivið.
Men so kemur nakað sera álvarsamt fram her í tekstinum: Legiónin biðjur Jesus um loyvi at fara í svínini. Tað fyrsta, sum kemur til hugsan hjá Legiónini, eru svínini. At andin trívist líka væl í svínunum sum í manninum. Tað er ræðandi! Tann andin, ið tú hevur, trívist hann eisini í grísum? Tann andin, ið tú hevur, trívist hann eisini í vertsligum svínaktigum musikki? Tað er fult av sokallaðum andaligum rock, popp og raptónleiki, við forsangarum í t-shirt, við ingraveringum av WWJD = What Would Jesus Do. Tú skuldi væl ikki var ein teirra, ið dámar slíkan tónleik? Tann andin, ið tú hevur, trívist hann eisini í vertsligum felagsskapi? Tann andin, ið tú hevur, accepterar hann svínaktiga, háðandi og forførandi Laudikea andan? Accepterar hann grísa læruna um tríggjar sjálvstendigar ævigar Gudar í eini tríeind? Vit kunnu venda spurninginum við og spyrja: tann háðandi lovsongurin, sum verður konstrueraður ídag av óendurføddum menniskjum og sum er framkomin av teirra anda, er tað nakað, sum fangar teg? Um so er, so ert tú av sama anda sum tey.
Tann læran, sum spottar, hvør Jesus er, at hann er 2.pers. í guddóminum og sum verður prædikaður av anda teirra, sum trúgva so, fangar tað teg? Um so er, so ert tú av sama anda sum teir. Hetta er sera álvarsamt og er veruliga nakað, sum ein og hvør sál burdi rannsakað: hvussu er við anda mínum? Lat tað ikki hoyrast yvir tín anda: Mené, mené, tekél, ufarsin. Tekél: Vigaður ert tú á vektini og funnin ov lættur. Men søk Harran sum Dániel gjørdi og fá rødd Harrans at ljóða yvir teg: “ Maður er í ríki tínum, sum Andi hinna heiløgu Guda er í;…” Matur kongsins og ríkidømi kongsins og popularitetur kongsins, var ikki nakað, ið beit seg fast í Dániel og fangaði hann – tí Andi Guds búði í honum.
Upp gjøgnum øldirnar eru mong svín stiðin fram. Men allar oftast í dularbúna, fyri at goyma sítt trín. Paulus tosar um úlvar í seyðaklæðum, og Jóhannes á oynni Patmos talar um drekan, sum tosaði sum eitt lamb. Og hetta er ikki nøkur løtt uppgáva at avsløra. Einasta vápni, fyri at kunna avsløra, hvat sum veruliga býr handan dularbúnan er: at tú hevur anda Guds. Og hevur tú anda Guds, kemur tú at hava slíka virkan á tey útvaldu menniskjuni, at tey blíva loyst, meðan svínini drukna í vatninum. Andi Guds skilir sundur tað dýrabara frá tí, sum einki virði hevur.
Hallur Sørensen